Føringatíðindi - 17.06.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 17.06.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 12. 17. JÚNI 1897. 8. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Seyðahús. Endamálið við seyðahásum má antin vera bert at veita seyðinum skíli edla hartil eisini halda hann í góðum holdum við at geva nonum hoyggj og annað fóður. Tað krevur mikla umhugsan at velja tey bestu plássini til at seta seyðahúsini á. I veðurringum fjadlahaga kunna seyðahús gagna nógv til at halda seyðin har, sum besta bitið er; samaleiðis kunna seyðahúsini hjálpa til at halda seyð frá at leggjast niður á vatnhaga edla søkja til skaðiligan bakka og onnur vandafudl pláss. Har sum kavamikið er og enn meiri har sum veðurringt edla ørðugt er og ivirhøvur har, sum seyður einki fóður fær, er best at hava smá hús. Stundum kann tað vera passaligt at lata eitt hús vera til 6 edla io seyðir. Har, sum ov nógvur seyður verður rikin saman til seyðahús, kunna tey vera drepandi, ti at skavið verður ov litið. Eisini kunna seyðahús gera skaða, tá ið tey eru ov tøtt edla mirk og kvalin, so at lísnar nørast og seyðurin etur av sær edla tó troystar sær ringari út í kulda og ill- vegri. Er tá ikki botnurin í seyðahúsinum turrur í seg sjálvt og verður væl røktaður, so blotna kleyvarnar og seyðurin verður harvið óskikkaður til at skava. Tað, at seyðahúsini vera rangt sett, ópassaliga gjørd og seyðurin idla røktaður í og vió teimum, er ofta roknað seyðahúsum ivir høvur til last. Seyðahús eiga at hava tættar veggir í javnhædd við seyðin í teimum stendur, men mugu verða dugliga opin ovari, so at ikki verður ov heitt inni. Gluggar i mønuni eru hentir bæði til at firibirgja ríving og til at geva ljós, sum er lívgandi firi seyðin. Tað ið inn kann rúka av kava er skaðaleyst er altíð minnið enn tað, ið legst í bólini. Tað er eisini í royndum víst, at seyður, sum stendur í góðum seyða- húsi troystar sær betri út at søkja føði, enn tann í bólum stendur. Stundum hoyrist, at ber seyðahús er »bæði matur og drekka*, og hartil hevur verið sagt, at tey eru serskilt góð »í lembinginu. Skila menn vita tó, at seyða- hús verða ikki brúkt til »barsilsstovu«, og væl røktaður seyður, sum fær mat úti, trívist betri enn tann seyður, sum hevur hús, men fær lítið edla einki til at liva av. I Scotlandi verður ivir høvur ikki brúkt seyðahús til fjadlaseyðin, men hann fær altíð væl av fóðri attur at tí, hann kann vinna sær av haganum. Tað er ikki bert i Scotlandi, men í ødlum okkara granna- londum, at vetrafóður verður goymt til seyðin, og eingin kann siga góðar grundir firi, kví hetta ikki skuldi passa í Førjum. Ti má hopast, at tað kemur meir og meir í brúk at gera seyðahús, kvarí seyðurin kann fáa hoyggj edla annað fóður. Slík hús hóskar tað væl at hava við bøgarðarnar, — tey kunna tá eisini nítast sum neytahús heyst og vár —, edla longri burt í haganum, har sum passaligt kann vera at hava viður- birgir til at vinna fóður av. Ettir sum vetrafóður er dírt og idla kann ivirkomast at fáa tað til, so verður sum nú stendur, ikki hugsandi um at fáa fóður til adlan seyðin; men var vetra- skipanin minni og røktin í aðrar mátar góð, so livdu seyðurin i mongum f jadlahaga væl, av tí hann kann vinna sær sjalvum. Tá kundi eisini í summum plássum summar- skipanin verið nógv størri, og tað størsta partin av seyði, sum var lívgaður við hoyggji um veturin. Har, sum kavamikið er og tó lítið hoyggj til at geva seyðinum, klagast ivir, at hann spidlur dagin burtur við at standa inni og eta ístaðin firi at vinna sær skav, tí seyður er bæði vitugur og vanafudlur, so at hann søkir til húsið, tá ið seyða- maðurin hevur verið og lagt hoyggj í krubbuna. Hetta kann tó lættliga bøtast við at hava hurð firi, sum er so innrættað, at hon fer upp i skímingini. Seyðurin vil tá skjótt venjast til at níta dagin til skav- ing og søkja til húsið, tá ið mirkt verður. Uppá hendan mátan kann ein birða — edla um hon ikki er meir enn hálv — til vetra- fóður firi kvønn seyð gera góðan mun til at halda hann í betri holdum. FÓIkafundur var hildin annan kvítu- sunnudag á Knúkinum í Traðarhaga, ein stívan fjórðing sunnan firi Skopum. Vegrið

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.