Føringatíðindi - 02.12.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 02.12.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 23. 2. DECEMBER 1897. 8. Ár. Sálmur. (,,IÁtli“ hevur irkt) Góði Jesus, tungt mær hjartað er við sorg og sút og tráð, hart meg treingir dimmið svarta, angist alla gleði vá. : Kæri Jesus. Jesus pápi, hjálp mær nú at finna heim. : J Eg í hvørjum hyrni hoyri óndar andar rópa hart. myrkrið er so dimt sum droyri, ei tú hond út frá tær sært. j: Kæri Jesus, Jesus pápi, hjálp mær nú at finna heim. :: Ut úr kvørjum króki starur brigslandi eitt eyga gløggt, telur mínar syndir harðar, berst so boð mót himli høgt. j: Kæri Jesus, Jesus pápi, hjálp mær nú at finna heim. : Heimið hevur ljósar hallar, — so mær segði móður frá — glitrar út í ættir allar, sólskin er í hvørju vrá, J: Kæri Jesus, Jesus pápi, hjálp mær nú at finna heim. : Friður heldur har til húsa. eingin vekir harm og sorg, songur, harpusláttur brúsa tónandi í faðirs borg. : Kæri Jesus, Jesus pápi, hjálp mær nú at finna heim. : Álmanakkin. Føroyskur álmanakki er útkomin og fæst í bókhandlinum í Havn firi 11 oyrur. Firi Føringar er hesin álmanakkin betri enn nakar annar. Vón er um, at Føringar vilja keypa hann og lata hin danska vera, sum kostar 5 oyrur meiri. í einari grein attaná í álmanakkanum stendur, at hin lærdi skúlin í Keypmannahavn (universi- tetið) kvørt ár vil útgeva ein slíkan álma- nakka firi Førjar, ettirsum bøn er framsett harum. Vit Føringar vilja vist adlir veita teim ráðandi tøkk firi hetta og eisini má landsmaður okkara Dr. phil. Jakob Jakobsen ikki gloymast, tí hann er tað (ettir »Dim.«), sum hevur skrivað álmanakkin uppá Før- oyskt. Tað var eitt stórt spursmál, um universitetið hevði latið álmanakkan prentað uppá Føroyskt, høvdu vit ikki ein so nógv avhildnan og vælkendan landsmann í Keyp- mannahavn. Eina tøkk mugu eisini út- gevarnir av »Hent bók« fáa, tí kvør veit um ikki hon hevur gjørt sítt til, at álma- nakkin er komin. Nevnast skal, at Grøn- lendarirnir í fleiri ár hava haft álmanakka uppá sítt mál. Føringafelags endamál: »at fáa Førja- mál til ærut og »at fáa Føringar til at ganga fram í ødlum lutum so teir mugu verða sjálvbjargnir*, hevur sett mongum manni grá hár í heysin. First og fremst er tað teir »snúsfornuftigu« Føringarnir, ið hava dáttið um hetta »programmið«, sum er hildið at vera skaðiligt og vitleyst; so hava eisini einstakir góðir danskir menn her gingið í felag við tann partin av okkara landsmonnum og grinið at okkara starvi edla gjørt seg til idlar menn av tí. Nú má tað jú av ødlum teinkjanđi rrienniskjum ivaleyst sannast, at tey, sum antin vanvirða Føringafelags endamál edla ilskast ivirtað, hava ikki hugsað nógv um sakina sjálva, hava ikki hugsað so mikið, at tey hava smíða sær eina meining, men mugu hava lurtað ettir ørvitistosi, annars vildi eingin funnist at einum fólkaslag, um tað enn er fáment, ið strevar firi at goyma sítt móður- mál og firi at koma so langt fram á lívs- vegnum, sum Harrin hevur givið tí megi og vilkor til. Kvørt fólkaslag og kvør einastur maður, sum nakað evni er í, ger j.ú tað sama; kví skulu so Føringar ikki gera tað? Tað er plikt mótur okkara forn- fedrum, okkum sjálvum og okkara ettir- komarum, tað má ongantíð gloymast. Tá íð einstakur maður íetur í órøkt arv ettir fornfedrar, kadla vit hann við røttum órøki- klepp; tá íð einstakur maður ikki roynur

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.