Føringatíðindi - 15.07.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 15.07.1897, Blaðsíða 3
Gudlringurin. (Søga av S.) (Uppatturtikið.) Hin gamla tekur hondina inn á bróstið sítt, og burtur úr einum snóri loysur hon ein ring, sum skein bjart sum sólin. »Higg, Olavur, hendan ringin skal bæði tú og sistur tín eiga, men tú skal bera hann miđlum manna; tað eru tær treytir álagdar, at blankúr má hann vera og altíð má hann berast. Søgan sigur, at hann, ið ringin ber sum hann eigir at verða borðin, eina ferð skal fáa trí av sfnum hjartans inskjum uppíilt. Ið kvussu tað er, veit eg ikki. Latið tit hann minna tikkum um tey, sum farin eru, so er hann nóg hentur. Harrin gevi tikkum eydnu sum eg gevi tikkum mítt vælsignilsi. Nú havi eg bara at biða tikkum liva í kærleika til kvønn annan, í kærleika til konga og fosturland. Harrin hjálpi mær............« Nú datt hin gamla atturá og var deyð. Bróður og sistur stóðu grátandi framman- firi seingini. Hann við ringinum í hond, tí ringi, sum so at siga var adlur teirras fedra- arvur. Einans gudlringur, men mikið verdur, tí hann varð seinasta gáva frá henni, sum stóð hjartanum næst. »Ólavur,« sigur Guðrin grátandi, »lat okkum lova her frammaníiri deyðaseingini kjá mammu, at aldrin vilja vit gloyma tað, ið hon segði í sínum seinasta og aldrin vilja vit lata av hondum tað, ið hon gav, aldrin skifta tað burtur firi nakað annað, ið kvat vit so kunna vinna. Ber tú ringin, sum hon bað teg, men bæði vilja vit í hjartanum bera tey minnir, hann kann vekja — minnið um mammu. Náttin lá mirk ivir landið. í eystri kom nú đagsglaman upp og lísur inn á tey siskini, sum sita í stidlari bøn frammanfiri tí kalda líki, sum hevði híst tí heitasta hjarta og ti trúgvastu sál. Hjartaliga biða tey, trúliga lova tey í hesu heiligu stund. Munnu tey fara og halcja tað ið tey lova? Harrin gevi ikki annað. (Endað.) I m i s t. Tit, sum senda brøv við postinum, ansi ettir at tit ikki brúka stemplað (firr brúkt) frímerkir, antin tað er vart edla óvart, tí tað kann verða tikkum til skaða. Málið (móðurmálið). Goym títt móður- mál væl og brúka tað væl. Ber kærleika til móðurmál, tí tað er tín dírastu skattur. Hoyr kvat ið góðir menn siga um móður- málið: Móðurmálið er ein skattur, sum ber í sær »Folkets Sjæl og hele Væsenc. Móðurmálið ber í sær sálina, tað heiligasta og besta kjá einum fólkaslag. Ti kann eitt fólkaslag, sum onga andliga nittu hevur av sínum móðurmáli, neyvan liva eitt fríkst og sterkt andslív. Minnini, sum kníta seg til heimið, er tað sterka heiliga bandi, sum ikki kann bresta firr enn tað besta í einum menniskja đoyr. Har sum faðir og móður livdu, har sum badnaheimið stóð, hagar sveima tank- arnir altíð attur, kvar ein so ferðast í verðini. Jú víðari ein fer, jú hjartaligari vil hann teska: »nei! einki lanđ eg elska kann sum teg, mítt móðurlandc. Gott og ilt. Einki er so ilt, at tað ikki ep gott firi nakað, og einki er so gott, at tað ikki hevur skaðiligar filgir, tá ið tað verður idla og bítliga brúkt. Ver tó ikki seinur at tráða ettir tí góða, um tað enn kundi verið til skaða og um tað hevur verið summum til skaða. Tosa ikki sum maðurin, »eg vil lesa so lítið gott sum møguligt, so veit eg minni og fái minni at svara firi.« Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið váttligt. í nógvum plássum sær vánaliga út firi at fáa torvið turt í rættari tíð. — Konsul Hansen fór 24. Júni til Kjøbinhavnar at fáa sær heilsubót. Gamli Hansen var ein av teimum firstu fríhandils- monnum, ið komu til Førjar, og hann er vælkendur viða kvar miđlum Føringar sum ein blíður keypmaður og av ítasti álitis- monnum. — Fiskiskapurin hevur verið vánaligur. Tey fiskiskipini, sum eru her um oyggj- arnar og sum frætt er frá. hava fingið: »Lalla Rookh« 16,000. »Prince of Wales« 13,000, »Ida« 10,000 og »Amaranth« 13,200. — Eitt guvuskip fráNew York »Ohio«, gott 2000 tons til størdar, var her nú ein dagin við ferðafólki frá Amerika. Skipið fór straks til íslands. úr Suðroy skrivast 30. Júni: Til Løgtingsvalgið í dag møttu 84 veljarir. Valdir vóru Petersen prestur við 83 st. og J. H. Schrøter bóndi við 80 st.; 5 st. vóru spjaddar. Tann seinasti veljari stemmaði soleiðis: pastor Petersen og Schrøter, eingin annar er nokk, hugsi eg.c Slup »Emerald«, skipari D. Thomsen, er í dag komin frá vesturlandinum og hevur fingið 9000 torskar. ísur er á norð- landinum. Fleiri av Suðroyaskipinum hava havt »Fárasjúku« um borð. Vegrið hevur verið ringt.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.