Føringatíðindi - 03.06.1897, Side 1

Føringatíðindi - 03.06.1897, Side 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. ii. 3. JÚNI 1897. 8. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! »S. F. Hansen« hevur í »Dim.« frálagt sær lut edla part i einari grein, sum »S.« hevur skrivað í »Føringatíðindi« nr. 8. »So mangt er tikkið sum maðurin.« Tí er einki at siga til. um maður, sum altíð setur fult navn undir tað, han skrivar, og altíð skrivar so, at eingin tekur tað iđla upp, karin lasta slíka grein, sum ta, ið »S.« hevur skrivað. Tá ið »Hansen« skrivar í Amtstíðindum og rópar uppá »den Slags Skriverier«, so mugu tey, sum ikki hava lisið »Føringat.«, gruna, at har er okkurt ógvuliga ringt. Tí irflAtti tað verjð líkligari, at hann hevði skrivað í »Føringatíðindi«, so at tey, sum lesa, skuldi kunna haft vónir til at døma beint. Tað, ið »Hansen« endar við, vísir seg sum sigtilsi móti »Føringat.«s blaðstírilsi firi óamligan atburð, og væntast tí, at Føringafelags nevridarmaður í Norðoyggjum letur hoyra frá sær, at hann ikki hevur lut edla part i hesu umtalaðu grein í »Dim.« »Dim.« hevur nú eitt skifti haft til tátu »statistiskar upplísningar um seyðahús«. Seinast droymdi hon, at landbrúkskon- sulenturin skuldi lata hana fáa slíkar »sta- tistiskar upplísningar«. Tann, ið veit um hesu viðurskiftir, kann siga sær sjálvum, at her er bi'ttligt at tala um »statistiskar« upplísningar. Heldur ikki mundi tað gagna stórt, tí teir, ið søkja sær seyðabrúkskunnskap úr »Dim.«, eru skjótt taldir. Fleiri munnu tó teir vera, sum samráðast við landbrukskonsulentin um slíkt, tó at »Dim.« í fleiri ár hevur roynt at klikkja hann við at bera honum á bak samvitsloysi og ódugnaskap. Skuldi »Dim.« av hendingi komið onkrum framburðsmanni firi eygur,. so hevði tað ikki verið óhent, um hon hevði borið fram tað, ið »Føringatíðindi« firr hevur sett fram um seyðahús —- tað, ið gott er, verður ikki lisið ov tíðin — og so kunđi hon eisini tikið upp ta grein, sum er skrivað til næsta »Føringatíðindi« um seyðahús, so nitast ongar »statistiskar« upplísningar. Spedalskasjúkan á ísiandi. í donskum bløðum hevur eitt felag — Odd-Fellow-Ordenen — biðið danska fólkið um at geva íslendingum eitt hóspital, kvar tey, ið spedalsk eru, kunnu fáa ta hjálp, ið gevast teimum kann. Húsið er ætlað at kosta o. u. 80,000 kr.; herav geva limurnir av Odd-Fellow-Ordenen og teirra nærmastu nær um helftina og væntast so, at đanska fólkið ivir 'nøvur letur kvat ið á restar. AtFørjar eru partur av danskakonga- ríkinum, kvartil ísland eisini hoyrur, átti at studda Føringar til at hjálpt ettir evni. Tó —■ tað Danmark, sum statur, og ísland, sum landið, ið sjúkuna hísur, líða, er firi einki at rokna móti tí, tey einkultu menn- iskir, ið sjúkuna fáa, mugu útstanđa; teimum áttu vit at hjálpt, filgjandi boðnum: elska næsta tín, sum tú teg sjálvan elskar. — So kemur attur at, at íslendingar eru várt næsta skildfólk og grannar. Spedalsksjúkan, ið er kend frá teimum elstu tíðum, vísur seg antin sum smáir, harðir svudlir, sum sláa út um adlan kroppin, edla eisini sum ein nervasjúka. Grundin til sjúkuna, sum smittar, er ein »bacil«; best fremjist sjúkan tó av ringum livimáta, skitførheit og øðrum tílíkum, sum altíð niðurbrítur heilsuna. Slær sjúkan út, vanskapast first anlitið, næsagluggarnir fidlast av sárum, líkaso svølgrúmið og barkakílið, kvarav filgir, at andin stinkar og málið verður hást. Ofta blindast teý í teimum firsti árinum; tey kunna liva midlum 2—8 ár við hesu sjúku, ið grípur meir og meir um seg og er so ræðuliga pínufudl. Um møguligt eru tey, sum nervirnar first angrípast kjá, enn verri stødd; saftsirnir — first og fremst følilsið — virka ikki, sum teir skulla; kjøt og sinar terast burt; fingrarnir kropna inn í hondina, sum neglirnar ofta grava djúp sár í; tey verða lamin; varða seg firi at detta, firi at brenna seg og slíkt, kunna tey ikki, og filgjan verður so órein sár við beinetara og ødlum øðrum idlum. Tadnar og fingrar detta av, menniskja blindast og vandrar

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.