Føringatíðindi - 15.04.1897, Síða 1

Føringatíðindi - 15.04.1897, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 8. 15. APRÍL 1897. 8. Ár. Sjúkahúsið norð í Vági. í Havn er ikki sørt av Norðingum og øðrum fólki. sum unna Norðingum væl, og sum kunna væntast kvør ettir sínum føru- muni at lata pening til at stiðja hesa firitøkU'. 1 ti treysti er á apotekinum i Havn fram- lagdur ein listi til gávur til sjúkahúsið norð í Vági. Fára siður — Førja siður; træla siður — manna siður. Fast stóð í fonnum eitt fjadladals filgi, svultin nú nítti í mønu og merg. ørðug var skor ivir blámandi bilgju, rásirnar stongdist frá fjadli til berg; filgið gav tol, tí tað bilaði ei: veðurin prúði, tann slóðarin treysti, kundi sum firr ødlum vísa á leið, enn hann við nakkanum bresti. Slóðarin bjóðst tó til ótols umsíður, fúsur hann var til at bvóta sær veg, oman hann tráar til grønskandi líðir; »F'ilgið mítt, kom nú og ger so sum eg!« Oman fór alt á ta glerstoyttu skor; rásin tó ikki gav kleyvunum festi, samfelt fór alt so í smildur og sor, tíndist sum slóðarin treysti. Mangir av monnum, sum fjadladals filgið, líta á stórdír so prúð og so klók, enda sum tað unđir brimsøltu bilgju, hava ei tol til at svølta á rók. Summi tey durva og fadla í fátt midlum tey stóru og ríku í gørðum, hugsa sum hini í stórt og í smátt, síggja við eygum frá øðrum. Elt ikki altíð sum firi er slóðað; sjálvbjargin far ivir land, ivir hav: Maður skal smíða sær lukkuna góða við teimum evnum, sum skaparin gav. Gott er við vinum at filgjast á leið; ofta í vanda tó vinirnir tróta; tann, sum vil framá, nann gloymi ti ei sjálvur sær slóðir at bróta. Guvuskipið „Egil“, sum Wathne á Seydis- firði eigur, er ætlað til at ferðast midlum ísland, Førjar, Bergen, StavangerogKjøbin- i havn. Tað er sett til at fara úr Havn til Islands 8. mai, 18. juli, 28. avgust og 29. oktober og úr Havn eysturettir 16. april, 29. júni, 8. avgust, 12. oktober og 19. no- vember. Fiskiskiparaprógv. Teir, sum tóku fiski- skiparaprógv vóru: Niels Martin Flemming Olsen, Hans Jacob Sofus Mikkelsen og j Johan Fređerik Olsen úr Havn, Daniel Pauli Nysted av Norðskála, Jacob Olsen frá Gøtugjógv, Joen Johannes Joensen úr Miðvági, Morten Mortensen av Tvøroyru, Peter Midjord úr Fuglafirði, Daniel Johan Jespersen úr Hovi, Joen Matras av Oyru (N.). Josef Josefsen úr Miðvági, Ole Michelsen úr Ørðavík, Zacharias Heinesen úr Bø, Oliver Johannes Jacobsen úr Vestmanna, Hans Andreas Nielsen og Joen Vang av Glivrum, Zacharias Emarius Jensen av Stikkinum, Jacob Pauli Nielsen úr Sanda- vági og Joen Peter Djurhuus úr Porkeri. Krevjing at fáa »Broytingina« broytta. Frá 21 monnum og 30 kvinnum í Kjøbin- havn er sent bræv til Føringafelágið í F'ørjum um at fáa ta broytingina, sum »sjeymannanevndin« hevur greitt frá hondini, broytta edla tað Hammershaimbska skriv- ingarlagið atturtikið til brúks í felagnum. Hetta brævið er ætlað at vera upptikið til umrøðu á Ólavsøkufundinum, og fer at kunna síggjast kjá nevndarmonnum fram- manundan. Framsíning í Bergen í Noreg. Næst- komandi summar verður framsíning íBergen. Jóanes bóndi í Kirkjubø, sum hevur fingið bræv frá framsíningsnevndini, skrivar í »Dim.«, át hann hevur fingið felagið »Sólarmagn« til at starvast firi at fáa sent føroyskar lutir til fiskiskapsframsíningina, sum verður opin firi ødl lond í verðini at lata til. „Dim.“ og „Statskassin“. Tað hevur ikki verið sjalđsamt í »Dim.« at síggja framdrigið, kvussu nógv Førjar

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.