Føringatíðindi - 16.09.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 16.09.1897, Blaðsíða 3
1 norskum bløðum er at lesa: »Hilsen til Olavsdagen fra F ærøerne. Fremskridsforeningen »Sólarmagn< sender norske Deltagere i Olavsfesten sin hjerteligste Hilsning i Dagen Anled- ning. Olavsøka er altid Færøingernes Højtidsdag; dobbelt vil den fejres, nu den oprinder saa særlig festlig for eder, Frænder. Hil eder, som kalder Minderne til Live igen. Leve Trondhjem, vor gamle Kongestad! Leve Norge, vore Forfædres Land! Færøerne, io. Juli 1807.« Eg biði »Føringat.«s blaðst. upptaka hetta, og eg vil firi mín part i sama bili siga »Sólarmagn« mína bestu tøkk firi hesa heilsu til okkara frændir hini minni hav. Mær firikemur, at tað lítla felagið heiman firi Havnina her hevur gjørt okkum øðrum firi skommum í okkara egnu eygum, men reddað okkum frá skomm i Norðmanna eygum. í kvussu tað verður bronglað, var tað Føringars plikt, um nakað tæri var í teimum, av fudlum huga at taka lut i há- tíðini í Trondhjem, í ti at vit eiga ødl tey gomlu minnini í felag við Normenninar, tey minnir, sum vit mugu halda fast uppá og halga, um vit, firi uttan at skamma okkum, tora at kadla okkum Føringar. Harfiri eru vit líka góðir, ja betri danskir undirsáttar. Danskarinir eiga minnir frá gamlari tið áðrenn vit komu attur at teimum, og teir gera rætt í atgoymatey; Føringar eiga minnir frá forntíðini áðrenn teir komu áffur" at Danmarki, og tað mugu teir eisini hava loyvi til at halga. Firi tað kunnu bæði Føringar og Danskarar halga tey minnir, vit eiga til felags. A. S. * Beinaraðið. Ein doktari, sum eisini var »búktalari«, vilđi hava ein đjarvan drong til at hjálpa sær við størri uppskeringar. Áðrenn hann gav plássið burtur, vildi hann royna dirvið teirra, sum tænastu søktu. Ein firi og annar ettir komu teir inn í stovu hans. Royndin stóð í at geva einum beinarað heita súpan. Beinaraðið stóð í einum króki og var øðiligt at sjá. Teir raski dreingirnir fóru so at mata beinareðið, men tá íð firsta skeiðin var komin i hálsin, rópar tað: »Tað er ov heitt, óreinsettur!« Hetta var meiri enn dreingirnir kundi tola, og ein firi ein kasta teir súpanastampin frá sær og springa á đir. Tá íð doktarin hevði mist mótið um at fáa nakran drong til hjálp, kom ein dagin ein reiðiliga ungur drongur og bjóðar seg fram. Doktarin biður hann mata beinaraðið, og hann so ger. Sum vant hoyrist rópið: »Tað er ov heit, ólukkusettur!« Drongurin letur seg ikki forskrekkja, hann ripar nevan í heysin á beinaraðnum og rópar atturímóti: »Er tað ov heitt til at svølgja kjá tær, so blás á, letingi sum tú ert.« Sjálvsagt fekk hesin drongurin plássið. Tað er long, long tíð síðani, at ein harramaður herskaði í Kirrustøð. Hann var av ítastu firitøkumonnum og hevði nógd av fólki í røring til at gera imislig arbeiðir, sum hann fann uppá. Tað var lítið brúku- ligt at lata pening firi dagsverk, men helđur kodn, mjøl edla annað matkint. So bar tað á, at ein maður av Brimnesi hevði firi dagsverk tingað sær set av einari sjald- samari urt, sum nevndist jørðepli. Tá, íð Brimnesmaðurin skuldi níta setina, fer hann til harragarðin, og var tá harramaðurin ikki heima. Kvussu tað bar til edla ikki, so fekk hann heim við sær ein sekk við jørðeplum, sum stóð avmettur har á harragarðinum. Tá, íð nakað var umliðið, kemur harramaðurin heim og fær at vita av hesum viðurskiftum. Hann gjørdi tá mikið dundur, tí at hetta var sekkurin, íð ætlaður var til ferðakost til stóra knørr. Skil mátti vera á ødlum. Tey jørðeplini, Brimnesmaðurin skuldi hava, vóru firi handan fjødl, og onnur skuldi hann ikki njóta. Hevði hann sett hini niður, mátti tey takast upp attur, og hevði hann etið tey, so mátti gerast hol á hann. Sum sagt so gjørt. Harramaðurin letur manna ein fríðan knørr og heldur kósina út á Brimnes. Har stóð so til, at tveir kannubarar stóðu skornir í einum íláti og hitt var niðursett. Brimnes- maður læt brátt frá sær tey skornu eplini, men mátti trúgast harðliga til at grava hini uppattur. Harramaðurin fór tá fróður heim- attur við fongi sínum. Um knørrakadlarnir nutu nakað av eplinum, nevnir søgan ikki. Tó mundi eisini her galda hitt gamla orðið: Mangur fær tað, ið øðrum er ætlað, men eingin tað, ið øðrum er lagað. —s. Túnatos. Per: Makaleysa skjótførir hava teir verið við hoynum í ødlum vesturbigdunum á Sandoydni. Pál: Kvussu tá? — í ødlum vestur- bigdunum? P er: Tey siga, at Pellus hevur skrivað

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.