Føringatíðindi - 07.10.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 07.10.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr 19. 7. OKTOBER 1897. 8. Ar. Atlíða vit Gud og lóg og rætt og dirka vit vísdómsánd, so birtist kjá Feringi ljósari tíð at skína frá strond til strond. A okkara døgum verður nógv, óføra nógv, gjørt firi framgong, kroppsliga lív- inum viðvíkjandi, runt um heimin. Ti betri eru vit Føringar eisini farnir til gongu fram ettir, og ettir okkara førumuni reið- iliga væl. Slíkt er gott og gleðiligt, og ein og kvør. sum tekur lut í strevinum firi framgongd, eigur stóra tøkk, og væl gan- gist ødlum, sum leggja pening og arbeiði til firi at fremja okkara vinnuvegir á sjógv og landi, so at, sum fólkið nørist, eisini rásirnar kunnu víðkast firi at fáa arbeiði og neyturvuligt undirhald til landsins sinir og døtir. Væl gangist ødlum, sum birta í fólki arbeiðshug og elva kappingalist midlum manna, so ein og kvør strevar firi at vera bestur i sínum vinnuvegi. Tá íð ein slík tíð er á veg at renna upp kjá okkara fólkið, ræður tað um, at ikki hin síðan av jarðalivinum verður gloymd. Skal matstrevið ikki køva alt tað besta og heiligasta, sum bír í menniskjanum, so má eisini gerast nakað fni, at upplísing um andlig viðurskiftir gongur fram; við øðrum orðum: tann andligi útviklingurin má ar- beiðast fram á sama hátt, sum hin kropps- ligi. Hetta sínist tí betri eisini at standa klárt kjá nógvum Føringum, tað sast best av tí, at nógv góð mál henda vegin nú um stundir eri uppi og leggjast fram firi fólkið. Víða kvar um oyggjarnar eru badna- skúlar uppsettir við hjálp frá statinum. Menn meina, at skúlaskapurin (skipan) er ikki tiðssvarandi og heldur ikki passaður ettir føroyskum viðurskiftum (forholdum), og ein slík meining er ikki firi uttan find. Tað má havast f minni, at Føringar og Danskarar í nógvum lutum eru heilt frá- iíkir kvørjum øðrum, meðan skúlaskapurin er smíðaður eins firi báðar. Tað er ettir- inkjandi, at hetta verður viðað og broytt. Tað er ein gamalur tanki, íð nú i næstum er komin til orðar, at fáa háskúla í Førjum. Vit vilja í dag ikki framseta nakað um, kvussu ein slíkur tanki kann førast út í livið. Tað skal bara sigast, at um ein háskúli fæst í lag { Førjum, má tað endiliga stílast so, at skúlin passar firi Føringar. At ein slíkur skúli nú á døgum er hentur, ja neyðturvuligur firi Førjafólk, er óivað. Tað má vera at inskja kjá okkum ødlum, íð vilja okkara fólki væl, at tað kann fáa lut í tí besta, sum gevist á fóldum: reinum, sannum, heilsusamum upplísningi. Føringafelag. Sunnudagin 26. Septbr. varð hildin aðalfundur í Føringafelag. Ivir 30 limir vóru møttir. Til orðstírara varð valdur A. Degn. Framløgd vóru 3 uppskot til lóg firi Føringafelag, eitt frá einari til tess valdari nevnd, eitt frá A. Degn og eitt frá A. Sámalsson. A. Sámalsson tók sítt uppskot attur. Tey m'ggju uppskotini vóru dømd til heljar. men varð viðtikið at skoyta og broyta ta gomlu lógina, mest ettir A. Degns uppskoti. (J.ógin kemur í eitt seinri blað.) Attaná hetta varð nevnd firi 1898 vald. Valdir vóru: Andr. Sámalsson, B. A. Samuelsen, D. Isaksen, Sam. Olsen og A. Degn firi Havnina; J. Patursson, Kirkjubø, firi Suðurstreymoy; S. Zachariassen, Fugloy, firi Norðoyggjar; J. Poulsen á Strondum firi Eysturoy; J. Jacobsen í Miðvági firi Vágoy; Pastor Petersen í Kvalba firi • Suðroy; O. J. Olsen í Vestmanna firi Norðstreymoy. Føroysk rættskriving. Ein og kvør, sum var við til at skriva Føroyskt úti í gomlu fútahúsum í fjør, leggi merki til, at skrivingin attur beginnir i kvøld klokkan g og so kvørt tórskvøld í vetur fra kl. 9 til 10. Maður, sum gav leiðbeining ífjør, hevur Jovað at gera tað attur í ár, og hopast má, at ein kvør, sum hevur hug at Jæra føroyskt skriftsmál, vil beginna í kvøld og sjálvsagt halda út adlan vetur; gongur tað vánaliga í firstani, so hava royndir víst, at tað kvøld ettir kvøld gongur betri og betri. Føroyskur almanakki. Álmanakki, út- roknaður firi Førjar og prentaður i føroyskum máli, kemur upp í firsta postskipi og verður at fáa viða kvar í Førjúm. Heftur kemur hann ikki at kosta meiri enn 16 oyr., kannska minni. Ettirsum »universitetið« hevur latið útroknað okkum henda álma- nakkan, hopa vit, at Føringar vilja keypa hann dúgliga, tí eingin annar álmanakki er so góður at rokna streym og tíðir ettir, sum hanh.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.