Føringatíðindi - 01.02.1900, Blaðsíða 3
Hann var ikki í buksunum.
FRÁ ÚTLONDUM.
Ein maður slektaður úr —vík fór hagar
at halda jól.
Aðru jólanátt varð hann ovdrukkin í
dansinum og datt av. Um morgunin fór
systur hansara at fregnast eftir honum, tí
eingin maður var komin til hús.
Nakrir munnlættir óargadreingir svaraðu
henni aftur við tí gamla sleingi orðinum:
»Hann er í buksunum!«
Eina løtu eftir varð maðurin funnin
sovanđi undir einum hjalli við høgari grund,
hvar hann mundi haya haft einu hvørju
ørindir, og síðan hevði hann í ørviti ballað
sær buksurnar undir høvdið.
Ikki bæsti hann skræddarinum!
■
Danskarnir hava nú ein sterkan mann,
Bech Olsen, sum er so raskur at glímast,
at eingin úr útlondunum tykist at vera
hansara javnlíki. Tí er glíming víða hvar
í ríkinum komin aftur { æru, — við øðrum
orðum reiðuliga komin uppá móta.
í einum landsparti, sum ikki her skal
nevnast, búði ein maður, bæði sterkur,
stórur og førur. Hønn hevði eisini hug til
at glímast og helt seg vera óføra kønan í
hesum brøgdum. Hann bjóðaði øllum í tí
landspartinum av, og var har nakar, sum
hann ikki kundi leggja, báðar akslar at
jørð ísenn, tá skuldi hann lata ioo krónur.
Tá íð roysnisdagurin kom, bjóðaði eingin
sær ímóti honum uttan ein lítil visasligur
kulubøkutur skræddari. Hann hevði so
stóra kúlu á baki, at tá íð onnur økslin lá
niður at, var hin drjúgvast hálva alin upp
frá. Sterki maður mátti tí viðganga, at
kunstur og megi batti ikki í hesum viður-
skiftum, og skræđdarin vann harvið so stóra
dagløn, sum hann hvørki fyrr ella síðan
hevur fingið.
Hvar er kanónbáturin ?
Eitt kvøldið kemur ein Eiðisbátur
strevandi inn av havinum. Væl eftir hálva-
skýming eru teir o. u. hálvanannan fjórðing
úr landi. Nú kemur ein trawlari dundrandi
inn aftaná teir og tætt fram við borði.
Tað ljóðar av skipinum við greidligum
norðanmáli, men við eingilskari tóning:
»Tú, Hanus hin gamli! hvar er kanón-
báturin nú?c
Hanus er ikki til sins at gera teir
klókar uppá, hvar kanónbáturin er, men
ein annar av bátsmonninum, sum ikki hevði
verið har, íð krútið varð uppfunnið, svarar:
»Tæ vita vit einki um. Kanónbaturin sæst
ongantíð um okkara leiðir.c
Frá Danmarki sigist um vánaliga semju
millum ríkisstírilsi og ríksdag. Um tað íð
løgtingið av nýggjum hevur søkt at fáa úr
ríkiskassanum: 200 kr. til skúla i Skopum
og 2000 kr. til »Smiril«sferðir i fyrsta
fjórðingsári igoi sigast góðar vónir at vera.
— Bardagin í Afrika, sum um jóltíðina
gekk í smáum, gjørdist aftur um miðjan
janúari væl harðligari. Eingilski her-
høvdingin Buller sigist at vera sloppin við
25 túsund monnum norð um ánna Tugela
væl 20 fjórðingar vestari, enn har hann
royndi 15. dec. í tveir dagar uppí slag
hava verið bardagar við miklum manna-
falli, tó leið Eingilskmonnum lítið fram til
at loysa teir, sum eru innistongdir í Lady-
smith. Eftir tíðindum frá Liverpool 23.
jan. hevði Buller við tveir dagars stríð
strevað seg hálvan fjórðing norður eftir.
Eingilska liðið við Modđer river, sum
ætlaði at undseta Kimberley, sigist at vera
umringt av Boarnum og standa illa fyri.
Frá Mafeking er einki frætt uttan
hungferstíðindir.
Stríðið við Ladysmith, sum nevnđist
um í seinasta blaði, var 6. jan. Har fall
nógd av eingilskum officerum og fleiri
hundrað av mannskapinum. Boarnir vóru
slopnir uppá ein skansa tætt við staðin;
men av tí, at teir vóru ov fámentir, fingu
teir ikki hildið seg har.
Sum frágreióing ljóðar í eingilskum
bløðum høvdu Eingilskmenninir mist í
gamla árinum av bardøgíim og sjúku o. u.
8000 menn.
Eingilskmenninir hava sett sær fyri at
útgera 180 túsund til bardagar í Afrika.
(Haruppí roknað tað íð var, áðrenn stríðið
byrjaði og hvat íð deytt og fangað er).
Harav er o. u. 50 túsund ikki avstað farið
enn. Við hetta lag tykist tó ikki at vera
vónir til snarligan enda á stríðinum. Stórur
partur av teim bestu officerum eru fallnir,
og hartil nógv av teirra frægastu meinigu
(vala liðið úr Skotlanđi). Meðan »Føringurc
lá í Liverpool í vikuni, íð var, fóru 500 ein-
gilskir stríðsmenn avstað, og tóktist teir
at vera av skirvisligasta útskotspakki,
summir neyvan mentir at bera riflu.
— Eingilskmenninir huga sær til, at
Japansmenn brátt fara at herja á Russarnar
eystur í Korea.
— í Indialandi sigast fleiri av teim inn-
føddu høvdingunum at gerast ófriðaligir,
og Russarnir sigast at studla teir til at seta
seg upp ímóti eingilska harraveldinum.