Føringatíðindi - 01.04.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.04.1897, Blaðsíða 2
Rætt nú riggirí, higg runt um land! mangt er har, sum nu bøtast kann, mangt nú til ábót treingir, og reystar eigur tú dreingir. Rætt nú riggin, bigg upp títt heim! við fodnum søgum tú ger tær gleim; tó níggjum siðum ei forða. lat teir fáa sess innan borða. Rætt nú riggin, ti búgvið títt eigiligt er, so vakurt og frítt; og nú hoyrast hanar at gala. og spírurnar búgvast at næla. A. J. íHennt bók firi hvønn mann« nevnist niggi álmanakkin, sum felagið »Sólarmagn« hevur útgivið, og sum nú verður til at fáa í ødlum størri bigdum í Førjum. í hesu bók er frágreiðing um guvuskipsferðir í Førjum og til útlondini; um postreglur og peningagjald firi postsenđingar o. a. m. Tóat úrgrinni er av misprentingum firi uttan mong onnur vomm, átti hendan bók at verið væl viðtikin. ti hon er ein firitøka, sum útgev- arnir mugu eiga takk firi, og vónir kundu verið til at betur kom í lag tilkomandi ár. Kirkjumálið Føringafelag hevði í fleiri ár starvast við at .fjálga um móðurmálið; men ikki var á nøkrum felagsfundi haft á lofti nakað við- víkjandi kirkjumálinum, undantakandi at stundum varð sungið hini ørindini, sum Suðroyaprestur irkti á sinni: s>0 móður- mál. stórt er títt fadl«. Tá bar »Færøsk Kirketidende« fram spursmálið um føroyskt kirkjumál og harav stóðst eitt eljustríð í imsumbløðum. Spurs- málið varð treystliga framsett av D. Isak- sen í Mannafadlsdali og varð attur haft á lofti á Nólsoyafundinum. Føringafelag hevur á øðrum fundum so sum einki haft hesa sak í umrøðu meir enn eina ferð, tá viðtikið varð, at so skuldi standa í felagins skjøldri: »Føringafelag heldur, at prestar átti at haft loyvi til at brúka Førjamál innanfiri so væl sum uttanfiri kirkjudir, tá ið teir sjálvir halda tað vera gagniligt«. Ikki veit eg betur, enn at adlir felagslimir tá vóru á einum máli um hetta, og eg vænti at adlir trúgvir felagslimir halda so enn. Sum blaðstirari vildi eg einki orð leggja upp í stríðið, so leingi eg væntaði at onkur kundi hava meiri at siga. Nú hevur verið kvirt eina langa tið, so at trúligt kann vera, at eingin ætlar sær at siga meir, tí skal eg taka mær firi at siga 1 kvat eg havi hugsað. Áðrenn Heini Havreki kom til landið og bar við sær ta trúgv, srím vit (megin- parturin av Føringum) enn eitast at hava, kann eg væl ætla, at ju mirkari talu prest- arnir førdu, jú meiri høgtíðslig og upp- biggilig sintist gudstænastan fólkinum; men kvussu vit, sum hava tikið við tí luthersku læruni, kunna ivast í, at tað mál, sum vit skilja best, má helst brúkast til guds orðs forkinnilsi, — tað dugi eg ikki at finna høpi í. Mangt hevur verið sagt um, at Førja- málið er so fátækt, at tað av ti grund ikki dugur til kirkjumál. Sjálvur havi eg hegartil ikki fingið í lag at hugsa nakað, sum eg ikki kann hava sagt við føroyskum orðum, og eg veit ikki, at sannur kristindómur má búgva í slikum »høgum« orðum edla kinstrigum orðalagi, at ikki kvør maður kann skilja tað. Ikki havi eg frætt um vár harra, at hann mátti søkja sær læru- sveinar midlum teir skriftklóku, men helđur at hann fekk smiðir og útróðramenn til at bera gleðisboðini út um verðina. Grundin til hetta mann helst vera, at tann trúgv, sum hongur í høgum orðum og kinstrigum orðalagi, hon er lítið verd. »Føringar eru ov fátækir til at bera sínum egna kirkjumáli uppi«, verður ofta sagt. Hartil má svarast, at Føringar vinna árliga av sjógvi og landi o. u. 2 milliónur av krónum. Var væl hildið hús við hesum og tiltikið av góðum hjartalagi, so kundi tað rokkið langt. Tó! tann kristindómur, "siim hevur firi neyðini at vera borin uppi av ríkidømi, hann liggur ivaleyst á deyðastrá. Seinast, ið skrivað var um kirkjumálið, komu tey orð frá Suðroyapresti, at vildu vit níta móðurmálið, so fingu vit eina neyð- arsliga smáttu i staðið firi eina stóra, rúm- góða kirkju. Hetta var mær ov høgt, — eg skilti tað ikki væl; tí meistarin hevur ikki lagt okkum lag á at søkja til høgar salar. Hann segði: »Har, sum tvey og trí koma saman, skal eg vera kjátikkum.« Hava vit meistarin kjá okkum, so fáa vit ivaleyst í lag at benda okkara stíva bak, so at knokkurin ikki verður hægri enn durastavarnir. Blaðstírarin. Eingin er fudlspottaður, firr enn hann spottar seg sjálvan. Hina ferðina, tá ið løg- tingið ráddist um at gera fangahús á Tvør- oyru, var E. D. Bærentsen — um eg ikki misminni meg — tann, sum var mest trá-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.