Føringatíðindi - 16.12.1897, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 16.12.1897, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDT Nr. 24. 16. DECEMBER 1897. 8. Ár. Ein kann tað, ein vil. Tað er jú so, at ein, sum vil koma sær fram í verðini. far núgv at berjast við. bæði av einum og øðrum. Flest ødl bava sett sær eitt mál. sum tey ætla at náða, men nógv eru tey, sum aldrin fáa fætur á mál- inum, tí tey fedla í fátt á hálvum veginum. Arbeiðshugur. dugnaskapur og trúskapur eru gávur, sum nítast firi at koma nakra leið, men hesar gávur finnast ikki undir kvørjum steini. Fá eru tey, sum eru fødd til ednuna, tey flestu mugu skapa sær hana sjálvi. Sum tað gongur tí einstaka mann- inum, soleiðis gongur tað einum fólki ivir høvur. Kvørt umhugsandi fólkaslag hevur sett sær eitt mál, sum tað ætlar at koma til. Ofta ganga langar tíðir, áðrenn nakað spirst burtur úr, men verður málið ikki uppgivið, so er sigurin firi hond. »Ein kann tað, ein vil,« sigur orðatakið, og tað er eitt sannheitsorð, men ofta má ein maður síggja síni bestu ár svinna burt, áðrenn hann sær sítt inski uppfilt; hevur hann altið við strevi sínum andøvt framettir, so sær hann tó oftast fruktirnar, áðrenn hann sovnar til seinast. Títt fær hann sjálvur einki gagn av strevi sínum, tí fruktirnar koma ov seint, men oftast fær hann tað gleði, at síggja sítt arbeiði koma ettirkomarinum til góðar. Líkaso kjá einum fólkaslag. Tað kann henda, at eitt slektarlið adla sína tíð við ágrítinheit vil útinna nakað gott, men alt gongur tí ímóti. Við kvørt kann ein uny slekt enda arbeiðið, so at hin gamla kann frigda seg ivir, at fekk hon ikki nittu av sínum starvi, so fingu ettirkomarirnir tað. Og søgan hevur sínt. at um ein slekt má fara í grøvuna firi uttan at síggja nakran virkning av sínum starvi, so hava komandi slektir tikið arbeiðið uppattur, og alt hevur gingið sum fótur í hosu. At leti og ódugna- skapur smittar frá manni til mann og frá slekt til slekt, er óivað, men tað er tí betri eisini sannheit, at arbeiðshugur og dugnaskapur ger tað sama. I.atið okkum tí ødl royna at strevast trúliga firi tað, vit halda vera rætt. Eru ringar vónir firi, at vit kunnu náða okkara mál. so skulu okkara ettirkomarir náða tað. Væl verið okkum, um vit kunnu lata arbeiðshug, trúskap og dugnaskap i arv tíl okkara ettirkomarir, so hevur okkara lív ikki verið burturspilt. Burturgingin á veg frá Havn til Kodla- firðar. ivaleyst í Hólmasundi, er ein bátur av Signabø við .4 monnum. Teir vóru: bóndin Joen Johansen og bróður hansara Jacob Pauli, báðir av Signabø; Joen Djur- huus og Theanjardus Edmundsen av Heyggi. Tríggir teir síðst nevndu vóru ógiftir. Jógvan á Signabø, sum var giftur og áttu 3 bødn, var avhildin maður. tiltikin firi blíðskap av teimum. sum kendu hann. Nú firi kortum hevði hann tikið so væl ímótur einum norðanbátsmannskapi, sum setti upp á Signabø firi ódnarveður, at teir hava skrivað eina tøkk til hansara og Signabøs fólk, sum nú hevði komið í avísuna, um ikki henda ólukkan hevði hent. Rípur og grouser. Tey fuglasløgini, jgrønlandskar rípur«, sum kolonibestírurin R. Muller í Grønlandi firi nøkrum árum síðani sendi til Førjar, og »skotskar rípur« (grouser), sum exam. jur. E. Múller i Havn keypti úr Skotlandi, munnu nú, sum søgur ganga frá, fara at nørast firi álvara her. Rípurnar frá Grønlandi eru at síggja í stórum flokkuro á imsum fjadlatoppum á norðara parti av oygginum, og hinar skotsku, sum ikki eru meiri enn ársgamlar í Førjum, síggjast eisini í støðum. Ein hevði vorpið inni í Toftahaganum í Eysturoy, men søgnin er, at neytakonurnar hava verið so naskar, at hon rímdi av reiðrinum. Tað eru tó góðar vonir um, sum áður sagt, at rípur og grouser fara at trossa bæði neytakonur og aðrar plágur, til gagn firi Førjafólk og til stuttleika kjá teimum monnunum, sum við ('imak og peningaútlegg hava innført fugl- arnar í landið. Hesir fuglar eru friðaðir alt árið firi tað firsta. Rættskrivnings-spursmálið. Til »Føringat.« eru sendar hesarreglur: Tað dámar neyvan ødlum væl, at eg her føri fram hetta spursmálið, ið nú so langar tíðir hevur verið ein »anstoytssteinur« kjá mongum. Tað hevur nú verið kvirt eina tíð — síðani Olavsøku í ár —, og tí vil kannska ein edla annar lasta meg firi, at eg føri spursmálið fram attur. »Nú hava vit endiliga fingið frið, og báðir partar eru

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.