Føringatíðindi - 21.10.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 21.10.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr 20. 21. OKTOBER 1897. 8. Ar. Til fiskiskapsframsiningina i Bergen hevur Japans ríkisstírilsi meldað seg at verða við. Tá, íð hetta ódannaða heiðinfólk, sum bir so mangar túsund míl burtur i verðini, heldur tað vera ómakin vert at senda lutir til hesa framsíning, mátti vit Føringar, sum ikki hava meir enn hálva aðru dagsskeið til Bergen, — og helst okkara stórkeyp- menn, — tókt tað skomm at sitið ettir sum heimakir. Jarða-lógs-óskilið. Til níggja kvalaveiðufelagið, sum er í umbúna, sigist at vera keypt grund til støð, virkihús og sethús við Fossá. Tað til- skilaða plássið er í Depilshaganum av haga- partinum »firi norðan«, sum er ognarhagi. Ettir gjaldandi lóg er forboðið at selja lutir av jørð, uttan so at kvør gidlin verður seldur i heilum líki innangarðs og uttan- garðsvið viðurgerðum,útrægstri,torvheiðum, strondrætti og øðrum herligheitum. Tann, ið arvar edla keypur jørð, sum snøklar eru ólógliga seldir burtur av, kann krevja snøklarnar attur, ,og hann, sum snøklarnar hevur keypt, fær ikki annan rætt enn at søkja peningin attur frá ti, íð selt hevur, um hann so er deyður edla av landi skotin. Kvussu hetta níggja felagit^ fær sær veiðustøð — til leigu, edla ólóliga til keyps — edla um ríkisstírilsið veitur tí borgararætt, so at tað ivir høvur kemur til at nita nakra veiðustøð, harum var ikki ætlan her at orða; men her skal mest framdragast, at tað tikist stór skom firi løgtingið og teir, við stírið hava staðið, at slík lóg hevur goldið í 40 ár. Sum herfiri hevur verið statt, hevur maður ikki kunnað fingið ognarrætt til biggjugrund, fiskaturkingapláss, kálhaga edla annað grundstikki, uttan hann hevur keypt tilhoyrandi haga, bø, træðarpartar, fuglabjørg, feitilendir og alt sum er. Frá hesum hevur tó verið undantikið træðir, sum eru gjørdar inn av Húsagarðshaga í Havn, og tær træðir edla grundstikkir, sum verða keypt av kongsjørð ettir níggju træðarlógini. Men nógv eru tey pláss, kvar ið nítast grundir til imislig endamál, og kvar íð eingi edla bert ópassalig pettir av kongsjørð eru til. Til at bøta um hetta óskil, hevur løg- tingið í ár haft firi eitt uppskot til lóg um at skilja bø frá haga. Hetta uppskot er umvælað og sent út til granskningar til skrivarin, til síslumenn og sóknarnevndir. Stórur hevur mótviljin verið ímóti at broyta nakað í tí gomlu jarðaskipanini, og vænt- andi kann vera, at um uppskotið sleppur at smoygja sær ígjøgnum riksdagin, so verður »hundur ikki meir enn hálvbardur«. Nógv mann fara at standa ettir til at steingja firi framburði í besta álitisvinnuvegi okkara. Um hoyggjing. Ikki kann annað sigast, enn at gleði- ligur framburður hevur verið hesu seinastu árini víða kvar i Førjum, kvat tí viðvíkir at leggja sær nær at fáa neytum nítuligan vetrarkost. Meir og meir verður lagt dent uppá at sláa grasið, áðrenn tað er ov trænað edla rotið vtð rótina. Eisini verður meiri lagt dent uppá at fáa hoyggjið saman við góðskuni; tað verður nú undan óterralíkindum *um tað er lint og hálvturt latið saman í kidlingar, i staðin firi, sum áður var siður, at lata tað liggja útbreitt, inntil tað var skarpt men hartil útvatnað og avbleikt. Sum firr er nevnt her í blaðnum hevur tað í langa tíðir helst í Svøríki verið siður at heingja sítt gras uppá stengur til turkingar. Ettir sum viður er ov dírur her í landinum, kann slíkt ikki duga kjá okkum. Har attur ímóti tíkist tað at vera góð ráð at heingja gras uppá tráð. Galvaniseraður tráður er bestur, menn væl brætt snøri kann eisini brúkast. A vesturlandinum í Noreg kemur tað alt meir og meir í brúk at turka gras uppi á tráð. Atburðurin við grasturkingini er líkn- andi sum við kodnturkingini, sum roynd hevur verið í fleiri bigdum í Førjum. First og fremst er at hava ein stólpa við kvønn enda av turkilaðnum. Hesir stólpar mugu vera so væl festir edla spentir, at teir ikki avlagast av vindi, tá ið grasið er upphongt. Har, sum nógv grót er í bønum, loysir tað seg at gera varðar, upplagaðar við sement- aðum klípum, til at festa endastólparnar í; annars kunna stólparnir festast við tog- edla stáltráðspennum og niðursettum halum. Niðarsti tráður eigur at vera 15—18 tummar

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.