Føringatíðindi - 07.10.1897, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 07.10.1897, Blaðsíða 2
Imisligar eru søgurnar. Tá íð eg í »Føringat.« nr. 18 sá søguna um harramannin í kirrustøð, rann mær í tankar, at eg framman undan hevði lisið eina søgu, eisini um ein harramann i Kirristøð og ein arbeiðsmann á Brimnesi. Tó at søgusmiðurin »Greinjus« sigist at útgeva søgur, sum eru um tað sama og tó eru ójavnar í ljóði, kann eg neyvan trúgva, at søgan í »Føringat.« og ettir- filgjandi kann vera ein og sama søgan. Søgan, eg vil greiða frá, Ijóðar so- leiðis: Eina ferð var ein maður á Brimnesi, sum í mong harrans ár hevði staðið í skuld til ein harramann i Kirrustøð. Firi at minka um hesa skuld og síðani firi at fáa nakað at liva av, bað hann harramannin um loyvi til at arbeiða á harragarðinum. Hetta læt harramaðurin sær ettirlíka og tók hann til arbeiðis. Harramaðurin visti, at Brimnesmaðurin hev<M konu og smá bødn at fóðra og sum einki fíngu, uttan kvat hann veiddu, tí tókti honum sind i mann- inum, og læt hann kvørt kvøld Brimnes- mannin fáa kost heim við sær til konu og bødn og tó skrivaði honum til góðar eina passaliga løn kvønn dag. Brimnesmaðurin var í sjeynda edla ottanda himli og takkaði hjartaliga harramanninum firi góðgerð sina. Ein tíð gekk so, og endin var, at ar- beiðið var liðugt, og menninir skuldi skiljast. Gremur tá Brimnesmaðurin seg um, at hann einki fekk várað, tí jørðeplir síni hevði hann noyðst til at kóka um veturin. »Neyðár maður,« sigur harramaðurín, »tað er sirgjuligt firi teg, sum nógv hevur at føða. Eg kann forverva tær seteplir hini minni fjadl, um tú vilt fara ettir teimum, og pening skaltú fáa frá mær til at gjalda tey við.« Gott stóð í boðið, men ongantíð fekk Brimnesmaðurin í lag at fara ettir eplinum, tí sigur harramaðurin við hann: »Tú fert meni at fáa eitt sindur frá mær, eg eri sjálvur ikki væl staddur.« Máldi hann honum so ein fjórðing av góðum set- eplum. Brimnesmaðurin bað so um, at eplini mátti sleppa at standa á harragarð- inum inntil seinri. Ein dagin, sum Brim- nesmaðurin visti, at harramaðurin var burtur, kemur hann til harragarðin og ber boð frá harramanninum, at húsfólkið hevði at meta honum eina tunnu av eplum i staðin firi seteplini. Trekliga vildi húsfólkið ganga inn uppá hetta, men endin var, at maðurin fekk eina hálva tunnu; hina kundi hann so tosa við harramannin um. Hetta dámdi Brimnesmanninum einki víðari, men fór tó við hálvtunnuni. Dagin ettir kemur harra- maðurin attur og hoyrir um hesu lignmans- boðini, Brimnesmaðurin hevði borið. Ei dáni í, at hann bleiv argur av slíkari ótakk- somheit. Brádliga sendir hatvn Brimnes- munninum tey lovaðu seteplini og heimtar hann ettir tí hálvtunnuni, hann hevði tilvent sær, kannska mest firi smakkins skuld, tí bara ettir eina nátt hevði Brimnesmaðurin kóka av eplinum, og tað var varla firi at fáa tey at vaksa betri i jørðini. Soleiðis er henda søgan greidd firi mær, og minnist eg hava so væl av tí, at eg júst tað árið helt søgublaðið, sum smettan »Greinjus« sendi út. Skuldi eg eina ferð enn vilja komið við einari edla aðrari søgu frá »Greinjusi«, so hopi eg mær loyvist at fáa hana í »Før- ingatíðindi«. eg. Góð ráð firi ein og kvønn. Reinførheit er ein dígd, veríð tí reinfør. Fólk, sum eru reinfør, vera vird av ødlum. Eitt skitlit konufólk edla mannfólk verður skíggjað. Hús, kroppur og klæðir mugu vera rein, tí slikt gevur góða heilsu. Vatn trítur ikki, og tað fæst firi lítið og lætt. Skitførheit ger ein soltnan og neyðarsligan, dovnan, idlsintan og klændringasaman, ber gikt, skrubb og aðrar sjúkur við sær. Verið tí reinfør — tað sigur Jógvan. lEttir ,,Raadgiver for Hus og Hjem".) S t a v o r. (Ein sega.) Á einari oyggj í Zeudersjógvinum lá eina ferð ein ríkur staður, nevndur Stavor. Lið og tárn vóru høg, gøtúrnar breiðar og húsini prúð; skeltini á durunum vóru av reyðargudli, og túni frammanfiri var silvur- sett. Áv ødlum hesum ríkidømi blivi fólkini í Stavor hugmóðig; mest tó ein jomfrú; hennara navn er nú gloymt, sum hon í sínu tápuligu stoltheit hevði gloymt Gud og hans heilaga navn. Eina ferð segði hon til ein av sínum skiparum: »Skunda tær og lætt akker titt! Eitt ár unni eg tær, men áðrenn tað er útrunnið, skaltú vera atturkomin við tí sjaldsamasta og besta, ið jørðin gevur.« »Fegin geri eg, kvat tú bíður,« segði hin gamli skiparin. »Men sig mær: kvat tikist tær at vera tað sjaldsamasta og besta í verðini. Er tað gudl edla silvur, perlir edla dírir steinar? Er tað kodn edla vin?« »Firi teimum, sum tæna mær,« svaraði tann stolta kvinna, »má eitt orð av mínum munni vera nokk. Tú verður hildin firi at vera klókur, halt uppat at spirja so tápuliga. Far av stað! Ber mær tað sjaldsamasta og besta — eg sigi ikki meir.«

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.