Føringatíðindi - 01.04.1897, Page 1

Føringatíðindi - 01.04.1897, Page 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 7. I. APRlL 1897. 8. Ár. Lond og fólk. (Av J.) V. Fólkavandring'in. So sum frammanundan er frásagt. var Gotafólkið komið inn i og hevði breitt seg um ein stóran part av Evropa, og sum ein lætt kann vita, kom hetta fólkið sjótt í stríð við nábúfólkið sunnan- og vestanfiri, Romarar; tó kundi alt, kann henda, gingið nakalunda í frið, um ikki eitt annáð fólk hevði komið upp í. Gotarnir eystur við Svartahavið bittu seg í Eyst- og Vest- gotar. Teir (og summi onnur av hesum fólkunum) tóku sjótt við kristnari trúgv (um ein kann kadla tað so, tí tað var Áriusar læra, og hann lærdi, at Kristus ikki var Gud). Innan úr Asia kom nú, sama vegin, sum áður nevnt, eitt annað fólkaslag, sum er kadlað Hunnar. Teir vóru ferðahirðar og høvdu raskar hestar; viđlir og ósiðaligir vóru teir og ótu rátt kjøt. Ár 375 e. Kr. komu teir vestur umVolga, herjaðu á F.yst- gotarnar og løgdu teir undir seg. Vest- gotarnir hildu undan og inn í Romaríkiú, meðan Hunnarnir herjaðu vestur ígjøgnum Evropa, drópu frá hond og oyddu alt, sum firi teir kom, og einki kundi standa seg ímóti teimum. Ár 451 vóru teir, um 700,000 manns, komnir líka vestur i Frankaríkið, sum tá stóð undir Romarum; har vóru nú Vestgotar firi teimum. Gotakongurin Tíð- rikur og Romara-herhøvdingurin Aetus tóku seg nú saman at halda ímóti. Tíðrikur fadl, men Hunnarnir høvdu fingið sovorðna mótitøku, at teirra mesta makt oyddisthar; tó hildu teir siðani suður í Italialand, men her doyði kongur teirra, Attila (Artala kongur?) 453, og síðani kvurvu Hunnarnir. Evropa var bjargað undan teirra óargaveldi. Nú var einaferð ófriður komin í Gota- fólkið. Vandalar herjaðu inn i Spania- land, og hevur síðani ein partur av landinum navn av teimum: Andalusien; hiðani hildu teir ivir til Afrika, grundaðu har eitt ríki og røvaðu á sjógv og landi. Teir vóru Arianar og fóru iđla við Katolikum; teir oyddu alt, ið firi teir kom, rivu bílætir úr kirkjum og ødl príðir og minnismerkir. Ettir teimum er tað nú kadlað Vandala- siður (Vandalisme) at oyða príðir og annað, sum fodnir hava virt høgt. Vestgotarnir vóru, sum áður nevnt, trongdir inn í Romara- ríkið, teir herjaðu suður ígjøgnum Italia og tóku 410 Rom. Frá Frankaríki herjaðu teir suður í Spanialand og róku first Vandalar og síðani Romarinar burtur. Eystgotarnir vóru, sum firr er sagt, noyddir at geva seg undir Hunnakongin og filgdu honum vestir ettir; tá ið Hunnarnir kvurvu, búsettist Eystgotar í Ungarn. Heðani herjaðu teir first inn í eystara Romaríkið, síðani løgdu teir alt Italia undir seg 48Q. Kongur teirra um hesa tíðini (475—526) varTíðrikur av Bern (hetta var tó ikki Bern í Sveysalandi, men Verone í Italia). Hann var ein við- gitin maður. Frankar búsettust í Franka- ríki, Anglasaksar í Einglandi o. s. v., sum her ikki er rúm at siga frá. Kvar ið Gotafólkini komu saman við kristin fólk, vóru tey ofta sjót at taka við kristindómi, og har sum tey funnu betri siðir og meiri kunnskap enn tey sjálvi átti, tóku tey ettir tí, sum tey sóu og hoyrdu, og blandaðu seg saman við tey fólkini, tey komu til. í Italia- og Spanialandi og í Frankaríki tóku Gotafólkini við Romara máli og lógum og eisini við stórum parti av teirra siðum og listum og birtu nítt Hv í hesi fólkini. Ettir tungumáli og siðum eru hesi fólkini kadlaði romansk fólk; men Gota-blóðið man tó ikki enn vera rættuliga kalt. í teimum norðaru londunum í Evropa hildu fólkini fast við Gota - eđla Germana- tungumál og siðir. Hesi tungumálini eru nú ofta ógvuliga ólík kvørjum øðrum, men ødl eru tey nær skilđ, og ødl hava hesi fólkini nógv lættarí við at skilja kvørt annað, enn tey kunnu skilja nakað annað tungumál. Til Førja fólk. Rætt nú riggin, tú treysta fólk! reisist og filkist saman í bólk, streingið nú á við megi, nørast má nú vár gleði. Rætt nú riggin, tín egna rigg! ikki longri í dólskheit ligg, far frfður um hav og firðir, kvirlur og brot tú ei virðir.

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.