Føringatíðindi - 04.11.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 04.11.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 21. 4. NOVEMBER 1897. 8. Ár. Lóg firi Føringafelag. (Viðtikin á aðalfundi 26. September 1897.) Føringafelags endamál. § 1. Firsta og fremsta endamálið er at fáa Førjamál til æru. § 2. Annað er at fáa Føringar til at halda saman og ganga fram i ødlum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir. Skipan. Limur av Føringafelag kann kvør, íð hevur gingið til, verða og letur til felagið tann stirk, honum edla henni listir, tó ikki minni en 25 oj'rur um árið. Tann. íð inskir at verða limur, biður ein av nevndini um at taka seg upp, og geldur limagjald firi eitt ár. Hann verður tá upptikin í felagið og skrivaður í limabókina á firsta nevndarfundi, íð hildin verður attaná, og fær sama dag sín rætt sum limur. § 4- Til at fremja tað, ið felagið firi hevur, veljast 12 av liminum firi eitt ár ísenn, ein úr kvørjum prestagjalđi og fimm aðrir úr Havn. Ein av teimum tekur við peningum, íð saman verða skotnir, og greiður frá, kvat kvør hevur latið, tá íð limir inskja tað. .§ 6. Aðalfundur (generalforsamling) verður at halda á kvørjum ári í Havn um Olav- søkuleiti ettir at dagur minst ein mánað framman undan er lístur í »Føringatíðindi«. Á hesum fundi verður at velja felagsnevnd og roknskapsgranskara firi tað komandi árið, sum roknast frá níggjári til níggjár. Teir limir, sum ikki kunna koma á aðalfund, hava lov til at geva »fudlmaktc til ein felagslim at stemma firi seg. Limir og fudlmaktir ognast í ødlum firi tað sama. Tað, sum meginparturin av teimum møttu stemma firi, er avgjørt, tó kunnu lógirnar ikki broytast, uttan minst 60 eru møtt og 2/s av teimum møttu stemma firi slíkari broyting. § 6‘. Formaðurin i Føringafelag og teir nevnđarmenn, sum lættliga kunnu spirjast, avgera nær og kvar aðalfundurin skal verða hildin, og dagur, tíð og pláss má umframt lísingina í felagsblaðnum kunngerast ikki seinri enn 2 dagar frammanundan við upp- slidnum lísingum í Havn. Aðalfundurin velur sær sjálvum ein orðstírara, meðan formaðurin framleggur málini til umrøðu. Alt, sum avgjørt verður edla firi verður haft, verður straks skrivað í gerðabókina og prentað í firsta »Føringatiðindi«, íð út- kemur attaná. § 7- Umframt Ólavsøkufundin, skulu aðrir aðalfundar verða hildnir, tá íð minst 30 limir ivir 18 ár krevja tað, edla tá íð nevndin heldur tað verða neyðugt. § 8. Nevndin hevurfund firra partin í kvørjum mánað, edla oftari, tá íð nevndarformaðurin heldur tað verða neyðugt, og altíð 2 dagar frammanundan aðalfundi. »Føringatiðindi«. § 9- Føringafelag eigur »Føringatíðindi«; tað ber undirskot og eigur ivirskotið av blaðinum. § 10. Blaðstírarin firi »Føringatíðindi« veljist firi eitt ár isenn av nevndini og tekur við frá ista September. Eingin kann veljast til blaðstírara, sum ikki er í Føringafelag edla er unđir 25 ár. § ii- Blaðstírarin hevur ta løn, sum aðal- fundurin setur firi. Hann svarar firi blaðið tað ár, hann er valdur firi, um hann so letur ein annan stíra tí firi seg. Nevndin skal kvørja ferð, íð ein níggjur blaðstírari er valdur, skriva ímiđlum sín og hann eitt semjingarbræv, so at felagið ikki skal líða vansa. Blaðstírarin skal uppsigast straks, tá íð hann arbeiðir og skrivar so, at Før- ingafelags endamál kann líða skaða. Alt, sum í blaðið kemur, skal vera skrivað við hampuligum og sømuligum orðum. Fer blaðstírarin uppá ein edla annan máta frá, áðrenn árið er úti, sum hann er valđur firi, skal nevndin firi Føringafelag

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.