Føringatíðindi - 21.06.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 21.06.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 21. JUNI 1900. 11. Ar. Latið smáfuglar og heióafuglar hava frið! Um Óiavsøkuleiti væntast til Førjar guvuskip- við ioo studentum á ferð til ís- lands. Støggurin í Førjum verður um tveir dagar. Meiningin við hesari ferð skal m. a. vera at knýta íslendarir og Danskarir fastari saman við bróðurbandi. Til fysikus á Sellandi hevur kongur 12. mai útnevnt fysikus Boeg frá i. oktbr. 1900 at rokna. Til skulalærara i Skopun hevur skúla- stýrið sett Johan Michael Jacobsen frá 1. júni 1900. Yrkingin hjá A. J. »Eittróp« varð send raær úr Keypmannahavn frá góðum vini, sum unti »Føringat.«s lesarum hana. Tó at eg sá, at yrkingin var meiningsleys, helt eg, at ein og annar kundi siggja, at hon vildi klikkja Føringat í Førjum. Harfyri gav eg henni »hala« og bæð »Føringat.«s blaðst. taka hana í blaðið. Grein mín »halin« var fólkaligur, sakligur og ikki bonskari enn hann átti at vera, men A. Jógvanson í Keypmannahavn, sum tekur sær av yrkingini, heldur tvørtímóti. Hann skrivar eina ófólkaliga og grova grein, hvari hann vil gera mína grein til tvætl og meg til ein heimføðing. Uppá ein grin- agtigan máta letur hann lesarin fata, at tað er hann — Kjøbinhavnarin — íð eigir tað stóra orðið, og eg — heimføðingurin við tí brunna tvøstinum, sum hevur at tiga. Hann forsvarar yrkingina, sum rimiligt er, tí »kráka líkist best á unga sín«. Bæði yrkingin og greinin hjá A. J. bera sama kennimerki: tann manandi, sjálvgóða, al- vitandi og frelsandi tónan. Skrivarin vil mála seg fyri lesarnum sum tann stóra yrkjarin og høvdingin, sum einans sær, hvussu vit ólukkudýrini í Førjum eru á gravabakka, og sum tann sanna frelsarin, íð sær hvussu vit skulu reisast og einans er mentur at reisa okkum aftui á føtur úr tí andligu og kroppsligu ómegd, sum m. a. hetta norska tvøstið hevur fingið okkum í. Slíkur tóni er væl kendur frá einstakum síðum her á landi. Lukkuligt land Førjar, hvar ein frelsarin stígur upp eftir annan, hvør størri enn annar í — blaðgreinum. Yvir fyri slíkum manni havi eg einki at leggja afturat grein mínari og einki at siga til A. Jógvanssons grein, bæði tí hon er ov ófólkalig og grov og tí hon er ov sjálvgóð. Mín seinasta grein var skrivað til hansara, eg gav honum góð ráð, tí eg helt han trongdi til tey. Nú síggji eg, at hann er ov góður maður til at taka ráð frá mær. Hann setur seg á tann høga hestin og slær meg tiljarðar. Tó skal eg í mínum stóra mátloysi siga A. J., at góð orð sum hansara ikki tróta í Førjum. Her trýtur ikki fólk, sum lærir sera væl, sum prædika sum prestar um, hvussu tað faldna Førja- fólk skal reisast — akkurat sum A. J. Men tað ber ikki beinari á, enn at tosið um tað andliga og kroppsliga faldna Førja- fólk er ein lygn, og einans finnist í sjúk- ligum yrkjaraheilum. Førjafólk stendur nú javnsíðis við onnur fólkasløg í útviklingi. At okkara land stendur aftari er ikki at rokna fólkinum til last, tí øll, sum kenna viðurskiftini, vita, hvat íð skyldin er. Tí siga vit Føringar í Førjum til stórdýrini í andaverðini: Kongavældi er ikki meiri at vinna hjá tykkum í Førjum, her finnist ikki meiri eitt ófrítt og sovandi fólk, sum tit kunnu fara við sum tit vilja, men eitt frítt og sjálvbjargið fólkaslag, íð ikki stingur upp fyri hvørjum sum helst og sum ikki kastar seg undir einsmannsvældi. Stuttligt er at síggja, hvussu vit Føringar verða tiknir í skúla av landsmonnum, sum hava sæð meiri í útlondum enn teir kunnu smelta. Teir læra: gerið hatta og hatta, nú ljóðar: fái tykkum hvalaveiðuskip, men slíkt tos kemur ikki fyrr enn ein og hvør Føringur hevur hugsað um, at slíkt er gott at eiga. Síðani læra teir: peningin, sum tit skulu brúka til hvalaveiðu, skulu tit arbeiða fyri. Førjafólk spyr: hvussu skulu vit í stundini fáa teir nógvu peningar, nú vit hava mil- liónir kr. standandi í fiskiskipum og hand- lum. Frelsarnir svara: Sjógvurin, grótið, vatnið, moldin og — móðurmálið — alt eru keldur til ríkidømi, takið tað haðani, og tað ljóðar sum tað galt um bara at fara við peningaposanum og fylla uppí hann. Men hvaðani skulu vit fáa peningin at seta í stórverkið á fyrstu hond ? spyrja Føringar. Ja — tit um tað, sigir Kjøbinhavnarin, kunnu tit ikki tað sjálvir, so eru tit deyðir um tit enn liva, so sova tit um tit vakja —

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.