Føringatíðindi - 07.10.1897, Síða 2

Føringatíðindi - 07.10.1897, Síða 2
Imisligar eru søgurnar. Tá ið egí »Føringat.« nr. 18 sá søguna um harramannin í kirrustøð, rann mær í tankar, at eg framman undan hevði lisið eina søgu, eisini um ein harramann í Kirristøð og ein arbeiðsmann á Brimnesi. Tó at søgusmiðurin »Greinjus« sigist at útgeva søgur, sum eru um tað sama og tó eru ójavnar í ljóði, kann eg neyvan trúgva, at søgan í »Føringat.« og ettir- filgjandi kann vera ein og sama søgan. Søgan, eg vil greiða- frá, ljóðar so- leiðis: Eina ferð var ein maður á Brimnesi, sum í mong hatrans ár hevði staðið í skuld til ein harramann í Kirrustøð. Firi at minka um hesa skuld og síðani firi at fáa nakað at liva av, bað hann harramannin um loyvi til at arbeiða á harragarðinum. Fletta læt harramaðurin sær ettirlíka og tók hann til arbeiðis. Harramaðurin visti, at Brimnesmaðurin hevði konu og smá bødn at fóðra og sum einki fingu, uttan kvat hann veiđdu, tí tókti honum sind i mann- inum, og læt hann kvørt kvøld Brimnes- mannin fáa kost heim við sær til konu og bødn og tó skrivaði honum til góðar eina passaliga løn kvønn dag. Brimnesmaðurin var í sjeynda eđla ottanda himli og takkaði hjartaliga harramanninum firi góðgerð sína. Ein tíð gekk so, og endin var, at ar- beiðið var liðugt, og menninir skuldi skiljast. Gremur tá Brimnesmaðurin seg um, at hann einki fekk várað, tí jørðeplir síni hevði hann noyðst til at kóka um veturin. »Neyðár maður,« sigur harramaðurin, »tað er sirgjuligt firi teg, sum nógv hevur at føða. Eg kann forverva tær seteplir hini minni fjadl, um tú vilt fara ettir teimum, og pening skaltú fáa frá mær til at gjalda tey við.« Gott stóð í boðið, men ongantið fekk Brimnesmaðurin í lag at fara ettir eplinum, tí sigur harramaðurin við hann: »Tú fert meni at fáa eitt sindur frá mær, eg eri sjálvur ikki væl staddur.« Máldi hann honum so ein fjórðing av góðum set- eplum. Brimnesmaðurin bað so um, at eplini mátti sleppa at stanđa á harragarð- inum inntil seinri. Ein dagin, sum Brim- nesmaðurin visti, at harramaðurin var burtur, kemur hann til harragarðin og ber boð frá harramanninum, at húsfólkið hevði at meta honum eina tunnu av eplum í staðin firi seteplini. Trekliga vilđi húsfólkið ganga inn uppá hetta, men endin var, at maðurin fekk eina hálva tunnu; hina kundi hann so tosa við harramannin um. Hetta dámdi Brimnesmanninum einki víðari, men fór tó við hálvtunnuni. Dagin ettir kemur harra- maðurin attur og hoyrir um hesu lignmans- boðini, Brimnesmaðurin hevði borið. Ei dáni i, at hann bleiv argur av slíkari ótakk- somheit. Brádliga sendir hann Brimnes- munninum tey lovaðu seteplini og heimtar hann ettir tí hálvtunnuni, hann hevði tilvent sær, kannska mest firi smakkins skuld, tí bara ettir eina nátt hevði Brimnesmaðurin kóka av eplinum, og tað var varla firi at fáa tey at vaksa betri í jørðini. Soleiðis er henda søgan greidd firi mær, og minnist eg hava so væl av tí, at eg júst tað árið helt søgublaðið, sum smettan »Greinjus« sendi út. Skuldi eg eina ferð enn vilja komið við einari edla aðrari søgu frá »Greinjusi«, so hopi eg mær loyvist at fáa hana í »Før- ingatíðindi«. eg. Góð ráð firi ein og kvønn. Reinførheit er ein digd, verið tí reinfør. Fólk, sum eru reinfør, vera vird av ødlum. Eitt skitlit konufólk edla mannfólk verður skíggjað. Hús, kroppur og klæðir mugu vera rein, tí slíkt gevur góða heilsu. Vatn trítur ikki, og tað fæst firi lítið og lætt. Skitførheit ger ein soltnan og neyðarsligan, dovnan, idlsintan og klændringasaman, ber gikt, skrubb og aðrar sjúkur við sær. Verið ti reinfør — tað sigur Jógvan. lEttir ,,Raadgiver for Hus og Hjem“.) S t a v o r. (Ein sega.) Á einari oyggj í Zeudersjógvinum lá eina ferð ein ríkur staður, nevndur Stavor. Lið og tárn vóru høg, gøturnar breiðar og húsini prúð; skeltini á durunum vóru av reyðargudli, og túni frammanfiri var silvur- sett. Av øđlum hesum ríkidømi blivi fólkini j í Stavor hugmóðig; mest tó ein jomfrú; hennara navn er nú gloymt, sum hon í sínu tápuligu stoltheit hevði gloymt Gud og hans heilaga navn. Eina ferð segði hon til ein av sinum skiparum: sSkunda tær og lætt akker titt! Eitt ár unni eg tær, men áðrenn tað er útrunnið, skaltú vera atturkomin við tí sjaldsamasta og besta, ið jørðin gevur.« »Fegin geri eg, kvat tú bíður,« segði hin gamli skiparin. »Men sig mær: kvat tikist tær at vera tað sjaldsamasta og besta i verðini. Er tað gudl edla silvur, perlir edla dírir steinar? Er tað kodn edla vin?« »Firi teimum, sum tæna mær,« svaraði tann stolta kvinna, »má eitt orð av mínum munni vera nokk. Tú verður hilđin firi at vera klókur, halt uppat at spirja so tápuliga. Far av stað! Ber mær tað sjaldsamasta og besta — eg sigi ikki meir.«

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.