Føringatíðindi - 04.01.1900, Page 1

Føringatíðindi - 04.01.1900, Page 1
FØRINGATÍÐINDL Nr. i. 4. JANUAR 1900. I I. Ár. Føringafelags ársgildi verður hildið sunnudagin komandi. Við uppfestum lýsingum verður greiniligari kunngjørt um tið og stað. Nýggjár. Árið i8gg er úti, og vit ganga nú á seinasta ári i árhundraðinum. Kasta vit eyguni aftur á tað runna árið, so hava vit at minnast ikki so lítið av góðum og glaðum løtum, men tær eru so samansjóðaðar við harm og stríð sum alt verðsligt. Sjálvsagt er, át vit, sum í felag hava sligið okkum saman til at fremja okkara tjóðskap, hyggja aftur um bak og granska eftir, um vit hava vunnið nakað fram ella hava farið aftur í tí árinum, sum svann. Yrkjarin kvæð á sinni: »Aftur er runnið árið eitt, hyggjið nú aftur um bak; flestir siga, at árið var feitt; eg sigi, taðvarrak. Grindir drupust, ei fiskur treyt.......Tó sigi eg, at árið var rak, máíið ei rósar av. Ikki slapp tað undir tak; enn á gadđi tað svav...........« Soleiðis vilja vist nógvir siga um árið i8gg. Tað hevur kannske verið eitt rakár, mál- inum viðvíkjandi, men stundin er til at granska, hví árið var so rak. Teir flestu av okkum munnu neyvan hava væntað nakað fitiár í tann máta, og vit eru tí heldur ikki so narraðir. Leggja vit merki til alt tað, sum fyrifórst í tf gamla árinum, so mugu vit siga, at i8gg ikki hevur verið nakað ringt ár. Vit hava í árinum fingið eina sálmabók frá Føringafelag í Kjøbin- havn; eina søgubók hevur landsmaður okkara dr. Jacobsen veitt okkum, og vit gingu út av árinum við vónum um at fáa eina bók afturat. Líkaleiðis gingu vit út av árinum við góðum vónum um eitt nýtt almanna- gagnligt máls frama, eg meini háskúla- málið. Okkara góðu landsmenn Símun Skarð og Rasmus Rasmussen hava jú byrjað háskúla norður í Vági, og tað er gleðiligt at frætta, at hetta málið hevur vunnið størri studning hjá okkara lands- landsmonnum, enn tað kundi væntast hjá einu slíkari fyritøku av nýggjum. Tí kunnu vit siga: nógv er eftir at ynskja enn, men væl er vunnið. Tað er ikki meiri enn bíligt at takka teimum monnum, sum so treyst- liga hava tikið fatur í eitt mál og plantað tað í Førjum. Vit mugu tí eisini gera alt, hvat vit eru mentir, til at styðja teir og ynskja alt gott oman yvir teir og sakina. Hvat serliga Føringafelags arbeiði við- víkir, so vilđi eg fegin lagt vinum uppá hjarta til at starvast av fullum hugg, og av kærleika til málið. Tað hevur ofta sýnst sum vit skulđu arbeitt fyri Førjamáli av hati ella illvilja til tað, sum er. Slíkt er ikki ella var ikki andin í B'øringafelags »programmi«. Andin var tann og má vera tann, av kærleika til móðurmálið og til Førjafólk at arbeiða fyri øllum framburði, og eitt slíkt mál er ikki skylt við tað, ið eitur hat ella illvilji móti danska málinum ella Danimarki. Eg vildi verið hjartans fegin, um Før- ingafelag í tí nýggja árinum treystnaði; eg vilđi verið fegin, um felagið av og til hevði fyri eyga eina av okkara viktugastu sakum, avhaldssakina. Væl veit eg, at vit hava avhalđsfeløg og avhaldsblað, men eitt hvørt felag, sum stríður fyri framburði í Førjum, má hava avhaldssakina í sínum skjoldi. S. Kvøidsálmur. Dagsins eyga slóknar, og tað móti kvøldi líður; náttin spreiðir myrkrið út, skuggin móti fjalli stígur. Jesus, hjartans sól og slott, ver mítt Ijós í hesu nátt. Hvørja kvøldstunđ, tá íð eg eftir dagsins stríð meg hvíli, søti Jesus, verj tá meg, so tín ásjón til mín smílir. Jesus, sum mær alt ger gott, ver mítt ljós í hesu nátt. Lýs tú yvir meg tín frið, Jesus, sól og stjørna bjarta; ver mítt ljós og hægsta mið, verj meg móti myrkri svarta. Stjørna yvir húsi statt, Jesus ver mítt ljós í nátt.

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.