Føringatíðindi - 07.10.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 07.10.1897, Blaðsíða 3
Okkurt var at gera. Bangin grundaði skiparin uppá, kvussu han skuldi gera sínari herskarinnu ettir vildum. At endanum ætlaði hann at keypa kveiti. Einki er so firi neyðini sum kodn, og av ødlum kodn- sløgum er kveiti tað dírabarasta. So helt hann sína kós móti fremmindum londum og keypti har tiggju túsund tunnur av tí besta kveiti, jørðin hevði borið, og áðrenn firri hálvi parturin av árinum var umliðin, kastaði hann akker á Stavors vág. »I.ongu atturkominU rópti tann stolta jomfrqin, tá íð hann, meðan hann boygdi seg til jarðar firi henni, segði seg at hava útrættað ørindið. »Eg trúi, tú enn vart á Guianas gudlstrondum firi at leita fram teir skattir, eg beyð tær at bera raær.i »Herskarinna,« svaraði tann gamli, »eg føri tær tað besta kveiti, jørðin nakrantíð hevur borið.« »Og tú bert mær tað ússaliga kveiti, kvarav ið bakað verður breyð! Eg hoyrdi nokk ikki beint? Beyð eg teg ikki bera mær tað sjaldsamasta og besta.t »Herskarinna,« segði tann kvíthardi maðurin eymmjúkur, »biða vit ikki Gud kvønn dag geva okkum tað dagliga breyð; kvussu kannst tú tá vannvirða tað kodn, kvarav breyðið verður til?« »Eg vil vísa tær, kvussu eg vanvirði tað. í kvørjum skipsborði bleiv lastin tikin inn?« »Høgra!« »So sipa hana uppá eygablikkið út í sjógvin frá vinstra borði! Hoyrir tú! Eg vil sjálv koma firi at vissast um, at tú gert sum eg bjóði.« Skiparin fór, men kundi ikki bera ivir sítt hjarta at filgja hesum skammuligi boðum. Hann samlaði ødl fátøk í staðnum saman, firi at teirra bønir kundu bloyta hjartað kjá tí ríka. Tá íð jomfrúin kom til sjóndar, fudlu ødl tey fátæku á knæ og bønaðu hana um at geva teimum tað kveiti, havið skuldi slúka, so tey kundu mettast. Hon virdi teimum ikki svar — skips- fólkini kastaðu ettir hennara boðum alt tað deiliga kodn ivir borð, meðan tann útsvøltaða mannamúgva sansarleys av sorg skoðaði at. Tann gamli skiparin kundi ikki bara sær og segði í vreiði, so ødl hoyrdu: >Gud vil straffa eina slika gerð. Tað vil koma tann dagur, tá íð tú vilt samla eitt og eitt kodn av gøtuni firi at minka um svølt tín; og tá vil eingin unna tær nakað.c Ein hánandi látur kom sum svar. »Stavors ríkasti arvingur skuldi nakran- tíð fattast breyð ? Aldrin! Tað er so ómøgu- ligt, sum at eg síggji henda ring attur.c Og hon blakaði ein gudlring í havið. Sama kvøld varð ringurin funnin í einum fiski og borin henni. Ein tima seinri frættist, at ein skipafiota. hon hevði sent til Eystur- lond við handilsvari, var strandað. Líkn- andi skepnu fingu tey skip, móti Norðan- londum vóru send, og so kom eitt ríkt keypmannshus til kort og tók hana við, tá íð tað fadl. Alt hevði sum svorið seg saman móti henni, og líðandi fór hon niður á bakka. Svang og køld gekk hon og bað, men eingin tókti sind i henni; tí hon hevði aldrin tókt sínd í øðrum. Orðini kjá tí gamla manninum blivu sirgiliga sann; Stavors ríkasti arvingur kvíldi á køldum hálmi, tá íð hon slóknaði. Men hini riku i staðnum speglaði sær ikki í hesum. Tey livdu sum firr, hugstór, uttan at ofra Gudi ein tanka. Á tí plássi, kveitin var søkt niður, kom ein sandfles, sum bleiv kadlað jomfrúflesín. Á henni gróð ein vøkstur, íð líktist kveiti, men øksini vóru ikki mataði. Hægri og hægri bleiv flesin, og at endanum foraði hon skipinum at søkja havnina, og harvið misti staðurin sínar inn- komstir. Men fólkini livdu enn sum firr. Tá reisti eina nátt havødn seg, og aldurnar brutu gjøgnum skansarnar og skolaðu ivir adlan staðin. Maktaði eygað at rakt við havsins botn, vildi tað tann dag í dag sað Stavor við sínum príðiligu tárnum og portrum. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið umskiftandi, vindsamt og vátligt; lítið er komið á sjógv, og enn er ikki alt hoyggj samankomið í summum plássum. Fiskiskipini eru nú flest ødl atturkomin, og veiðan er ivir høvur í ringara lagi. Fleiri skip eru farin til útlondini við veiðini í hopi um at fáa betri pris har enn her. — »Pride of Essex« hevur mist ein mann ivir borð á ferð frá íslandi, »Flower of the Valley« eisini ein mann, og Suðroya- skipið »Norðstjørnan« misti tveir menn, men eydnaðist at fáa annan attur. — Nítt kvalaveiðufelag sigist at hava hug at seta seg norður í Kvannasundi. Skuttarin kjá Grøn, Michelsen, og ein Havnamaður hava verið har norðuri og ætlað um plássið dugur til setur firi einu kvalaveiðustatión. LlSIMAR. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann framman undan sjálvur slggja kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skulla hagreiðast. Keyparir vendi sær til Jens Olsen.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.