Føringatíðindi - 04.01.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 04.01.1900, Blaðsíða 3
byrgi, sum hann var útgingin frá um morgunin. í Ladysmith livist vánaliga og aftaná hesu tíðindir sjálvsagt við ringum hýri. í Kimberley og Mafeking munnu teir inni- byrgdu Eingilskmenninir ivaleyst bæði leingjast og sveingjast, nú íð so ringar vónir eru til at fáa hjálp í bræði. Boarnir sigast — eisini eftir frágreiðing í eingilskum bløðum — at fara væl við teimum Eingilskmonnum, teir hava fangað. Teir hava longu fleiri túsund av fangum og er væntandi, at teir fáa fleiri; kann henda so nógvar, at teir eta teir út av ørmundarhúsi og volda teimum ampa við tí eftiransi, sum krevist, at teir ikki skulu rýma. Aftan á hesar bardagar sigast allir teir eingilsku herførarnir at vera samsintur um, at tað er ódømi, at herja norður eftir, fyrr enn meiri fólk og tilfar er komið úr Eing- lanđi. Ymist man vera, um Boarnir lata teir fáa frið so leingi. Um hetta bil áttu eingilsku herliðini har suðuri at verið go,ooo — har uppí roknað tað, íð dripið, sært og fangað er —. Heimanfrá var út- gjørt fyri jól 30,000 afturat. 17. Dec. (eisini ein sunnudag) varð lord Roberts — viðgitin herhøvdingi frá Afganistan krínum — útnevndur til at fara avstað til at vera yvirstýrari fyri Trans- vaalsbardøgunum, og i.ord Kitchener — viðgitin frá bardøgum sunnanfyri Egyptini — nevndur at vera honum næstur í ræði; (nú helđur ríkisstýrilsið ikki, at Buller er mentur at greiða alt einsamallur). Sama dag eru útgivin ymislig boð um útgering av heimafólki (reservu og frí- villugum fólki) so at talið av útgørdum herliðsfólki skal koma upp til 180,000. Mangt og hvat Og eitt og annað. At »leypa«. (Frá Peter Hans Peter-Hansen.) Mær møtti maður, og var hann at kalla óður. »Hvar fertú?« spurdi eg og treiv í hann, so hann steðgaði. »Hvar fari eg? Jú, eg royni at leypa sum skjótast, og skal eg ikki gera tað, tá ið Bjørnson ger taðsama; kanstú lana mær tvær skíðifjalir? Eg vil vera líka kvikur sum hann.« »Renn tú ein góðan guddag, og ger ikki sama óhapp sum Bjørnson. Hav frið meðan væl er.« »Nei, nú skal eg leypa og spyrjast skal eftir fleiri enn Bjørnson.t »Men hoyr, hvar ella hvat leyp Bjørn- son ?« »Hann, — hann leyp øði og lív í Normenninar; so sigir »Fuglafr.« Men var tað so løgið ? Er tað stuttligt fyri góðar menn at njóta ein slíkan rætt, sum »Fuglafr.« ber upp á mál um? »Góðar menn treingja vit« sigir »Fuglafr.«. Fyrr hava vit hildið, at v;.t treingja til góðar menn. Soleiðis gongúr; »trokast út á ytstugátt,« sum maðurin segði. — Nei ikki er at dvølja!« Og ferð kom aftur á mannin; tað vóru eini skarvslop, hann gjørdi. Ikki man fara at vara leingi, fyrr enn hann kemur áraka Bjørnson. Møta teir nú báðir einum Nor- manni, sum er so fornur, at hann helđur uppá tað nýnorska málið, —ja so minnist tað yngsta. Túnatos. Per: »Hvussu ber tað til, at Eingilsk- menninir ikki kunnu vinna Boarnar — eg hoyrdi niðri á træverkinum, at eingilska ríkið er tveyhundrað ferðir so fólkaríkt sum hitt ríkið.« Pál: »Jú, Boarnir hava so góð ross, at Eingilskmenninir kunnu ikki varða seg fyri teimum. Teir koma tvfsporandi oman úr fjøllunum, tá fð eingin grunar nakran vanda, og hvørva aftur upp fyri brekkur og gjøgnum skorar, so at flatlandsfólkið fær ikki vent sær fyrr enn teir eru úr eyg- sýni.« Per: »Hvani fáa teir so góð ross?« Pál: »Tað eru ross av føroyskum slagi, sum eru sleypt leys har f fjøllunum eini 60 ár herfyri og nú hava nørt seg so, at almikið er til av teimum.* Per: »Kunnu føroysk ross gera so góðan mun, so vænti eg, at Havnarmaðurin, íð eingilskmenninir hava fingið til at hjálpa sær, fer reiðuliga at gera útslagið.* Pál: »Er ein Havnarmaður farin at hjálpa Eingilskmonnum?« Per: »Jú, so er. Hans Danielsen er nýliga farin tann vegin, tað søgdu teir á træverkinum.« Tíðindir úr Førjum. Um jólini hevur yvir høvur verið tolið høgættaveður. Mitt í jólavikuni var heldur vindsamt eystan eftir, so at sjóbátar høvdu nóg ringt. Um nýggj- árið var aftur góður sjógvur. Frá fiskiveiðu er enn lítið frætt. Av nótaseiði er vfða

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.