Føringatíðindi - 01.07.1897, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr 13.
I. JÚLI 1897.
8. Ar.
Bróstsjúka (Tuberkelsjúka).
Fleiri ólíkar sjúkur verða nevndar bróst-
sjúka t. d. bróstmøði og aðrar barka edla
lungasjúkur. Firi tað mesta er tað tó
teringssjúkan (tuberkelsjúkan), sum fær
hetta navnið. Flon visur seg at stíga upp
av evurslítlum smittuevnum (bacilluin edla
bakterium), sum kunna vera fleiri túsund
í einum đropa av spíttu.
Tuberkelsjúkan artar seg oftast til
brósttering, men stundum vísur hon seg
sum rundir eitlar víða kvar í invølunum og
aðrastaðins í kroppinum. Hesir eitlar eru
stundum smáir sum knappanálshøvd og
stundum so stórir sum høsnaregg; oftast
eru teir innan sum gulur kostur, men stundum
er í teimum gráligur vágur. Stundum
herskar tuberkelsjúkan í heilanum, helst
kjá smábødnum, og stundum setur hon seg
i beinræðið, so at beinið verður innan sum
kostur við tunnari skorpi uttan á, sum til
endan kann bresta, so at beinleggir kunna
støkka av so at siga av sær sjálvum.
Tuberkelsjúkan finnist bæði kjá fólki
og kjá imisligum fenaði. Hon vísur seg
at kunna smitta av fólki á neyt og av
neytum attar á fólk, sum rímuligt er, ettir
sum smittuevnið er tað sama. Rákin, sum
verður upphostaður av teimum, ið hava
lungetering, sínist at vera høvuðsleiðin til
útspreiðing av smittu, í tí at spíttið, tá ið
tað todnar upp, kann fidla luftina við
millónstals smittuevnum til vanda firi alt
livandi, sum má anda inn í seg slíka luft.
Tí betur drepur sólarljósið stóran part av
smittuevnunum, og meginparturin av tí, vit
anda inn í okkum, fær ikki støðu í lungunum,
men fer av stað attur við rákanum edla
verður snfst út.
Av hesum grundum átti ødl fólk at
vara seg firi at spíta og spræna kvar sum
helst í tún, á gólv og í seingjarklæðir,
serskilt áttu tey, sum grunast at hava
»bróstsjúku«- altíð haft ílát við karbol edla
øðrum smittudrepandi til at spíta i.
Treystlig føði og treystligur livumáti
ivir høvur sfnist at hjálpa væl til at hinđra
smittuevninum at seta seg fast í kroppinum
og ikki minni til at hindra sjúkuni frá at
breiða seg í kroppinum, tá ið hon er inn-
komin.
Stavsetingin.
Sum áður er nevnt her í blaðnum, er
bræv komið frá Føringum í Kjøbinhavn,
sum krevja at fáa upptikið til avgerðar á
Olavsøku uppskot um broytingina. Hetta
bræv verður at sfggja kjá nevndarmonnum
í kvørjum prestagjaldi og kjá næstformann-
inum J. Olsen í Havn.
Ur brævinum skal her framsetast:
Firsta uppskotið er at Hammershaimbska
stavsetingin verður tikin attur til brúks.
Annað uppskotið er at §§ 4, 6, 7 og 8 av
broytingini verða strikaðar.
Triðja uppskotið er at stavsetingaspurs-
málið attur verður givið sjevmannanevnd-
ini upp í hendur til avgerðar.
§ 4 ljóðar: hj verður broytt til kj, tá ið
tað ljóðar sum kj.
§6 — 11 verður broytt til dl, tá ið
tað ljóðar sum dl.
§7 — rn verður broytt til dn, tá ið
tað ljóðar sum dn.
§8 — í staðin firi aftur, aftan og
eftir skal skrivast attur,
attan og ettir.
Valgfif.
I einari grein, skírd »valgfif«, hevur
hr. E. D. Bærentsen í blað sfnum *Dimma-
lætting« framdrigið eina »históriu«, sum
frammanundan seinasta lógtingsvalgi í Havn
skal hava verið 1 munni midlum manna um,
at løgtingið skulđi ’nava viðtikið ein skatt
av 7 kr. uppá kvørja mørk av træðarjørð.
í sama bili, sum hr. E. D. B. rættar hetta
og rósar sær av at hava frelst træðarmenn
frá hesum vanlukku skatti, sigir hann, at
»saa vidt vi minđes« stóð løgtingsmaðurin
firi Norðstreymoy hr. S. E. Muller uppá,
at heáin sami skattur skuldi leggjast á
træðarinenninar.
Aftaná løgtingssamankoming í 1893
helt hr. E. D. B. eitt møti í Havn firi
veljarinum, og har lovaði hann hart og dírt,
at hann attaná kvørt løgting vildi greiða
veljarinum frá, kvat hann hevði avrikað á
tingi. Hevur hann nú gloymt hetta, hann