Føringatíðindi - 18.03.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 18.03.1897, Blaðsíða 3
Hvat serskilt kirkjumálinum viðvíkir, so hava stórir menn sagt, at Førja mál ikki har kann vera okkum til frama. Men tvætl í teir! Okkara móðurmál er ikki fátakari enn onnur mál i so máta. Móður- málið er tað mál. sum best kann vekja fólk av dvala og ala framburð firi kropp og sál. Tað fólk, sum ikki hevur móður- málið til grundarlag, kann gera framstig, men adlur slíkur framburður er leysligur, uttanáklindur og stendur ikki sítt prógv í imisfigum froystingum. Eg sá firi kortum, at ein lærdur Danskari í einum donskum blaði kadlaði Føroyskt eina danska dialekt. Eg vildi lieldur kadlað Danskt eina føroyska dialekt, ettir sum bæði málini eru útrunnin av tí norrønu tungunu og tað Danska málið er tað, som nógv meiri broytur av. Tí verri eru nógvir Føringar í tala síni komnir langt á glið, so at mál teirra er sorl og skursl, sum ikki hevur aðrar vónir enn at enda í bráðđeyða. Tá ið ein hoyrur slík ord sum »gresselit«, »gyselit«, »spolert«, »forkert«, »stigt« (firi ljótt), »adspreiðilsi«, »forferđelit« o. o. fl. skuldi ein trúð, at móðurmálið var ov fátækt, men ikki erso; vit hava nógd av góðum orðum at seta í staðin firi hesu bronglaði útlendsku orðini. í tí, sum góðir menn hava latið prenta av Føroyskum, og í kvæðum og søgum, sum enn liva midlum manna í útbigdum, hava vit fríð, nógvsigandi, hálvgloymd edla heilgloymd føroysk orð, sum góð eru at taka til, um vit hava hug til at foykja móðurmálið, so at ødl hendan útlendska dumban fer burtur, so at bingið kann fidlast av fuđlgóðari grón. Kvat skrivingarlagnum viðvíkir, haldi eg vit níta mest ein máta, sum ger orða- avleiðingina skilliga, og har kunna vit vera ernir av tí Hammershaimbska lagnum, sum er so væl búgvið, frálíka fríðari og betri enn tað dansk-norska skrivingarlagið. Eg meini tað Hammershaimbska kann lærast Hka lætt og lættari enn aðrir skrivinga- mátar. O. P. Tá ið blaðstírari »Dim.« tók við blað- stírinum, setti hann har sum sítt mið, at stíra við »sannheit og rætt«, og tað má eisini sigast, at um hann hevði gjørt tað, so átti adlir vit Føringar, sum av hjarta unna okkara landi alt gott, veit honum okkara stóru tøkk harfiri. Eg kom til at hugsa uppá hetta, tá ið eg las eina grein í »Føringatíðindi« av »Brúsajøkil« við ivir- skrift: »Kvør dugur at gita gátuna?«. Mundi tað ikki verið beinari, um blaðstírari »Dim.«s hevði gjørt kunnugt firi okkum: kví enn einki er upptikið í hansara blað av próst Hammershaimb um N. An- dersens bók? Sum ein erpin sannheits- riddari skildar hann sær sjálvum tað first og fremst, men hann skildar eisini N. An- dersen og próst Hammershamb — og ikki at gloyma »Dim.«s lesara — tað; tí bókin hevur, sum vit adlir vita, fingið imist skoðs- mál, og vildi tað tí verið hent, um vit so eisini fingu at vita, kvat skoðsmál hin gamli oddagangsmaður okkara gav henni. Eg havi firi kortum lísið N. Andersens bók. og grunar meg rætt, so er hon góð át fáa forstand av — meir enn uppá ein máta. Eg má siga sum »Brúsajøkil«: »Hvør dugur at gita gátuna?« — Ja gátu- ført er tað, kví blaðstírari »Dim.«s lovar trúliga at seta nakað í blað sítt, sum vit so eitt langt og annað breitt munna bíða ettir, og sum ivaleyst kundi væntast ikki at vera so vánalig ífidling, í kvørt fadl ikki vánaligari enn tað, sum blívir tikið frá »Kúba« og »Turkalandi«, sum nú í tí seinasti tíðini ikki hevur tvørrað. Munna vit enn fara at vænta í tómum heimi? Unkas. LlSINGAR. djjjort .Stoffc ai 'B. $enifc & go.á gabvif, niievfenbt jom bet bebjte .ilnffejuvvDiiat, ran-5 til liiOevc fvovtjauDliiig geituem jpouebfovt)aut)lereu, Suliuð $«f)icvl»eií, SíøbenbaVm K. Góða lon kann ein dugandi og skilagóð kvinna fáa kjá ríkum Eingilskmanni. Hon má vera hálvgomul, berskødlut og tannleys (um hon hevur 4 tenn, sakar ikki, tá ikki kvør ber á aðra. Bræv merkt »Spleen« inskiskt inn- sent til blaðstírarin. Bílæti má helst leggjast inn í brævið. Fínasta skandinavisk Eksportkaffl Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum á okkara døgum er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonninum. F. H j 0 r t & C 0. København K.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.