Føringatíðindi - 17.05.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 17.05.1900, Blaðsíða 2
er eyvitað, men sfggja kunnu vit líkavæl, teir sum vilja, og læra kunnu vit, um vit hava ráð til tess, men tað manglar ofta. Landið hevði neyvan vunnið nógv við slíkt, um teir einstaku fingið nakað at síggja og lærdi nakað gott millum ilt. Og tað er al- manna gagnið, sum setast skal fyrst. Hvat serliga olckara egnu landaverju viðvíkir, so er tað ótrúligt, at officerarnir vilja lurta nógv eftir ráðum frá føroyskum mannskapi. Ein ráðgevari er eisini nóg mikið, og tað hevur landaverju skipið haft. Sami ráðgevari kann so vitna, um teir hava brúkt hann so nógv, og er hann lítið brúktur, minni vildi føroysk mannskap haft at sagt umborð í landaverjuskipinum. Eg haldi tað tí vera óbetonkt frá føroyskari siðu, at arbeiða fyri at fáa Før- ingar inn undir vernupliktina. Okkara bløð eiga, hvørja ferð tey harmast um, hvussu vit hava tað, at minna um teir for- deilir, sum vit hava, harímillum at vera fríir fyri vernuplikt. Ein grein sum tann nevnda í »Dimmalætting« kann einans skaða Føringar og ger Danskarunum einki gagn. Eg vænti tí eisini enn, at onkur góður maður vil skriva í »Dimm.« um hetta málið, fyri at hin greinin ikki skal standa einsamøll. A. S. T á r i ð. Hvat vil hitt einstaka tár, sum leggur á eygað mítt sorg? Tað bljpiv frá fornum døgum sitandi eftir á borg. Tað átti mong glitrandu syskin, hvørt eittans fór út á flog, tí um mína sorg og gleði bera so vildu tey boð. Tá burtur sum toka týndist hitt dimmbláa stjørnupar, ið voldi, at sorg sum gleði, eg í mínum hjarta bar. Ja, sjálvt mítt kærleiksevni fekk eitt ógrøðiligt sár. Tí loys teg frá eygnaloki, tú neyður, einstaka tár. (H. Heine.) Sett út til «Várskot« av M. M. Minnst til. Legg tær nær í tinum starvi, starvast fyri tí, sum tú meinar er rætt. Set allan tín lit til Harran; um hann er i verki, so djarvliga statt. Gongur tær illa, lat bønina, trúnna og hopi latta tær strevið, Harrin man sjálvur, á sínari menniskja ævi, kent hava alt, sum tær gongur ímóti, kennur tað enn og kennur teg sjálvan, hann veit hvat tú tolur, hann leggur aldrin meiri á teg enn tú evnar at bera. Harrin teg elskar, og hann hevur valđ yvir øllum, veitir hann tær bara óhapp, so ber tað í felag við honum, veitir hann tað, sum tær líkar, so ber tað við bangnum men taksamun hjarta, minst til at fyrst tú hjá Gudi skal taka við tínum arvi. S. Tað má gleða gott fólk, hvørja ferð góðir menn talað ella taka til orðar ímóti tí ljóta og skaðiliga. Mátan til at gera hetta uppá kann ein tó ikki beinleiðis seta líka fyri allar góðar menn. Hyggja vit aftur um bak, so vilja vit finna, at t. d. gamli Holberg hevur haít ein sjaldsaman máta til at gera tað uppá, og tó at fá- vitskut fólk einki síggja annað í Holbergs arbeiði enn tað, sum almindiliga verður kallað »grinagtigt« og »ópassanđi«, so finnast tey tó, sum fata skrivarins hugsan, og moralurin í Holbergs komedium er ikki » grin agtigh eitir «. Tó at eg sjálvsagt ikki hugsaði at koma Holberg nær, tá íð eg skrivaði søg- una i »Føringatíðindi« : »Tann rama lygn«, sum Jóanes í Kirkjubø heldur vera skaði- liga, so havi eg tó tær vónir, at einstakir av blaðsins lesarum vilja fata, hvat eg vildi við søguni, og tað var sanniliga ikki at vekja óndar tankar. Ein, sum hugsar nakað, vil ivaleyst finna nakað lítið av meining i søguni. Væl veit eg, at teir menn finnast, sum ikki tora ella vilja nevna tingini soleiðis sum tey eru, men ímillum teir hevði eg ikki grund til at vænta at finna Jóanes bónda. Skuldi hann aldrin hava skrivað eitt ella annað, sum sýnist hensigtsleyst og sum hevur vakt ringar tankar hjá einum ella øðrum, sum ikki hava fatað hann rætt ella ikki vilja fata hann rætt. Jú, ivaleyst hevur hann tað; men vit onnur, sum hava forstaðið, ella gjørt okkum ómak til at forstaðið hann, vit hava leitað eftir meiningini og sum oftast funnið hana, og yvirlátið til hansara sjálvs at sett tað so í stíl sum hann hevur viljað. Sum skrivari av søguni »Tann rama lygn« má eg stanđa uppá, at hon ikki inni- heldur annað enn tann góðkenda og fast- setta moralin, sum øll moralsk menniskir halđa uppá. Hon sýnir eitt sokallað egta-

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.