Føringatíðindi - 16.09.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 16.09.1897, Blaðsíða 1
 FØRINGATlDINDI Nr 18. 16. SEPTEMBER 1897. 8. Ár. Løgtingstíðindi. Føgtingið endaði starv sítt 13. Septbr. Imisliga verður dømt um. antin væl er komið útav edla ikki. Próstur okkara kom ongantíð á ting. Firsta partin av ting- tíðini restaði har firi uttan 4 titigmenn í talið. Einar tværreisur høvdu einir tveir tingmenn ørindir uttanumvegir og teir seinastu dagarnar vóru 5 burtur. I hesum skili kundi ikki alt væntast at koma væl úr hondum. — Strandingslógin, sum hevur gingið attur í mong harrans ár, varð seinast í tingtíðini køvd. — Sama enda fingu »Politiviðtektir«, sum kommunustírið í Froðbíar sókni hevði smiðað, og sum løg- tingið skuldi bøta um og góðkenna. — Sakin um at skilja bø frá haga, sum var firi í fjør, varð útsett til komandi ár, so at skrivari, síslumenn, kommunustírilsir o. fl. kunnu fáa stundir til at finnast at tí upp- skoti til lóg, sum smíðað er. Ein dagin, tá íð eingin av sakinum var attur komin frá teimum nevndum, sum vóru settar til at granska tær, var for- maðurin komin á samt við tingmenninar at gera ferð til Kirkjubíar við »Smiril«. Ettir hetta stóð at lesa í einum av okkara bløðum, at løgtingið hevði verið til »inspektión« í Kirkjubø. Tingmaðurin úr Funningi, O. H. Dahl, spurdi tí á einum ettir filgjandi møti, kvussu tað hevði seg við hesu ferð, kvar- uppá formaðurin (amtmaðurin) segði, at ferðin mátti ikki kadlast »inspektión«. Til at samráðast við J. Mortensens Eftf. um ferðaætlan firi »Smiril« næsta ár hevur tingið sett eina 3-mannanevnd: Dahl, Miiller og J. H. Pállsson. Ur amtsfátækkassanum verður útbitt: Til Vágs sókn (N.) 50 kr., Kunoyar sókn 60 kr., Nes sókn 40 kr., Sjóar sókn 40 kr., Eiðis sókn 150 kr., Funnings sókn 30 kr., Kirkjubiar sókn 30 kr., Kalbaks sókn 80 kr„ Kvalvíks sókn 50 kr., Miðvágs sókn 40 kr., Sands sókn 180 kr., Skálavíks sókn 30 kr., 1. 2. Húsavíks sókn 80 kr., Froðbiar sókn 100 kr., Vágs sókn (S.) 100 kr., Sunnbíar sókn 20 kr. og Havnar kommuna 100 kr. Bønarbrøv eru send frá tinginum til ríkisstírilsið: um at fáa veitt stirk til skúlabiggjingar í Skálavík, Húsavík og Skúoy og til skúlastóvu i Dali. um at fáa 9—8 og 7 túsund krónur firi tey first komandi 3 árini til at at fremja royndir við skipsfiskiskapi um imisligar ókunnugar leiðir. (Grønland, Spitsbergen, Noreg og Kvíta havið og til makrelveiðu midlum Hetland og Noreg.) 3. um at fáa 2500 krónur til flutningsgjald o. a., sum neyðugt kann vera um Før- ingar skulu fáa gagn av fiskiskaps- framsíningini í Bergen næsta ár. 4. um at fáa 500 kr. til ferðastirk til Kirkjubøbóndan til at granska jarða- brúkið í Noreg (mest í norðasta parti av landinum). 5. um pensión til O. P. Effersø's einkju. Har firi uttan eru til ríkisstírilsið send brøv: um uppskot til lóg (viðvíkjandi bróstsjúku kjá fólki) um skoyti til lógina um um- farsjúkur útgivin 30 Mars 1895. um at friða skúgvin (bræv var komið til tingið um at hesin fuglur var komin nær til at útruddast í ødlum londum, tí inskti prof. Lútken, sum stendur firi zoologisk museum í Kjøbinhavn, at ráðgevarin skuldi fáa slíka friðing í lag). um broyting í politiskipani (bræv var komið frá ráðgevarinum við spurningi um, kvat tingið helt um eitt uppskOt til politiskipan, sum firrv. amtmaður var framkomin við. — Tingið vildi ikki ráða til nakra stóra broyting, men helt at líkindi kundi verið til at seta politi á Tvøroyru, i Klaksvík o. a. st. og minka Havnarpoliti attur ímóti.) um strandingslógina við bøn um at fáa hana attur til umvælingar komandi ár.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.