Føringatíðindi - 05.08.1897, Qupperneq 1

Føringatíðindi - 05.08.1897, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI Nr 5. AVGAST 1897. 8. Ár. Latínskúli í Havn. Á fólkafundinum »uppi á varða< varð havt upp á mál um, kvussu gott tað hevði verið firi Føringar at havt ein latínskúla I Førjum. Hetta væntaðist at Jætta nógv umkjáteimumFøringum, ið skuldi »stúdera«, og harvið vildi teir verið minni útsettir firi at komu á skeiva leið av tí at teir ikki komu burtur úr Førjum firr enn teir so at siga vóru komnir til manns. Ein smá- drongur, sum ungur og ótrestur kemur út í verðina, er lættliga førdur á skeiva leið, tí skjótari mann verða at finna »kammi- ratar«, sum vidlleiða ein, enn vinir, sum beinleiða. Bíligari mátti ta eisini verið at lært tað mesta í Førjum, enn at læra tað attanlands, og oftast man tað vera peningar, ið tróta; hugur til at læra og gávir til at læra tróta ivaleyst ikki í Førjum. Ein realskúla hava vit í Havn, og hann er hildin at vera ovlítið brúktur; út av tí leiða menn, at latínskúlin einki vildi verði brúktur. Ógvuliga órímuligt tikist hetta okkum, heldur munđi latínskúlin verði nógv brúktur og realskúlin blivi meiri brúktur av tí sama. Maður við fáum peningum og einum evna- góðum drongi, hevur lítla nittu av at senda hann til realskúlan, tá ið hann veit, at um hann hevur ráð til at halđa drongin við realskúlan til hann hevur tikið preliminer- eksamen, ikki er mentur at senda hann til útlonđini at læra meiri. Sum vituligt letur hann vera av teirri grund, og í kvørjum slíkum viðurskifti missur realskúlin ein lærlingin. Firr í tíðini var ein latlnskúli her í Førjum og hann varð so mikið brúktur, at flest ødl føroysk embætir vóru stírd av Føringum. Alt talar firi, at betri vildi tað verði nú. At tað er dólskheit, at hava hetta uppá mál, ti peningar ikki kunnu fáast til ein slíkan skúla, er sannheit uppá ein máta; 'men kví fast ikki peningur? At eitt fólk, sum t. d. kann lata árliga hundrað túsind- tals krónur burtur firi đrepandi rúsdrekka, ikki hevur ráð til at halda ein góðan skúla til almanna gagn, er ótrúligt. Her má hin góði viljin saknast. At vit til eitt slíkt almanna gagnligt mál fáa studdning frá rikiskassanum, er bæði sjálvsagt og trúligt. Um tíðin er komin til at tosa um hetta. vita vit ikki, men tað skal, ið kvussu er, framhaldast, ettirsum ein hægri skúli enn realskúlin er eitt stórt sakn kjá Førja fólki. Preliminereksamen er tikin av Jens Djurhuus, sonur O. J. Djurhuus I Áarstovu i Havn; F.lieser Olsen, sonur J. P. Olsen á Mirkjanoyri í Klaksvik, og Eva Lutzen, dóttur J. Lxitzen i Havn. Grindaboð hoyrdist 2. Avgust. Grindin var sædd í Heystoyarfirði av Velbastað- monnum. Hon var spøk og gekk væl við einans báti attaná sær inn mótur presttanga í Vágoy, tá var hon somikið frammanfiri bátin, at hon kvarv í mjørkanum. Darwinisma og kópavniða. Kópar eru enn at siggja. Níliga mundi ein heppin garpi fingið ein kóp úti í rúmum havi. Við imsar koypur og -bríksl fekk han ælt kópin tætt til bát sln, men í tí hann reiggjar fótalunnin til veiðuslag, rann manninum í huga tað, ið hin lærđi Eingilskmaðurin hevur skrivað um skildskapin midlum fólk og djór, og firi ikki at slága ein skildmann til heljar, helt hann av og lat kópin óskaddan ferðast heim til látrið. Føringafelag helt aðalfund Ólavsøkuđag kl. 3, og møtti ein hópur av fólki. Firi varð havt um stavsetingina og um lóg- broyting, meðan nevndarvalg varð goymt firi first. Kvat ið avgjørt var, kemur I næsta blað. Olavsøka. Olavsøkan var hildin sum vanligt við gudstænastu í Havnar kirkju, og prætikaði Norðoyaprestur, Løgtingið be- ginti, basarur varð hildin og dugliga dansað um kvøldið. Við basarin til vatnleiðingin í Havn er innkomið o. u. 800 Kr. Sólarmagn. í ^avhaldshúsinum í Havn var hildin fundur Ólavsøkuaftan. Umtals- evni: Førjamálið sum landamál. Talirvóru hildnar av J. Patursson, J. Poulsen, J. H. Poulsen, presti Petersen og J. H. Schrøter. Sólarmagn — eitt felag í Kirkjubø sókn — hevði bjóða til fundip. Høvuðstalarin setti tað inski fram, at Ólavsøkan meiri mátti

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.