Føringatíðindi - 16.09.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 16.09.1897, Blaðsíða 2
ugt vísur seg at vera, at senda spurning til ráðgevarin viðvíkjandi spekulanthandli og umboðshandli í Førjum, og at senda spurning til ráðgevarin um, kvussu § 8 í træðarlógini skal tolkast. (Niðurl.) J. P. G. hevur í »Føringatíðindi« nr. 16 skrivað eina langa grein, sum sipar til at Vágasíslumaður skuldi haft felt rangan dóm um finningafiskin í grindini, sum doyði 12. Avgust í Miðvági. Jacob Pauli og Oli uppi á trøð, sum siga seg first at hava hava sæð grindina, mugu ivaleyst hava verið fuđlir edla ikki hava haft sínar 5 sansir, tá íð teir hava greitt J. P. G. frá; tí tað ljós, hann hevur fingið í sakini, er ikki rætt dagsljós, men heldur óvanda kertustubbaljós. Stivt kvarter ettir tað at Huldubáturin hevði upp á mastur og róði av adlari makt firi at stedga grinđini, sum gek við sjógv á baki móti Stakkinum, sat hesin Kvívíks- báturin, sum sigur seg at vera komnan firstur til grindina, firi Gjáarbotni við snøri. Idla ber hetta til, tá teir blivu við at sita við snøri ettir at grindin gekk norð um Nípuna og vendi attur móti Stakkinum við sjógv á baki. Tað var Miðvágsbáturin edla huldu- báturin, sum J. P. G. kadlar hann, sum sá grindina norðan undan Títlaskorum tætt kjá grindini. FráStakkinum vendi grindin sær út suður-vestur-ettir og inn attur í grunnin og kom beint á Kvívíksbátin, sum tá firstani hevði upp á mastur. Teir høvdu knapt sæð grindina, sum hulđubáturin úr Miðvági forfilgđi, hevði hon ikki hildið beint á teir, tó at teir siga seg at hava sæð grinđina, tá ið hon kom inn um Kolturs- nakk, og samlað hana saman (var tað eisini sætt úr Kvívík?) Her um vegir hevur tað ikki hoyrst, at bátur, sum hevur sætt grind við landið, hevur sitið og rikið við snøri ein tíma ettir tað, grindin er sædd og ikki hevur boðað frá sær. Tað eru ikki minni enn 3 bátar við 16 monnum, sum siga hetta um Kvivíks- bátin, soleiðis sum eg havi greitt frá, og tað mátti verið løgið, um teir adlir skuldu logið. J. P. G. sigur ímidlum annað »at tristurin kjá Óla var sæddur Kvívík suðuri um Dípisklettar havandi uppi á mastur, og leingi ettir tað at Kvivíksbátar vóru farnir av stað, sást glaða í Koltri.« Men eingin Kvíviksbátur uttan tristurin kjá Óla var komin til grindina, firr enn hon var vestan firi Stakk. Harfiri máttu teir bátar, sum fóru ettir Olasar grindaboðum, first verið kjá Óla og loyst hansara snøri úr botni úti um Dípisklettar, tí annans máttu teir verið komnir til grindina firr, tí hon var eina ferð norðuri á Nøvum (Búkonuni) ettir tað at tristurin hevði haft upp á mastur, edla skam sigi at Kvívikingar eru raskir at rógva grindaróður, tá íð teir brúka tímar at rógva suður á Búkonu, sum ikki er longri í máli enn tveir fjórðingar. Mær tikir, at Jacob Paulas atburður var heldur Ijótur, meðan síslumaðurin tók vitnisburð av finningarmonnunum á Miðvágs- bátinum og Dalarbátinum; tí um náttina stóð Jacob Pauli og legði oyrað attur at vindeyganum og hurðini til at hoyra, kvat bleiv forklárað firi síslumanninum innanfiri. Ikki mann fara at ganga Ola og Jacob Pavla betri hesu ferð, enn tað gekk øðrum grindaformanninum í Kvívík tá íð hann klagaði Vágasíslumann firi at hava forbrotið seg móti grindalógini seinasti ferð grind kom í Vestmanna. Miðvági 2. Septbr. 1897. Huldumaður. Nógv hevur verið tosað um skitførheit norður á Gjánoyri. Menn meina, at nakað má gerast firi at tað ikki skal verða ringur endi her norði í sundalaginum. Tosað er um ta vanlukku. skitførheitin her kann bera við sær 1) firi Førjakassan, 2) firi fólkið, her bir. Eg má spirja kví? Eg eri væl kendur við standin á Gjánoyri, men kann ikki siga, at hann er nakað at kráa um. Væl veit eg, at her luktar helđur vánaliga við kvørt; men vit Føringar, í alt fadl vit, sum búgva í Sunđalaginum, hava ikki so fína nøs edla so veikar nervir, at tað skaðar okkum. Guđ viti kvussu okkum skuldi gingist t. d. við váring, um vit ikki toldu annan royk enn hin, góðir menn hava í lummaklúti og fín fólk bera í fløsku. Harmiligt tikir mær, at Gjánoyramaðurin skal vera so framstidlaður, sum gjørdi hann bara ilt firiFørjar. Eingin einstakur maður i ríki okkara hevur gjørt so nógv gott firi Førjafólk sum hesin eini útlendingur hevur gjørt ’nesi árini. Kvalakjøtið av Gjánoyri hevur verið til ómetuligan stuðul í mangum fátøkum húsmannsheimi. Umframt hettar hava vit fingið eitt minstirbrúk í landið í einari vinnuvegsgrein, sum neyvan hevði komið í lag av øðrum enn fremmandum, kom tað ikki frá Føringum sjálvum, og higartil hava Føringar ikki haft tann kenn- skap til kvalaveiðu, sum nítist, so teir hava einki kunna gjørt. Nú kunna teir ivaleyst fáa kennskap í slíkum um teir vilja. Var tað ikki beinari av Føringum at hjálpt hr. Grøn til at loyst knútar, enn at kníta knútar í hansara tráði, og til at rudđa vegin í staðin firi at stikla grót á vegin. Ein maður norðan firi streym.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.