Føringatíðindi - 05.08.1897, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 05.08.1897, Blaðsíða 4
— 4- Avgust var valg av einum limi til Havnar kommunustíri, og valdur varð E. D. Bærentsen keypmaður við (sum tað sigst) 16 st. Júst bóndi sigist at hava fingið 15 st. og P. C. Jacobsen 4 st. — Til løgtingsmann í Eysturoy er valdur O. H. Dahl í Funningi. — Kvalaveiðumaðurin Grøn hevur fingið o. u. 30 stórkvalir. — Til annanlærara við realskúlan i Havn er ein Simesen útnevndur. — Við »Botnia« í gjár er lanđbrúks- konsulenturin atturkomin av burturferð. — Við sama skipi kom Havnarpresturin Rohde við konu. úr Suðroy. Daniel Jacob Danielsen úr Sunnba 34 ára gamalur umborð sum matrós í Vágsskipinum »Laura«, Kapt. Olsen, er 5. Júli fadlin firi borð og deyður o. u. 30 fjórðingar úr Sumburgh Head (mótur útnorðingi). Skipið fór firi mátaligum sunnanvindi. Tá ið mesantopseglið skuldi takast niður, kom skjøtið fast um gaffilin. Mesanseglið bleiv so strikað; men tá ið gaffilin var komin niður o. u. mannshædd frá dekkinum sprakk D. J. Danielsen upp á bummin; eingin ansaði tað. Gaffilin sló og D. J. D. datt niður attan firi hekkina. »Redningsboya« varð kasta út og skipið lagt í vinđin. D. J. D. fekk mitt um linuna og lesti seg fram til loggið, og so helt hann. I.ínan varð so hála inn, men tá ið o. u. 15 favnar vóru ettir, slepti hann takið og fleyt so omaná vatnskorpuni, men áðrenn báturin kom til var hann horvin — við alla. D. J. D. var frálíka raskur maður og ógvuliga djarvur. — n. Júli var níggji kirkjugarður í Froðba vigdur. Kirkjugarðurin liggur við Trongisvágsfjørð omanfiri Tvøroyri. — Thomas Jacob Thomsen úr Kvalba o. u. 35 árø gamalur er 15. Júli omandáttin í »líttlu Dímun«. Fh. J. Th. fekkst við at kóka nakað kjá sær og felum; meðan hinir fingust við at fanga fugl, var Th. J. Th. dáttin niður; fadlið var o. u. 80 favnar og klettur var undur, so hann steindoyði. Maðurin hevði konu og bødn, var fátækur, men limur av forsikringsforeiningini. — 15. Júli sóðu Kvalbingar grind í Suðroyarfirði. — Tann 30. Júli um morgunin snimma bleiv meldað firi síslumanninum, at ein »fírbøtari« frá einum eingilskum fiskidampara var horvin. Nakrir klædnatraðrir, sum hann hevði átt, vóru funnir tætt við sjógvin. Tað bleiv leitað bæði uppi og nirri og »rapportur« varð upptikin. Út á dagin kemur hesin jassurin krupandi fram úr maskinrúminum á »Føringur«. Seint um náttina var hann fudlur farin ui 1 borð í skipið, ið lá tætt við land, hevði síðani sum »kendur maður« smoykt sær niður ígjøgnum eitt hol til maskinuna og fekk :.ær har omaná ketlinum ein søtan svøvn. Tað var held firi knassan, at ikki varð »firt í« meðan hann lá og svav. Umbøting. í seinasta blaði, greinini um goo ára hátíð í r Trondhjem, stendur í næstfirstu reglu: Olavur hin heilagi, les: Ólav Trygva- son. G á t a. Kent av navni, men ikki sætt, tó ófrið tað skapar, so havi eg frætt; í suðri, f norði, í eysti, í vest, tað arbeiðið tarnar vár og heyst. Git mær kvat hetta slagið er, sum ómakar bæði Pál og Per. H. LÍSINGAR. Fransk høðulsjødn, bílig og góð, frálíka skarpt bit og løtt at brína, fáast, tillíka við sagabløðum, sagafílum, tummastokkum o. a. m., kjá Djóna ísaksson. Góðar og bíligar »Harmonikaer« fáast kjá Djóna Ísaksson. Kjá Tórshavns handilsforeining fæst gott mjøl firi 6 oyrur pundið. Til keyps inskist av brúktum væl við- farnum bókum við edla uttan permu: Jakob Jakobsen: Poul Nolsø. V. U. Hammershaimb : Færøsk Anthologi. Havn, 4. Júli 1897. Marie Mikkelsen. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann framman undan sjálvur síggja kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skulla hagreiðast. Keyparir vendi sær til Jens Olsen. Prentað hjá „Fær® Amtstidenđes Bogtrykkeri“. — Blaðstýrari: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.