Føringatíðindi - 17.05.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 17.05.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATlÐINDI Nr. io. 17. MAI 1900. ii ÁR. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Føroysk bíbilsøga, skrivað av J. Poulsen og útgivin av Føringafelag, fæst í bók- handlinum heft fyri 80 oy. og við permu fyri 1 kr. Høsnaaling. Fyri at fáa góðar eggfuglar krevist at velja gott slag'. Eitt slag, sum verpur nógv og stór egg er tað mórfiekkuta italiska slagið (hønan hevur stóran reyk). Av hesum slagnum inførdi bóndafelagið ein hóp av eggum til klekingar, men slagið er nú nógv upblandað. Amtmaðurin hevur óblandað høsn av hesum slagnum og vil ivaleyst lata egg til at leggja. í Danmarkí rósa teir nógv einari blanding millum hetta slagið og hitt gamla danska høsnaslagið, tí slík høsn av blandingsslagnum troysta sær væl og eru ágrýtin at søkja sær føði og verpa frálíka væl. Fullt so mikið sum um at hava høsn av góðum slagi, ræður tað um at uppfostra tey væl frá fyrstu hond og fara væl við teimum. At koma upp ájavnt við Dansk- arnar í viðgerð lærur eingin, sum ikki av fullum huga leggur seg eftir at granska øll tilhoyrandi viðurskiftir, sum ikki til fullnar kunnu lærast upp úr bók, enn minni úr spjaddum blaðgreinurn. Litlum báti eri eg á . . . Rennandi streymur ber meg um havið, aldrin eg stansi nátt ella dag. Tíðin hon rennur, kemur ei aftur, sjálvur eg mestan standi í stað. Tíðin hon rennur sum fossandi streymur, ber meg mót strondum, sum aldrin eg sá. Hjartað tað bankar, gleði og angist spurningin skapa: Hvat hendur meg tá? Yvir um havið skúta mín stevnur, eg sleppi róri og biðji til tín, funvísa faðir: stýr míni skútu, bein meg til heimið, skapari mín. A. S. Føringar til orlogs. í nr. 14 av »Dimmalætting« íár hevur bladstýrarin lagt nakrar reglur aftrat einari grein um »»Valkyrien«s Togt til Østasien, Kina og Japan«. Eg havi væntað ein ella annan av okkara fyrigongumonnum at tikið til orða ímóti tí tanka, sum hesar reglur innihalda. »Dimmalætting«s grein talar fyri at fáa Føringar til orlogs, at fáa teir inn undir vernupliktina, sum vit hegar til hava verið fríir fyri. Eg fati ikki, at nakar Føringur kann skriva slíkt í okkara høvuðs- blað, og enn minni, at eingin orðar imóti, tí so kann tað sýnast sum Føringar antin halda við »Dimmalætting« ella hava latið seg yvirbevíst av henni, hesum máli víð- víkjandi. Tað var ikki órímuligt, um Føringar høvdu vernuplikt, men tað er órímuligt og løgligt av Føringum sjálvum, at arbeiða fyri at fáa ta plikt at hvíla á sær. Vit máttu heldur haft grund til at frigda okkum við at vera fríar fyri tað, sum onnur fólka- sløg gremja seg um at stríðast við. Hvussu nógv vildi tað ikki tarnað Førjum á landi og sjógv. Gongur tað illa við at manna fiskiskip okkara sum er, verri hevði gingið, um so og so nógvir av okkara bestu monnum árliga skuldu til orlogs. Gongur illa hjá bøndrum at fáa arbeiði sítt avrikað, verri mundi gingið tá. At vit eru fríir fyri vernuplikt er ein av teimum størstu for- deilum, vit hava frá Danmarki, um vit brúka tann fordeilin sum vit skulla. At Føringar kundu lært mangt gott til orlogs, er trúligt, at teir fingu at sæð mangt vakurt,

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.