Føringatíðindi - 19.08.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 19.08.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr 16. 19. AVGUST 1897. 8. Ar. Ettir avgerð á nevndarfundi kunna greinir upptakast í »Føringatíðindi« við gomlu Hammershaimbsku stavsetingini, tá ið inn- sendarin inskir tað. Føringafelag. Sum nevnt í seinasta blaði varð aðal- fundur hildin í felagnum Ólavsøkudag, og fram varð lagt til umrøðu og avgerð bønar- bræv frá Føringum í Danmarki um at fáa »broytingina« burtur og ta gomlu Hammers- haimbsku stavsetingina attur í brúk kjá felaginum. Formaðurin gav frágreiðing frá teim matastu grundinum, bønarbrævið ihni- helt til frama firi Hammershaimbsk skriv- ingarlag fram firi broyting. Tosað varð av presti Petersen, sum limi av sjeymannanevndini, av J. Poulsen, D. Isaksen og P. Niklasen firi broyting, meðan J. Patursson helt við adressu- monnunum og ynksti Hammershaimbs stavseting atturtikna. Talað varð ein stívan tíma. Eitt uppskot til svar til adressu- menninar soljóðandi »Av tí at tann stavsetingin av Førja málinum, sum Føringafelag eigur og nú brúkar, er hildin at vera bæði góð og gagnlig, er felagið ikki til sins at skifta hana burtur við nakað annað skrivingarlag enn á sinni.« var framsett og stemmað um. Av tí at fólkið var nógv og avstemningurin gekk trekliga firi seg, kundi ikki gerast skil á stemmunum á fundinum sjálvum, helst tá ið fleiri setti fram iva um, at adlir teir, ið stemmaðu, vóru limir av felaginum. Tí varð hetta goymt til ein nevndarfund attaná firi at tað so kundi avgerast, kvør ið limur var og kvør ikki. Tá ið stemmað var um hetta uppskotið, spurdi orðstírarin, um tey, ið stemmað høvdu ímóti tí, eisini ødl vildu stemma firi Ham- mershaimbs skrivingarlag. Hartil varð játtað og eingin segði nei; men av tí, at so hervuligur røringur var komin i, fekkst ikki í lag at stemma skriftliga, og við tað, at ein partur av fólkinum kundi vera rímt, er hildið at vera imist, um nøkur røtt av- gerð kann sigast at vera viðtikin. Eitt uppskot til broyting av felags- lógum, so at fráverandi limir skuldu kunna stemma skriftliga, varð fellt, tí at tveir partar av samankomandi limum krevjast til at játta lógbroyting. Ometuliga lívliga gekk til' á fundinum, helst meðan stemmað varð. Normanna- blóðið var komið í kók. Harðligari og lívligari fundur hevur neyvan verið í Før- ingafelag. Á nevndarfundi, ið hildin varð til at granska stemmugevingina á aðalfundinum, sum uppskrivað var av 6 góðum monnum, vóru so imisligar meiningar, at best funnust at vera tey ráð, at biða ein óveldugan (ópartískan) mann til skiljudómara. Ein slikur var spurdur og sakin firi- løgd honum av formanninum og einum nevndarmanni úr kvørjum sinum parti. Svarið varð framlagt á níggjum nevndar- fundi soljóðandi, at ødl tey, ið uppskrivað vóru, høvdu haft rætt til at stemma. Harvið mátti hitt firr nevnda uppskotið sigast at vera fellt. Síðan vóru imisligar meiningar um, kvat ið meiri var avgjørt. og um ivir- høvur nakað kundi sigast at vera avgjørt. Firi at sleppa frá hesu fiøkju, varð framsett uppskot at lata tann, ið skrivar, kvørja ferð ráa firi, um stavsetingin skal vera gomul Hammershaimbsk edla broyting. Bibilsøgan skuldi tá prentast sum skjótast við tí broytta skrivingarlagnum. Hetta uppskotið varð viðtikið í einum Ijóði av ødlum q nevndarmonnum, ið har vóru til steðar.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.