Føringatíðindi - 05.08.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 05.08.1897, Blaðsíða 3
ráð, at passa kálhagan væl við at lúka ókrútið burt og við at væta hann upp ímidlum við tøvatni, sótvatni edla landi, sum kvørt er betri enn annað. Væl má ansast ettir, at tá ið tú gevur kálhaganum tøðufekt vatn eđla lanđ, má tað helst vera í vátvegri eđla lika undur regn, ti verður tað gjørt í turki edla sólskini, so kunnu røturnar brenna av. Tá ið tú lúkar, má tú ikki velja vátveður at gera tað í, men passa endiliga uppá, at moldin er reiðuliga turr og skørp, so kann tú lættliga fáa ókrútið burt við rótini; er plássið grunt og tær trítur mold, so rist hana bara væl av, so hon ikki spiđlist burtur; ger ikki sum eg havi sætt hálvdølsk fólk gjørt, tá ið tey lúka: tey hava forkomið ókrútstelkum við adlari moldini, tey trúgva ’nelst, at moldin ber ókrútslindi i sær, men tað er ikki so. Lat ikki óvitar lúka, sum ikki duga at skilja ókrútið frá tí, tú hevur sáað. Gev tol og lat tað, tú hevur sáað, koma so frætt upp, at tað hevur fest seg í moldina og nalur so væl, at tú ert ivaleysur í at kenna klinti frá kveiti. Um tú ikki ert umhugsin firi at fáa tær skilafólk til at lúka, kann tað gangast tær sum manninum á sinni, sum hevði kjósað sær eina gamla lúkingakonu at lúka kál- haga sín; tá ið lúkað var, sá maðurin bara nakrar ókrútsblókkir her og har, annars var alt svart, men hin gamla hevði gloymt glaseyguni heima og tikið »kláru« við ístaðin firi. < Flest adlir kálhagar her kjá okkum eru ov grunnir, men summir eru verri enn aðrir og partar av kálhaganum kunnu vera ójavnir; ansa tí væl ettir at bera vatn á har, sum grunt er, helst um turkur er fleiri dagar uppí slag, annars kannst tú onga gleði fáa av grøðini. Ein maður hevur verið her, sum kundi væl at fáast við kálhagar, hann hevði tann máta, at »sikta« moldina firi smásteinar og ókrút. Okrútið bleiv so lagt í eina rúgvu og blandað við fesk tøð; um trí ár so var tað feit og góð mold, sum kundi berast inn attur í kálhagan, men siktast mátti hon áður. Summi brúka kvítan skeljasand at strøiða midlum »bedini«, men tað er skaðiligt firi tær plantir, sandurin kemur at, tí tá ið hann verður trakkaður niður i moldina, sker hann røtirnar og vøksturin følnar. Heldir má ein brúka fínan gráan sand, ti hann ger bara gagn. Vil tú onkrantíð >leggja bedini um«, so hevur moldin gott av at blanđast við tann fína sandin, meðan hin kvassi sanđurin hevði gjørt stóran skaða og spilt moldina. Urtagarðsvinur. Telegrafurin. >Dim.« buður frá, at nú eru góðar vónir um, at Førjar fáa »telegrafisk« sam- band við umverðina, og hon leggur attarat: »der kann vel næppe være Tvivl om, at Telegrafstationen her paa Færøerne bliver i Thorshavns umiddelbare Nærhed.t Eg vil hopa, at eingin »Tvivl« kann vera um, at »telegrafstatiónin« í Havn ikki verður einsamødl í Førjum, og i sama viðfangi skal eg av rama álvara minna »Dim.«s blaðst. á, at blaðið, firi uttan at bera navnið »Dimmalætting«, kadlar seg »amtstíðindi firi Førjar«. Suðringur. Politiviðtektir. Tað er nógv vatn runnið í strond síðani eg fekk at hoyra, at vit kundi vænta okkum sokadlaðar »politiviðtektir« firi Havnina, sum skuldi rætta nógv rangt her kjá okkum, einki er komið enn. Av tí at eg fegin vildi fingið at vita kvussu samanhangi er, má eg spirja: Kvør kann siga mær, kvat ið hesum vælsignaðu politi- vedtægtum líður? Havnarmaður. * * * Blaðst. veit ongan annan at vísa spirj- arinum til, enn Havnar kommunustíri. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið gott og lítt, men terrin hevur verið linur. — 24. júli doyði »gamli Restorff«, 81 ára gamalur. M. C. Restoríf kom sum bakari til Førjar í 1848. Tá ið fríhandil kom í staðin firi tann konguliga einahandil, var R. ein tann firsti, ið dróg sær nittu burtúrhesum; væl liddur, sum hann var, fekk hann fólk at skjóta saman til ein handil, sum hann bleiv firistøðumaður firi. Dugnamaður var hann, tí tó stundum sá mirkt út, greiddi hann seg burtur úr, og er M. C. Restorff & Snr.s hanđil enn tann størsti her. Væl dámđi honum arbeiði og nógvum skaffaði hann tað; góður var hann við fátæk fólk, og tað besta skoðsmál, ið gevast kann, má gevast honum: »Hann verður saknaður». í fjør bleiv hann ærisborgari í Havn. Filgið var eitt tað størsti, ið hevur sæst.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.