Føringatíðindi - 02.12.1897, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 02.12.1897, Blaðsíða 3
Tó at tað skuldi edna til so seint á degi um hesa ársins tíð at fingið rikið grindina í eina edla aðra kvalvág, skuldi tað eisini nógvar fornuftgrundir til at fáa ein rættan grindamann til at stanđa uppi á landi og síggja grind beint úti firi og kunna sleppa til hennara. men ikki royna tað. — Nógvir Velbastaðmenn vóru burtur tann dagin. 24/u <57- Plur. Um seiðamuría-sølu. Um seiðamurta-sølu til agn til Eingilsk- menn hevur B. sagt A tí vil A. siga B. Tað er ikki bara í tí kjá B. nevnda pláss- inum, seiðamurtur verður seldur til agn, og eg haldi, at tað er eingin ógerð í slíkum. Ødl vita vit, at tá íð Eingilskmenn hava fingið smakkin av kalvafiski, so halda teir ikki upp at fiska, íð kvar so agnið kemur frá. Ikki trítur agnið t. d. í Hettlandi. Fáa teir tað ikki her, so fáa teir tað har, ti má eg halda, at so leingi Eingilskmenn hava lov til at fiska og lov til at eta før- oyskan kalvafisk, hjálpir ikki, um Føringar síta teimum agn. Líka gjarna kunđu vit latið verið at selt Fisk okkara til Eingilsk- menn hugsandi sum so: selja vit fisk til Eingilskmenninar, so nøra vit um tað slagið, sum fiskar adlan fiskin undan okkara landi. Líka lítið sum eg hugsi tað hevði hjálpt, um vit lótu vera við at selja okkara fisk til Eingilskmenn í tí treysti, at teir vildi ruddast út, líka lítið hugsi eg tað hjálpur, um vit nokta teimum agn. Eitt havi eg at útseta uppá agnsølu okkara, og tað er, at vit selja agnið so bíligt, at Eingilskmenn mangar ferðir heldur keypa tað i Førjum enn heima. Slíkt mugu vit venja okkum av við. A. Grót í lunga. Vísmenn spretta upp her á landi sum hundaland úr eplasong. Nýliga er ein komin fram í »Dim.«, sum ketta upp úr høvdatrogi. Bakteriur søkjast og finnast í øllum. Um teir so fara í grvlubúna, kunna vis- menn finna og kenna tær. Hesu ferð er talan um hina vælkendu tuberkelbacillu, sum hevði fjalt seg i grótinum í seyða- lungum. Nú sleppur hon ikki longri til at siga »fýra pence fyri meg«; tí vísmaður okkara hevur funnið hana. Nakað dólskir hava allir »landkirurgar« og »fysikussar« verið, at liva ímidlum allan hendan tuberkelseyðin, sum hevur verið her í Førjum so leingi nakar veit frá at siga, og nakað latur hevur tann maðurin verið, sum fær so mangar hundrað krónur um árið firi at føra »samvitsfulla inspektión« ivir teimum ómælandu! Hetta um tuberkel- bakteriur í seyðalungum kom so dáttliga, at væntandi er, at triðja hvørt fólk í land- inum doyr av ræðslu yvir allar tær bak- teriurnar, tað hevur etið niður í seg. í »Dim.« stóð nakað um, at sakin tarvaði víðari granskning. Ja, góða takk fáa tigum, vísmaðurin góði! um tigum vilja gera so væl, at leita til botns í hesu dim- ligu sak. Eg halđi meg vita, at hvørki »fysikus« enn minni »landbrúkskonsulent- urin« troysta sær at kappast við tigum í hesum granskningum. Rukkuti. Tiðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið vánaligt nú í næstum við kava og sterkum kulda. Vindurin hevur verið so mikil, at_ einki hevur komist á sjógv. — Á Havnarvág er fingið nakað av nótaseiði. — Grind sást út firi Velbastað 22, Novbr. Av tí at veðrið var óvanda og nátmirkrið kom, fóru Velbastaðmenn ikki út til hennaxa. — Sama dag sigast 35 kvalir at vera deyðir suður í Vági. í Kvalvík sást eisini grind, men har vóru ov fáir bátar, ti slapp hon út attur. — Sverra Patursson úr Kirkjubø ferðast um oyggjarnar og tosar um Bergens- framsíningina. S. P. er limur í »fram- síningskomiteini« firi Førjar. — Ødl fiskiskipini hava nú l'agt upp firi veturin. Árið hevur firi skipsfiskiskapin verið ringt, og nógv av skipinum hava haft tap og einstøk stórt tap. LÍSINGAR. rv>c» írvl n rv stevnist til saman- X ormg'aielag koming 2. jóladag ettir middag lcl. 3 í gomlu fútahúsum. Foringafelag stevnist til aðalfund sunnudagin q: Janúar næsta ár kl. 3 e. m. í gomlu fútahúsum. Ársroknskap verða framløgd og firi verður haft um valg av blívandi málnevnd. Blaðhaldara, sum ikki enn hava goldið firi »Føringatíðindi« i i8g7 og árini framman- undan, biðjast um sum skjótast at senda peningin til Andras Sámalsson í Havn. Blaðhaldara, sum flita burtur, mugu lata Andr. Sámalsson vita av.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.