Føringatíðindi - 17.06.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 17.06.1897, Blaðsíða 2
var gott og sínið ivir landið av tí besta. 2—3 hundrað fólk vóru komin til, steðar; harav vóru 11 úr Norðoyggjufn, 6 úr Vest- manna og i úr Havn. Har var skiftivíS sungið og talað — Sandoyaprestur helt firstu taluna. Talað var um upplísing og annan framburð, um háskúlar o. a. m. ' Alt gekk væl og friðaliga og fólkið síntist at fara fegið frá. 28. Júni er ætlan at halda fólkafund norð í Vógi á einum fjadli omanfiri Biskup støð. Løgtingsvalgini. í Norðoyggjum eru yaldir: Simon Just Jacobsen, bóndi og træsmiður, á Húsum og C. Olsen, síslu- maður. í Suðurstreymoy eru valðir: E. D. Bærentsen, R. C. Effersø og O. Finsen. Rikin á land sunnan firi Froðbiar nipu er norska 2-mastraða viðarskipið »Kvik«. Tað barst á friggjadagin, ið var. Skipið var farið út av Trongisvági, og tá ið tað kom út um boðarnar, bleiv siglvikni, so at vestfadlið dróg skipið inn i innvikið, sum er sunnanvert við nípuna. Har fóru skips- menninjr frá tí í prámi og síðan rendi tað, við stevninum firi, á land. Dímunarbóndin, sum sá til, bar boð til Tvøroyrar. Amt- maðurin og síslumaðurin fóru við tað sama av stað. »Smiril«, sum hevði útkalt, slapp ikki av stað, firr enn um hálva økt, og tá ið hann kom út um boðarnar, var skipið farið á liðina og hol komið á tað. Dekks- lastin varð tá bjargað av bátum, sum vóru komnir til steðar. »Smiril« royndi at draga skipið út frá, men ikki bar til, og síðan varð alt leyst í og á ti bjargað. Mastrarnar vóru eisini kappaðar og bjargaðar. Av lastini var o. u. triðjungurin óselt. Hon segðist at vera forsikrað; men sjálv skútan ikki. Um skrivingarlagið av Førjamálið. Eg vil biða tigum, harri blaðstirari, um at geva mær loyvi at siga nøkur orð um skrivingarlagið av Førjamálið, og vil eg royna at gera tað so sáttliga og røða um tað, sum liggur mær á hjartanum, uttan at gera nakran mannamun. Tá, ið tosið er um skrivingarlagið, er tað skilligt, at vit mugu hava eitt trigt og fast grundarlag firi málbigninginum, um vit kunna hava vón til við tíðini at fáa okkara móðurmál anerkent sum officielt skriftsprog. So langt má í kvørt fadl okkara semja røkka. Spirst so um, kvar ið grundarlagið er at finna, so mann svarast hartil: einans er stamman -— tann nørrunna tungan —■ men greinarnar eru fleiri. Hetta góða gamla grundarlagið kenđi próvst Hammers- haimb ivaleyst, tá ið hann birjaði at skriva okkara móðurmál. Higgja vit nú at grein- unum. eg meini við: tað dansk-norska og tað føroýsk-íslendska og tað svenska málið, sum ødl eru runnin av tí somu stamtnuni, so er tað skilligt, at summi av hesum mál- unum líkjast meiri og summi minni tí nørrunnu tunguni, og tað kemur av tí, at kvørt av hesum málunum hevur »útviklað« seg uppá imisar mátar; hesin »útviklingur« kom ikki í ein snubb. men so líðandi, so við og við; soleiðis átti eisini við røttum atburðurin at verið við Førjamálinum. Kvar tað ræður um at taka eitt tungt tak. edla eitt stórverk skal birjast, plaga vit at siga: hatta er ikki eins manns føri. Tó vil vist megin parturin av limunum í Føringafelag — og mangir aðrir við —- kadla tað eitt stórverk, sum Hammershaimb einans ein hevur avrikað málsakini við- víkjandi. Ettir tíð og leyligheit er tað ikki so lítið, sum nú finnist prentað ettir hansara skrivingarlag og vildi ivaleyst verið meiri, um hetta avini broytingaklandrið ikki var komið í vegin og loypt splittilsi í. Spedl var iFørjamáli; ov gott var tað til soleiðis at bítast og slítast um! Tó. enn er eingin vanlukka skedđ. Føringafelag er enn ikki bundið, men hevur friðar hendur og rúmar rásir; ti hevði Føringafelags aðalfundur í 1893 loyvi til at ivirgeva broytingaspurs- málið til eina sjeymannanevnd, sum so skuldi ráðgera um, kvat skrivingarmáti best var at brúka, so má sama felag sanni- liga eisini hava loyvi at siga, um tað so vil filgja teirra ráð eđla ikki; so mikið frl- sinnaðir áttu tó vit adlur at verið. Skilligt er tað, at einkið menniskjaverk kann blíva við at galda aldur og adlar ævur, og um vit nú kunna einast um, kvussu vit halda vera best, at okkara móðurmál skal skrivast, so mugu okkara ettirkomara tó ikki vera heftir við tað, sum vit—kannska firi bráð- fangi — so at siga vóru noyddir til at brúka. So mikið er vist, at koma vit ikki á samt um skrivingarlagið, so vilja vit Føringar heldur ikki fáa tað gagn av okkara móðurmáli, sum vit kunđi, um vit adlir høvdu verið samsintir og adlir høvdu lagt sínar árar um borð, og kvør ettir sínum førumuni royndi at stiðjá tað, kvar ið um gait. Broytingin og tað Hammershaimbska skrivingarlagið hava bæði so ofta verið á váskálini firr; tað er kannska óhent, um eg enn vil royna at meta tey kvørt móti øðrum. At broytingin er ein góðan mun lættari at nema firi fólk flest, vil eg ikki nokta, og at tað hevur nógv at siga, vil eg eisini sanna. Men at siga tað, at kønir málmenn, sum kenna ta nørrunni tunguna, ikki skula skilja broytingina, tað fái eg meg ikki til

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.