Føringatíðindi - 20.05.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 20.05.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍDINDI Nr. io. 20. MAI 1897. 8. Ás Bíbilsøgan. Tey flestu munna hava hoyrt, at Før- ingafelag ærlar at útgeva eina bíbilsøgu. Nú skal hon í prentsmiðjuna firsta dagin, og vit hopa, at Førjafólk vil taka væl ímóti henni. I.ærarin J. Poulsen á Strondum, sum hevur skrivað søguna, hevur sent okkum ettirfilgjandi stikkir av henni, sum ettir okkara meining bera prógv firi, at verkið er gott. Blaðst. Skapingin. I firstuni skapaði Gud himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og tóm og mirk; men tá segði Gud: >Verð nú ljðst!< og so varð ljóst. Hetta var Guds verk tann firsta dagin, og so gjørdi hann í seks dagar alt við sínum orði. Annan dagin skapaði hann himmalin, sum sínist kvølvdur ivir jørðina. Triða dagin læt hann landið koma upp úr sjónum, og á landinum læt hann vaksa alskins grøs og trøð. Fjórða dagin setti Gud sólina, mánan og stjødn- urnar á himmalin til at lísa ivir jørðina og til at vísa, kvussu tíðin Hður framm. Fimta dagin skapaði hann fuglarnar og fiskarnar og sætta dagin ødl onnur djór..... Harrín gevur lógboðini við Sinai. . . . Triða dagin ettir hetta legðist eitt svart skiggj á fjadlið, snarljósini skigdu, toran gekk, fjadlið skalv og fólkið óttaðist. Tá talaði Harrin av fjadlinum til fólkið og segði: »Eg eri Harrin, Gud tín, sum hevur loyst teg úr trældóminum í Egiptalandi. Tú mást ikki hava aðrar Gudar framm um meg, tú mást ikki gera tær skurgutar (bílætir) at virða og biða til. Tú mást ikki brúka Harrans, tín Guds, navn vanvirðisliga, tí Harrin vil ikki sleppa honum bótaleysum, sum brúkar navn hansara gáloysisliga. Minst til kvíludagin, at tú halgar hann. Tú skalt æra faðir tín og móðir tína, so alt kan ganga tær væl, og tú kanst liva leingi í landinum, sum Harrin, Gud tín, gevur tær. Tú mást ongan sláa í hel (drepa). Tú mást ikki dríva hor. Tú mást ikki stjala. Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum. Tú mást ikkihavahugathúsinæsta tíns. Tú mást ikki hava hug atnæsta tíns konu, húskadli edla arbeiðskonu hansara neyti edla ásinhansara, edla at nøkrum, sum næsti tín eigur.« . . Davið og Góliat. Israelittarnir komu attur í stríð við Filistarnar, og kjá teimum var ein kappi (risi), sum æt Góliat. Hann kom framm úr heri teirra og rópaði til Israelittarnar: »Velji tikkum ein mann og lati hann koma at berjast við meg, og kvør okkara, sum vinnur, hansara fólk skal hava vunnið.« Soleiðis gekk hann nú nógvar dagar; men eingin hættaði sær ímóti honum. Tá kom Davið, som hevði verið heima og røktað seyðin kjá faðir sínum, og beyð sær til at fara ímóti honum. Savl segði first: »Tað man einki bata; tú er so ungur, og hann er ein gamal vápnafimur kappi.« Men tá ið Davið nú segði frá, kvussu hann áður hevði dripið eina løvu og eina bjødn, og helt firi, at Gud eisini kundi hjálpa sær at fedla henda Filistarin, segði Savl: »Far so, og Harrin veri við tærU Davið hevði eina prukku í hondini og eitt sleingiband, og fekk sær nakrar smásteinar í tasku sina. Tá ið Góliat sá hann koma, speirak hann hann og segði: »Heldur tú meg vera ein hund, at tú kemur ímóti mær við einari prukku? Kom higar til mín, so skal eg geva fuglunum og hinum vidlu djórunum kjøt títt.« Davið svaraði: »Tú kemur ímóti mær við svørði og spjóti; men eg komi ímóti tær í navnið Guds hins alvalda, sum tú hevur spottað. I dag man hann geva teg í mína hond, so ødl jørðin skal kenna, at Gud er í Israel; og adlir, sum her eru staddir, skulu fáa at síggja, at Gud gevur sigur, kvørkin við svørði edla við spjóti; tí bardagin er Harrans.* So sleingdi Davið ein stein og rakti Góliat beint í ennið, so hann fadl til jarðar; nú leyp Davið til Góliat, tók svør hansara og høgdi høvdið av honum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.