Føringatíðindi - 01.02.1900, Page 1

Føringatíðindi - 01.02.1900, Page 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 3. I. FEBRUAR 1900. 11. Ár. Færøske Folkesagn og Æventyr. 2. hefti er komið í bókahandilin. Føringar kunnu fáa tað fyri hálvan prís. Gyldendals Bibliothek for Hjemmet. Gyldendals bókhandilin hevur tikið sær fyri at útgeva hvørja viku eitt hefti av ymisligum søgum og yrkingum, útvalt av tí besta á danska málinum er skrivað. Prísurin er 50 oy. um mánaðin fyri 320 meðal bóksíður, so at minni múgvanđi fólk kann evna at fáa sær góðan lestur til ogn í sínum húsi. Føringafelag. Tað verður av summum framhilđið, at Føringafelag nýtist ikki longur, síðan Meginfelagið er komið í lag. »FøringafeIag kann sleppa til at ana, sum eitt bygdafelag fyri Havnina,« siga teir. — Vit halda, at tað er ikki minni fyri neyðini nú enn áður, at halda lív í felaginum. Her eru so nógvar bygđir í Førjum, sum lítlar vónir hava enn til at fáa íbirt nakað smá- felag sum Sólarmagn ella Fróðarfundir o. fl. Tó eru í fleiri av teimum nøkur fá fólk, sum kunnu hava hug til at vera í einum felag til at fremja tað starv, sum Føringa- felag hevur tikið sær fyri, og tá er teimum neyvan nakað høgligari enn hetta gamla felagið. Meginfelagið, sum er ætlað til at upptaka i sær avhaldsfeløg, sjúkakassa- feløg o. o., tykist okkum ikki beinan vegin at kunna setast í Føringafelags stað. Smørvirkihús eru nú víða hvar i oyggj- unum, tó nógv flest i Norðoyggjum. Tey, íð standa fyri smørvirkingini, hava so at siga øll fingið lærdóm í Kirkjubø (summi uppá aðru hond). Lærutíðin hevur yvir høvur verið ógvuliga stutt, eftir hvat íð heldist vera fyri neyðini niðri í Danmarki. Smørið er eftir vónum gott; tó eru vit langt frá búnir til at kunna senda smør til útlondini og vinna javnhøgan prís. Partafelagssmørvirkihús heldur »Dim.«, at vit kunđu fingið sett upp her í Førjum líka væl sum niðri, høvdu vit bert haft føroysk fólk, sum høvdu lært at fyristanda smørvirkingini. Fólk, sum til fulnar hava lært smør- virkilagið, eru til, tó at »Ðim.« einki vil vita av teimum. Har aftur ímóti er ikki so frætt av sameining millum Føringar, at vónir eru um at nakað sllkt partafelag kann fáast í lag. Harfyriuttan eru bygdirnar væl so smáar og dugnaskapurin til at fáa nógva og javngóða mjølk árið um, trýtir hjá teim flestu. Eitt barn datt á sjógvin; móðurin stóð og sá uppá. Djúpt var niður fyri, so lítil vón var um redning. Hvat var at gera? Mamman loypur á sjógvin og við stórum fára fyri lívi sínum fær hon barni og heldur fast. Meðan hon baksar í sjónum fáa fólk at síggja og redda mammuna og barnið. Ein onnur mamma var fyri at slggja tað sama um barn sítt. Hon skar í hjarta- lig róp og jamraði seg so ræðuliga, at fólk hoyrdu og komu til steðar, men tá íð barnið fekkst upp úr sjónum, var lívið slókt. Hvat kann lærast av hesum, lesari mín. S. Tað er ikki gamansleikur at tosa illt um fólk ella ljúgva uppá fólk. Tó er hesín óvanin ógvuliga gemeinur, um enn so fá hugsa, hvat illt íð slíkt kann koma av stað. Tað er almindiligt í tosi, at ein sigir til annan: Hatta og hatta siga tey um Per, hatta og hatta um Pál. Hatta og hatta segði Pál um teg; men — tað verður oftast viðlagt — tú mást aldrin siga honum tað aftur, og íð hvussu er, ikki siga, at eg havi fortalt tað. Hoyrur ein og annar slíkt við slíkum treytum, so trúgv ikki einum orði, ella sig við hann, sum fortelur: Eg kann ikki lata vera við at siga hetta aftur við hann, sum hevur sagt tað um meg, og kann ikki lata vera at siga, at tú hevur sagt tað. Tá vil mangt eitt lyvætti taka aftur tað, íð tað hevur sagt, ella vil tað fáa ta løn, sum tað hevur forskylt, og tá vil sjaldnari illt koma ímillum fólk, sum nú ofta ikki vita, hvat íð illt er íkomið av. Gamalur maður. Heiðursdagur byggmeistarins. (Yvirsett av A. S.) Fyri tey, sum stíga inn i Kolosseum í Rom og minnast tey nógvu kristnu, sum har hava latið lív sítt fyri trúnar skuld — verður hetta plássið heilagt. Bílætið av

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.