Føringatíðindi - 03.06.1897, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 03.06.1897, Blaðsíða 4
Túnatos. Minnislisti. Per: Mær leingist ettir »Lauru«, tí so vænti eg at frætta, at Turka-krukkan hevur mist haldið. sum »Dim.« spádđi á sinni. Pál: Ja eina ferð mann tað fara at frukta, sum »Dim.« hevur lagt stórmagtunum lag á at hagreiða krukkuna. Per: Hevur tú hoyrt, at tíski keisarin hevur skrivað seg inn í Føringafelag? Pál: Nei, sig mær einki! kví kann hann hava funnið upp á tað ? Per! Tí tað, ið liggur honum fremst í hjarta, er Danskara-hat. Pál: Hatta mátti ikki borið til. Per: Jú, til ber! Tað er frætt úr Vágsbotni og tað hóskar væl saman við tað, sum hevur staðið í Geografisk Tids- skrift og í »Dimmalætting«. FRÁ ÚTLONDUM. Úr Grikklandi frættist, at ettir tað at Grikkar mátti víkja undan varð stillstandur nakrar dagar meðan Turkar bjóðaðu frið við hørðum treytum, Friðurin kom tó ikki í lag; men bardagur var attur 17. mai. Turkarnir komu við stórum liði í dimma- lætting og blivu við at herja á, inntil náttin forðaði stríðinum. Teirra mannfjøld var nógv størri enn kjá Grikkum, men hesir stóðu betri firi, og Turkar vunnu sær einki fram tann đagin. Síðan var attur stillstandur av tí, at Russakeisarin hevði vent sær til Turkakeisarin (Sultanin) til at fáa frið í lag, og væntaðist at hann fór at leggja linari treytir firi Grikkar. Tíðindir úr Førjum. Attan á tað ringa høgættasvirrið, ið var midlum Krossmessu og Halvardsøku, kom betringur í veður- lagið og hesar seinastu dagarnar hevur verið líðka og av besta gróðravegri. Frá- søgnir om tilstandin við seyðinum ljóða ikki so idla, sum meðan illvegrið var. Nú sigst í mongum plássum at vera líkindir til framundir meðalár. — Fiskiskapurin hevur verið ójavnur, sum vant er, tá ið nógv sild er á ferð. Við landið er i nógvum plássum vunnið væl og eisini hevur bragdað í oyðini. — Fiskiskipini eru nærum ødl rímd til íslands; tí einki var at vinna her um leið. Tó er níliga frætt frá góðum fiskiskapi á Mikinesleiðini. Løgtingsvalg verður: 14. júni í Suðurstreymoy 18. — í Sandoy 30. — í Suðroy LÍSINGAR. 3-ára gamalur spakur tarvur av góðum slagi seljist til Olavsøku kjá Chr. Højgaard, Rituvík. Fólkafund er ætlan at halda 2. kvítusunnudag í nær- heitini av Skopum. J. H. Poulsen. M. A Winther. Foringafelag hugsar um at ferðast sunnudagin ettir kvítusunni til Tórsmøl (Hósmøl). Fínasta skandinavisk JL Eksportkafíi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum á okkara døgum er at fáa við handiarnar. Fæst kjá keypmonninum. F. H j 0 r t & C 0. København K. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann framman unđan sjálvur síggja kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skulla hagreiðast. Keyparir vendi sær til Jens Olsen. Lísingar upptakast í Føringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyru hvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn stórri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. Prentað hjá „Fær# Amtstiđendes Bogtrykkeriw. — Blaðstýrari: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.