Føringatíðindi - 15.07.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 15.07.1900, Blaðsíða 2
J. C. Evensen. 27. jíini fór við'»Egil« til útlondini f. v. próvstur okkara eftir 30 ára starvi hjá landsmonnum sínum. Fyrst var hann settur lærari í realskúlanum og varð síðan prestur í Norðoyggjum. Tá íð hann hevði verið har í 6 ár fór hann til Suðroyar og var har í 8 ár. Prestur í Eysturoy og próvstur var hann í 15 ár. Hann hevur serskilt haft umhugsan fyri at fáa skúlar í øllum bygdum og hevur haft ta gleði, at nú eru bestu líkindir til at skúli verður brátt í teim tveimum sóknum, sum eftir eru til at fáa skúla. Fyri avhaldssakini hevur hann eisini víst mikla umhugsan. Tó at hann ikki tóktist hvønnsmannsvinur, verður hann ivaleyst leingi havdur í minni sum ein, íð var góður at heita á bæði í einum viður- skifti og øðrum. Føringar kunnu tí lata fylgja honum tey • bestu ynskir til nýggja búgvið á flatlondum. Háskúiabazarurin. Fríggjakvøldið, ið var, komu saman í avhaldshúsinum í Havn stórur partur av innbjóðarum til bazarin. Gerðanevnd varð vald: av kvinnum E. Andreasen; E. B. Andreasen; S. Niclasen; J. Restorff og E. B. Petersen og mannfólki R. C. Effersø og D. Isaksen. Siðan varð viðtikið, at hendan nevndin skuldi aftaná bazarin samankalla fund av øllum innbjóðarunum og har fyri- leggja til avgerðar uppskot til, hvat ið gerast skal við peningin til frama fyri há- skúlasakina í Førjum. Fólkafundir. í fleiri bløðum hevur nú í næstum verið skrivað aftur og fram um fólkafund, íð lýst var í »Fuglafr.« og »Dim.« til at haldast úti á Grásteini annan hvítusunnu- dag. Av hesu skriving er Sam. Olsen í seinasta blað av »Føringat.« komin til at framseta sín hugsan um' fólkafundir yvir høvur. Vit kunnu ikki halda við honum í at slíkir fundir einki kunnu hava at týða til at vekja andslív og upplýsing. Vit halda tvørt imóti, at eitt -»gott orð altíð kann finna eitt gott stað« og góðar talur á fólkafundum hava ivaleyst bæði hjá fólki, íð komið er til fund uppá at fáa nakað heim við sær, og javnvæl hjá mongum, íð komin eru bert til stuttleikar, kveikt góðar neistar og elvt til framburð í mongum lutum. At tað skuldi verið fruktleyst at halda fólkafund har, íð Havnarfólk er við, kunnu vit heldur ikki trúgva, tó at »Fuglafr.« sigir 'so. »Tað, íð væl er yrkt, verður væl kvøðið«, og tá íð væl verður talað, fellur altíð nakað í góða jørð. Turkilað til hoyggj. Gloymi ikki, hvør íð dugnaskap hevur, at fáa tilfar til turkilað, sum sparur arbeiði og gevur betri hoyggj enn fáast kann yvir høvur við ti gamla laginum. Seyðavask. Allir teir, íð hava roynt at vaska í áseyðaroyting, tykjast at vera á einum máli um at tað er ein lønandi fyritøka. Tó hava í ár fáir fingið tað í lag. Hetta er harmiligt. Harmiligt at fólk ikki hevur sans fyri sínum egna hús- haldi — og harmiligt at tey ikki eymkast yvir tað plágu, seyðurin hevur av lúsum og óreinsku í holdinum. í jørrviti. Antin man eg ella Sanđoyar prestur vera býttur. Ondskapsfullar sálir vilja kanske meina, at tað eru vit báðir. Tað veit eg nú einki um, men eg veit, at nú raplar tað fyri mær. Tað kom ein dagin sum eg sat og las nakað, sum eitir »Færøsk Kirketidenđi«. (Um nakar skuldi verið so fávitskutur, at vilja yvifsett tað við »Føroysk kirkjutíðindir*, má eg alt fyri eitt gera hann uppmerk- saman uppá, at tað er rangt. Har finnst ikki nakað, íð líkist »tíðindum«, bert eitt navn, eitt tómt Ijóð líkasum »Dimmalætting« t. d.) Eg eri ein tann mest ágrýtni lesari av tí og kann ikki siga annað, enn at tað hevur gagnast mær væl hegartil. Men síðsta mánadag datt blaðið mær úr hondum og mítt forstand steggaði. Tað stendur enn. Tí hvør fatar slikt. Frá tí eg đugđi at loysa niður um meg varð tað mær sagt, at menniskjuni vóru full av synd, av ótald- um syndum sum sandskorn við strond. Tær nevndust fyri mær við løggligum nøvnum, størri og smærri vóru tær, men størst av teimum øllum var tað at teinkja frítt ella, sum tey nevndu tað, »fríteinkjarí«. Og verri enn drápsmenn og horkarlar vóru tey, sum í teirra formastuliga klókskapi hildu seg til at teinkja annarleiðis enn sum tonkt og lært var gjøgnum hunđraðir av árum og sum øll rættsinnaði fólk teinkja og læra

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.