Føringatíðindi - 15.07.1897, Page 1

Føringatíðindi - 15.07.1897, Page 1
FØRINGATÍÐINDI Nr 14. 15. JÚLI 1897. 8. Ár. Føringafelag. Hetta er seinasta nummarav »Føring'at.«, ið útkemur firi Olavsøku, og ettir sum tað er møguligt, at Føringefelag eina ferð enn kemur uppá mál við stavsetingini, so kunna vit ikki bara okkum firi at biða umhugs- andi limir møta á Føringafelags aðalfundi Ólavsøkudag, so at tað first og fremst skal kunna avgerast nakað, sum kann sigast at vera felagis vilji. Tað er ofta tosað um, at við felagsfundar eru bara Havnarfólk samankomin, sum so kunna avgera nakað, ið er bigdarliminum heilt imótir, og nakað er í hesum, tá ið tosið er um funđar flest, tí vit kunna ikki annað siga, enn at tað er ov mikið kravt av bigdafólki, at tey skulu koma til Havnar bara firi at møta í Føringa- felag. Til aðalfundin á Ólavsøku kunna bigdafólk koma firi uttan ómak, ti nógv eru í Havn tann dagin, og saktans mátti ein og kvør havt so miklan umhugsan firi tí felag, hann var limur av, at hann kom til aðalfundin, tá ið hann firi uttan ómak kundi komið. Ein limur, sum er í Havn um Ólavsøkuna og ikki kemur á fund, hann hevur neyvan nakra meining um arbeiðið, og fatar ikki sjálvur, kví hann er limur, og hann hevur ongan rætt at koma við klappakasti attaná. Á øðrum sinnið skal tað leggjast felagsmonnum uppá hjarta at hugsa væl um, kvat teir gera á fundinum. Kemur rættskrivningsspursmálið attur til avgerðar, so má tað tó hopast, at nú verður álvara í tí, annars er Føringefeleg ikki vert at bera sítt navn. Harfiri er tað firi neyðini, at menn hugsa áðrenn teir stemma um skrivingarlagið. 1. Kvat gagnar Førjamálinum mest? 2. Kvat kunna vit forsvara firi teimum, ið attaná koma? Teir limir, sum eru kønir í máUæruni, teir kunna, sum vituligt er, smiða sær eina meining sjálvir um kvat ið best er ogkvat ið kann forsvarast (hesu bæði hava tó nógv til felag saman), men limir, sum vilja nakað gott og ikki sjálvir kunna smíða sær meining um málsakina, teir mugu hava loyvi til at lurta ettir góðum monnum, og harfiri ikki roknast uppi fjadlafilgið, ið kastar seg oman, tí ein vegri ger tað. Sjeymannanevndin, sum samansett var av okkara ítastu álitismonnum, hevur hildið hetta skrivingalagið, ið >Føringat.« í ár hevur brúkt, verið tað mest gagnliga og besta, munnu so ikki felagslimir gera rættast i at halda uppá tað? At klændrast longri um nakað so lítið, sum hendan broytingin av skrivingarlagnum, ið komin er, tað er meiri at skulka sær frá øðrum størri málum, ið felagið hevur sett sær, enn nakað annað. Fólkafundar. Á fólkafundinum norður í Vági vóru, sum áður umtalað, samankomin o. u. 5—600 fólk, mest alt úr Norðoyggjum umframt eina stóra bátsskipi úr Sandoy og nakað av fólki firi heiman Havnina; úr Havn vóru tvey. Talað varð um samanhald midlum Føringar, um Føringafelag nú og firr, um innrættningar firi at fremja upplising og viðhalda góða siðuligheit um Føringar nú og í gamla dagar, Føringars rætt, kvinnur, fríheit o. a. m. Ødlum, sum kjá vóru, dámdi ógvu- liga væl. Til fólkafundin »uppi á varða« seinasta sunnudag var nógv Havnafólk samankomið og nøkur fá av Velbastað. Talað varð um eitt og annað av D. Isaksen, A. Degn, V. Mohr, J. Mohr, A. Sámalsson og P. Niclasen. Helst tað, ið P. Niclasen segði, var frálíka gott og hóskaði væl til eitt fólkamøti. Her skal ikki haldast attur, at fundurin kundi verið bæði betri og stutt- ligari um ikki menn (sum tað síntist) høvdu lagt sær eipa við at fáa klutur í. Sjellands bispur ætlar sær til Førjar í ár, tað er sanniliga sagt. Landbrúkskonsulenturin R. C. Effersø fór við guvuskipinum »Egil« til Noreg, og haðani ætlaði hann til Svearíki. Normenninir jubilera. goo ár eru runnin síðani Ólavur hin heiligi bigdi kongasetur sítt í Trondhjem í Noreg. Tí vilja Nor- menn halda heiðursveitslu í tí gamla við- gitna kongastaðnum, og tað sjálvan Olav- søkudag. Firi gamalt kenskaps- og skildskaps- skuld mátti Føringar sent heilsu ivir um

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.