Føringatíðindi - 21.10.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 21.10.1897, Blaðsíða 3
konuna og gekk so hart eftir vestfallsbrođdi, at sjálvur ein stórur bátur úr Miðvági neyvan fylgđi henni, hvussu kundi tá Kvívíkingar, sum máttu draga bát úr neysti og eisini rógva tveir fjóringar ímóti tí sama broddi, um teir skuldu vera komnir til grindina, áðrenn hon vendi suðuraftur, teir máttu tá róið minst dupult so skjótt sum Vágarmenn, tað mátti verið nakað stývt kravt av teimum; teir kunnu vera góðir røðara, um teir ikki kundu tað. Er tað nú so, at Miðvágsbáturin og Huldubáturin eru ein og tann sami, so hevur tað veriðMiðvágsbáturin, »sum eftirsøgnum« fór hálandi suður gjognum Grunnin aftaná tristinum, so máttu teir, um teir ikki, líka- sum Nelson áKjðpinhavn, hava sett kikara fyri tað blinđa eygað, — haft sæð, at trist- urin, sum róið frammanundan teimum, hevði uppi á mastur, og sóu teir nakran bát fyri Gjáarbotni reka við snori, so hevur tað verið ein rættur huldubátur. Heðan úr sóknini var hann ikki. Síðan hugsa vit okkum Miðvágsbátin rógvandi vestur í land, og tá hann kom inn undir Títtlaskor, siga teir seg at hava sæð grindina tætt hjá. Teir máttu haft sæð hana fyrr, og gekk hon sum teir siga, mátti tað illa borið til at verið sama grindin, sum legði beinini, og um tað tó. var so, so dugi eg ikki betri á at skyna, enn at allur teirras grindaróður hevur verið, at teir hava róið tann neyðar hálvfjóringin, undan Títtla- skor og suður fyri smágjáirnar og haðani útaftur mót grinđini, sum Kvívíksbáturin kom rekandi sunnaneftir við. At greiða meiri frá hesum umsvipum her í blaðnum, kann lítið vera vert, men tað hopi eg, at »H.« sigur ikki uppaftur, at tristurin sat og royndi við snøri, meðan Vágarmenn róku grind, og um so iómanns eru ætlaðir at vitna tað sama, so kvíði eg, at tað man fara at sigast um teir, sum áður segðist um Jodarnar, at »teirra vitnis- burður kom ikki ásamt«. J. P- G. Vegmerkir. Ganga vit ein almanna bigdarveg, so raka vit ofta við eitt edla annað merki, sum ber eitt vælkent navn, eitt navn, sum ljóðar líka heimligt um adlar Førjar, so sum: á sín, á kirjarheyggi, á leiti, á kvíl- ingasteini o. s. fl., og vit, sum eru von at ganga hesar vegirnar, kenna ødl væl hesu merkini og vita av teimum, á kvat leið vit eru, og kvussu langt vit eru komnir fram á vegin. Men tað er nú ikki bert okkara almanna vegir ivir dalar og fjødl, sum hava hesu vælkendu merkini við tí heimliga ljóðinum — eisini histórian vísir okkum slík merkir, og tað bæði ljós og mirk. Tey eru kvílingarsteinar firi tankan og minna um tað, ið farið er, og lata gruna tað íð koma skal; men fjórðingartalið frá merkisplássunum til vegins enđa, tað er dult firi mansins sjón. Z. Bróðurkærleiki. (Ein arabisk søga.) Eina ferð vóru tveir brøður, Ali og Zeid. Teir áttu báðir eina trøð, og tá íð heystið kom, bítti teir midlum sín tað, jørðin hevði borið, og setti bundini í skrúgv úti á markini. — Men um náttina, tá íð alt var kvirt víða kvar, vaknaðu teir. Teir komu til at teinkja kvør uppá annan, Ali uppá Zeid, og Zeid uppá Ali, og teir komu til at tikja sind kvør í øðrum. Kvør tonkti um annan: Neyðardíri hansara; hann kundi trongt til at fingið meira enn helftina av tí, heystað var; eg vil fara upp alt firi eitt og flita nøkur burdir av mínari skrúgv ivir til hansara. Báðir snikti seg út og tóku til at arbeiða. Midlum skrúgvurnar gingu teir móti kvørjum øðrum, og tá íð teir f mirkrinum bóru eyga við kvønn annan, stedgaðu teir og tonktu: Man tað vera ein av himmalinums einglum, íð ber mær væl- signilsi? Attur fóru teir til gongu, og kendi so kvønn annan. Tá fataðu teir alt, sleptu bundinum, og fevndist við gleði. FRÁ ÚTI.ONDUM. Tó at friður nú er inngingin midlum Turkar og Grikkar, stendur ikki ov væl til við friðinum f Turkaveldi; tað kókar undir loki í fleiri støðum, bæði í Armenialandi og á oynni Kreta og víða kvar. Úr Indialandi frættist enn um miklan ófrið. Tíðindir sigast úr Sibirialandi, at luft- ballón hevur verið sædđ, so at væntuligt er at spirja nítt frá svenskarinum Andráe, sum í summar beyð til at vitja norðpólin við ballón. Tíðindir úr Førjum. Yeðurlagið hevur verið umskiftandi og vætumikið. í vikuni, íð var, var avkavað um alt landið. Síðani kom lágættaharðveður. í fleiri bygdum var ikki alt hoyggj samankomið á Mikkjals- messu og tá íð veturnáttadagurin kom, var ikki beint firi ødlum hoynum. — Veðurlambsskurðurin hevur firi

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.