Føringatíðindi - 18.11.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 18.11.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATtÐINDI Nr. 18. NOVEMBER 1897. 8. Ár. Fiskiskapsframsíningin í Sergen. Nú i tíðini verður við adlar framsíningar lagt dent uppá ikki bert at skapa ein basar edla eina prøvakrambúð, kvarí fólk kann fáa at vita, kvussu góð hendan edla handan varan er, og kvussu mikið hon kostar; men tað verður eisini roynt at vísa, kvussu kvørt varuslag verður tilgjørt. Irkisevnir og tilfar frá nútíð og fortíð verða framsett saman við tí tilgjørdu varuni, so at síggjast kann, kvat ómakur er gjørdur firi at fáa varuna so góða, som hon verða kann. Við leysligari skoðing kann tað vísa seg ónittugt, at gera so mikil umsvip við varuframsíningin ; men tann, íð hugsar gjødligari um sakina, kann síggja, at slík tilfars- og amboðsframsíning er ikki til púra ónittu. Firi'uttan tað gagn, íð hevst av, at keyparnir læra at kenna atburðin við tilfari og virkimátum, gagnar hesin framsíningsmátin eisini við at príða og rúgva upp, so at fólk ikki sleppa til at ganga ansasleys uttan um varuna. Av hesum grundum má hopast, at Føringar verða sameindir um at gera tann føroyska partin av fiskiskapsframsíningini í Bergen so príðuligan og rúgvumiklan sum møguligt, og tí senda ikki bert tað, sum roknast til handilsvaru, men eisini alskins amboð og tilfar, sum nítist til høvuðsvinnu- veg okkara. Jarðarøktin í Havn. „. . . bera t&ð og tara, o nei, o nei, o nei! Havnarmenn hava eina tíð herfiri haft orð firi at vera frálíka ágrítnir til at dirka jørðina. Mangir av teimum hava lagt sær ótrúliga nær við at slætta. turrleggja og fáa í góða tøðukraft eyrheyggjar, míruhol og hedlusvað, sum útgera mesta partin av markini uttan um Havnina. Tari edla fiska- slógv hevur sjaldan fingið frið til at Hggja í fjøruni, og søgur ganga frá, at folk og dunnur hava tugað í kvønn sín gadnarenda niðri á sandi; so nógv hevur verið lagt dent uppá at henta upp alt tøðukint til at bøta um moldina við. Men tíðirnar umskiftast og fólkið tekur sær níggjar siðir. Nú er ikki sjaldsamt at síggja mikjutøð í flóðini, tari liggur vikur og mánaðir óníttur. og mangan dagin fer størri parturin áv tí fiskaslógvi, íð kemur til lands, attur á sjógvin. Ein og annar, helst av miðalaldurs edla eldru monnum starvast enn við jørðina i sama lagi sum firr, men ivirhøvur er veltingahugurin lítil. Tiðsondin sipar mest til at søkja slíkt ar- beiði, sum gevur peningin í hondina sama kvøldið, tá íð tað stendur í boði, og annars at gera einki um dagin og leita til ølið um kvøldarnar. Ein nógd av prúðum húsum verða bigd ár undan ári og tað gevur arbeiði firi smiðir og grótmenn og vinning firi handils- menn. Ti verri eru tey nógv, sum hava kjadlin i sjónum og sera lítið til studning á landinum. Mong av teimum hava vænt seg til at liva kræsuliga og hava loftað sær høgt í teimum góðu árunum. Kvussu verður kjá teimum um ring ár koma? Kvussu verður endin? Kvør rósar sinari rótasúpan. I nútíðini verður alt meir og meir gjørt av at lísa í bløðunum varur, sum eru til at selja. Jú betri ein dugur at rópa uppá at varan er frálíka góð, frálíka bílig edla frálíka hent, jú meiri kunnu fólk væn- tast at keypa. Mangt, sum verður soleiðis upprópt, hevur lítið at tíða, og mangt hevur ikki tað góðsku, sum tað verður givið út firi. Ein maður hevði funnið upp smirsl til at fáa berskødlutum fólki hár attur. Hann smíðaði sær tá eina søgu um, at eina ferð hevði hann slett av smirslinum niður á ein avlógvaðan kópaskinsklæðsekk; og dagin ettir var klæðsekkurin alloðin í teimum støðum, sum smirslið hevði borið við. Hetta var nú eyðkent skrøgg; men stundum er ringari at døma, kvat virði tað rós hevur, sum keypmaður flitur fram um varu sína. Ofta er varan góð í sær sjálvum og hent til tað, hon eigur at verða brúkt til, men tá íð prísurin er órímuliga høgur og seljarin við at seta eitt fínt edla dimligt, ókunnugt navn á, edla við príðuligari innbadling, fær bíttlingar til at keypa dúgliga, tá nevnist slíkt humbug. Humbug er eisini at geva

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.