Føringatíðindi - 19.04.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 19.04.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 8. 19. ARPIL 1900. II. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Okkara vinnuvegir. Hesu seinasti árini hava Norðingar sett upp eitt smørvirkihús fyri og annað eftir. í Eysturoy hava teir tikið undir ífjør og nú er longu nógd av smørvirkihúsum har eisini t. d. í Leirvík, Gøtu, Oyndar- firði og Selatræ. Streymoyarfólkið stendur í stað við einum í Kirkjubø — hvarav øll hini eru útsprottin — og øðrum í Kalbak. I Sandoy er byrjað við einum i Skálavík. Vágoy og Suðuroy rínur ikki við enn. Bjargaðir úr havsneyð. Tvímastrað skip »Anne Buschc frá Túnsberg í Noreg, útgjørt til døglingaveiðu, sakk 7. apríl úti norðan fyri Fugloy væl tjúgu fjórðingar frá landi. Mannskapið kom ( 3 bátum inn ímóti Viðareiði og haðani komu 3 stórir bátar og róðu teir inn til Klakksvíkar. I Havn er styrkur innsamlaður til hesar skipsmenninar. Frá forngripagoymsluni. Andras Sá- malsson hevur greitt okkum frá, at Sverre Patursson hevur sent eina mongd av sjald- samum skeljum o. a. m. til goymsluna. Annað er einki komið enn. í sama við- fangi greiddi Andras okkum frá, at S. P. er tann, sum sýnist at hava mestan hug á málinum. Transvaalsbardagin. 16. febr. kom, sum áður frágreitt, eingilski herhøvdingi French eystanfrá til Kimberley. Boarhøvdingin Cronje, sum so væl hevði vart vegin yvir fjøllini sunnan- fyri Kimberley, dróg seg um hetta bil eystur eftir, men kom í bardagar við tey ein- gilsku herliðini, sum høvdu skundað sær aftaná French norð eftir. Tó at hann ferðaðist dúgliga og vann teir fyrstu, íð herjaðu á hann, varð hann so mikið tarn- aður, at Eingilskmenninir, sum komu sunnan- frá, fingu kringrent hann við 45 túsund monnum. Hann vardi seg uppá ioda dag, men mátti so yvirgeva seg við øllum liði sínum, 3700 monnum, og við 15 kanónum. Um somu tið hevði Buller gjørt fjórðu atløgu til at undseta I.adysmith. Hann misti 1800 av monnum sinum og vann ikki longri fram enn í skotmál av tí sterkasta virkinum, Boarnir høvdu inrættað sær sunnanfyri Fadysmith, og mátti so geva uppat fyri at hvíla og menna seg aftur. Tá íð Boarnir her eysturi frætti um óhappið hjá Cronje fór ein stórur partur vestur til at royna at hjálpa honum og síðani fluttu teir allir burt frá Ladysmith, hvar Whites herlið nú var avkomið í svølt og sjúku, so at teir 7000 menninir, íð eftir livdu, kravdu góða røkt í 6 vikur, áðrenn teir aftur kundu geva seg i bardagar. Gleðin var stór í Einglandi, tá íð tað frættist, at Buller var sloppin fram til tað mál, íð so leingi hevði verið stritt fyri. Uppaftur øktist gleðin, tá íð yvirherhøvd- irtgirj Roberts eina viku eftir tað reið inn í Bloemfontein, høvuðsstaðin hjá Oranje- monnum, og læt orð falla um, at hann um miðjan mai mánað væntaði sær at vera í Prætoria: sum er høvuðsborgin hjá Trans- vaalsmonninum. »Ofta brestur ætlanc, so hevur verið hjá eingilska herhøvdinginum i hesu ferð. Hann hevði drigið saman 50 túsund menn í og uttan um Bloemfontein, og tað segðist, at fyrst í apríl skuldi alt liðið fara norð eftir. Nakrar oddamenn hevði hann sent móti Boarherinum, sum setti seg fast við jarnbreytina fyri norðan slættlendið, som er uttan um staðin. French við hestfólki sinum hevði ferðast nakað norð eftir og einki sæð til fíggjandan. Hann varð tá sendur suður eftir til at fanga nakrar flokks- menn fyri sunnan, men fekk heldur ikki har eydnu til at raka við nakran. 30. mars doyði í Prætoriá yvirherhøvdingi Joubert, og hjá Eingilskmonnunum tóktist væl til- standa, nú hildu teir at Boarnir vóru mót- fallnir. Sama dag fekk Roberts boð frá einum herlið, hann hevði sent eystur eftir, at ein yvirmentur Boarherur vildi teimum ann. Teir vóru tíðliga um morgunin 31. mars á veg vestur ígjøgnum ein smalan

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.