Føringatíðindi - 17.06.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 17.06.1897, Blaðsíða 3
at trúgva. Hevði »ð« eisini verið burtur kastað í broytingini, so kundi tað heldur verið ein lítil rímuligheit í ti. Ið kvussu er, so hevur tó tað Hammers- haimbska skrivingarlagið eitt stórt framtrin firi broytingina, og tað er tað, at í tí lag- num er størstur parturin prentaður av tí, sum er útkomið uppá Førjamál. Tann díra og mikla bókin »Færøsk Anthologi«, sum bl. a. inniheldur eina orðabók ivur so nær sum ødl føroysk orð, er eisini prentað í hesum lagnum, so eg kann ikki annað siggja, enn at tað vil vera nakað vágiligt nú alt ísenn at velta alt hettar um kodl við at filgja broytingini, tó eg má siga, at eg væntaði ikki broytingina at fara at vera so lempiliga. sum hon nú er. Firi mær stenđur »broyting« edla »ikki- broyting« langt frá sum fremsta mið firi Føringafelag. Men skil má tó koma á tí, áðrenn langt umlíður; tí okkara vónir eru ikki so góðar, at vit tola at missa nógvar av okkara bestu monnum úr felagnum, kvat eg frigti firi vil bliva filgjan. Edla skulu vit kanska fáa tvey eđla trí feløg. sum so kvørt skal liggja í heimaklanđri við annað, øðrum til fragd og okkum til skomm? At hetta stríðið um skrivingarlagið nógv hevur tarnað Føringafelag, er eingin iving um; og at nógv góð verk, sum felagið av røttum átti at haft íbirt, nú liggja køvd undir klandrinum, er heldur ikki so skeivt sagt. Eru vit ungir og moyrir, fáir og mjáir, tá ið vit adlir halda um ein tátt og adlir tuga sama vegin, verri má fara at ganga, fer kvør at skrikkja móti øðrum; tá kvíi eg, at vit kvetta táttin av um tvøra. Kvør mann tá fara at spíssa hann saman attur? S. M. Z. »Gomul vevkona« hevur í »Føringat.« skrivað um nakrar húgvur, sum sigast at vera komnar úr Kirkjubø. Kvussu skila- góð hon er, dømi ein og kvør ettir tí, hon hevur skrivað. Eg vil fegin sleppa til at siga nøkur orð um hesar Kirkjubøhúgvur. Framman undan má eg spirja: Kvi hevur eingin vevkona í bløðunum tikið til orða ímóti mangum svikars toyi, handilsmenn hava ført til lanđið, edla mongum óvanda verki, sum bæði í tilfari og handaverki eru nógv, nógv vánaligari enn Kirkjubøhúgvurnar? Ivaleyst hevur »vevkonuni« ligið mest á hjarta at gera seg inn á Jóanes bónda, og tí er ikki at undrast ivir, um hon sær eitt sinđur skeivt. Liturin á Kirkjubøhúgvunum kann við tíðini blikna, sum alt tað, ið lit hevur, men ikki sínast tær at »kasta«; tí mann tað helst vera av gadli tann illgrøni liturin, sum hevur giklað seg firi vevkonuni, og tað korkalitaða mann vera avglansurin av hennara egna anliti, tá ið hon hugsar um bóndan. Firi at siga álvara, so kann ein og kvør, sum roynur hesar húgvur, fáa at síggja, at liturin ikki er so vánaligur, sum vevkonan sigur, ei heldur er slíkt óskil í spølingini, tó í summum av teimum er onnur kvør av teimum reyðu strikunum smøl og onnur kvør breið, tó so at fjóðra kvør er breiðast. »So mangt er tikkið, sum maðurin«; og so eru eisini tey til, sum vilja keypa slíkar húgvur, sum »vevkonan« lastar. Er hon sjálv so køn, tá sendi hon sínar húgvur at selja, so verða tær ivaleyst keyptar fram firi hinar. Tá ið bóndin tekur so nógv firi sina varu, sum fáast kann, so er hann ikki harí frálíkur øðrum monnum. Ti haldi eg tað vera óhent at seta last uppá hann firi veving edla spunað — hann hevur nóg mikið stríð av Kirkjubøgarði við sínum ringu vónum; og hann er bæði av høgum og lágum so mikið bitin í bak, at ikki er til at undrast ivir, um honum trítur hjálp til at virka sína udl her í landinum. Brita. FRÁ ÚTI.ONDUM. — Deyður er firr veranđi doktari S. An- dersen. Hann var vitugur maður og hjarta- góður, royndi í mangar mátar at stiðja framburð og fólkaligt samanhald. »Suðr- oya sjálvhjálpsforeining« fekk hann ( lag o. a. m. Móti teimum fátæku, sum heitti á hann, var hann beinasamur og ongantíð kradđutur. — Úr íslandi eru komin tíðindir, at fiskiskip hava fingið frágerða veiðu. — 23. Mai útnevndi kongur okkara nítt ministerium : Hørring, firsti ministari (kon- sejlspræsident); Bardenfleth , innanríkis- ministari; Rump, justitsministari; A. Hage, lanđbrúksministari; Styhr (biskup- urin), kirkju- og undirvísningsministari; Tuxen, kríksministari; Ravn, marinumini- stari og uttanríksministari firi first. — Frá Grikklandi frættist at stillstandur var, men tó ikki komið til avgerð um varandi frið. — Úr Armenialandi frættist, at Turk- arnir fara harðliga fram ímóti teimum kristnu, leggja órímuligar skattir á teir, stjala teir út av ørmundarhúsi, lata teir ongan rætt fáa, um sakleysir menn verða settir fastir, og kvinnurnar verða voldtiknar, og smábødn kruvd livandi. Tíðindir ur Førjum. Torvterrin má kadlast skikkiliga goður, tó hevur nú eitt skifti verið gróðraveður víða kvar. At

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.