Føringatíðindi - 15.07.1900, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 15.07.1900, Blaðsíða 3
tann đag í dag. í fyrstuni ræddist eg hesar kropparnar, seinri tókti mær synd í teimum, síðani havi eg flent at teimum, at teir tó skulu vera so greyta-dummir, av fríum vilja at forsaka »ta góðu lamba- steikinac, sum Vilh. Beck, hin rodni, lovar okkum rætttrúgvandi, bert fyri at teir kundu sleppa at teinkja frítt! Eg lovaði mær sjálvum, at fyrr enn eg skuldi snáva so mikið sum eitt einasta fótatrakk útav tí ein- astu røttu tanka-gøtuni fyrr skuldi eg heilt lata vera at teinkja. Tað lyfti havi eg hildið, men gakk — Nú skrivar Sandoyar prestur: >For øvrigt findes her vist ikke andre Fritæn- kere end saadanne, der af godeGrundeer fri for at tænke.c Harrin hjálpi mær, havi eg sæð sovorðið! Nú havi eg í so mong ár barst við tað sindri av teinki- evni, sum er í knokki mínum, eg havi sagt sum Olav Jákup á sinni: >Hvat skulu allir hesir tankarnir til!«, eg havi skýggjað bøkur og bløð sum pestin, og nú — Til onga nyttu, hann sjálvur! Her eru ikki aðrir fríteinkjarir enn sovorðnir, sum av góðum grundum einki teinkja. Altso: Líka væl eg sum ein annar! Nei, fá mær nú mínar himmalbláu buksir! Kristin. Mangt og hvat °g eítt og annað. í norðasta China hevði fólkið fingið lov til at koma saman til at kvøða og trampa runt um gólvið í einari vissari stovu, men tað var undir teimum treytum, at har skuldi ikki vera drukkið fólk uppi í. Ein maður var í døpurhuga um, hvat íð meintist við at vera >drukkinc, hann fór tí at spyrja mandarinin, sum hevði verið har úti í høvuðsborgini KF-PIN-. Svarið var, at tá íð maðurin kundi ganga leysur fram eftir einum beinki, sum var tvær reisur so breiður sum ein rokkabonkur, so roknaðist hann ikki at vera đrukkin. Hetta dámdi bygda- monnunum væl, tí teir vóru góðir bakka- menn og kundu væl bera ein pott av rís- løg unđir stúkubulinum fyri uttan at stikla út av einari meðal brík. Rukkuta. FRÁ ÚTLONDUM. Úr íslandi frættist um kulda og ill- veður og vánaligan fiskiskap á eystur- landinum. Guvuskipið »Moss« er upp- brunnið uttanfyri Reykjavík. »Heimdal« hevur tikið nógd av trawlarum. Transvaalsbardagin sigist bæði í ein- gilskum og øðrum bløðum at vera komin nær at enda. Allir skila menn eru tó ikki á einum ljóði í hesum. Av Eingilskmonnúm er i júni mánaði dripið og sært stívliga so nógv sum í teim undanfamu mánaðunum og sjúkligheitin í eingilska krígsherinum er heldur í tiltakandi. Fyri uttan teir 700 fyrr umnevndu hava Boarnir i somu viku kringrent og fangað fleiri hundrað av skotska herliðinum í Oranjeríkinum, sum ikki enn er gjørliga greitt frá. Tann part- urin av jarnbreytini, íð uppbrotin var í sama viðfangi, sigist í eingilskum bløðum at vera gjørdur aftur uppá 2 vikur, og tað var í efstu stunđ, tí ein partur av eingilska herliðinum har norðanfyri hevði longu mat- neyð og mátti í fleiri dagar liva við fjórð- ingi av meðal dagsverði. O. u. 7000 Bo- arir við nógvum tilfari sigast at 'nava tikið støðu í fjøllunum eystast í Oranjeríkinum. Stórur partur av eingilska herinum hevur síðan hvitusunni roynt at draga seg saman um hesar Boarnar, og næsthægsti her- høvdingin Kitschener er settur til at fremja hetta verk, tó er ikki enn frætt um nakra skarpskering, sum hevur verið til sømdir fyri eingilskmenninar. Yvirmaðurin Roberts er enn í Prætoria við stórum parti av her- inum, men ein partur og tað mest av hest- fólki er farin eystureftir aftan á høvuðs- herin hjá Boarnum. Har hevur yvirhøvđingi Botha stundum bjóðað til mótstøðu og hend- inga ferð herjað á, tá íð kansur hevur verið, men yvir høvur drigið seg eystur eftir við monnum sínum, sum sigast at vera ikki fleir enn o. u. 10 túsund. Kriiger er ikki enn farin eystur til nýggja høvuðs- staðin, Lydenburg, men er steðgaður mitt- vegis og hevur sær høgliga skrivustovu í vogni á jarnbreytini. Eingilskmenninir hava nú veldi í sunnasta parti av Trans- vaal og seta inn embætsmenn eftir sínum tykki, tó eru flokksmenn vfða hvar, sum gera teim óhapp, bróta jarnbreytir upp o. a. tá íð til ber. Roberts hevur stutt eftir hvítusunnu latið kunngera, at tá íð skaði kemur uppá jarnbreytina í nøkrum stað, skulu næstu Boara hús svíðast av, antin tað er kunnugt, hvør íð skaðan gjørdi, ella ikki. Tað hevur longu fleiri ferðir verið gjørt eftir hesum boðum, tó hava ongatíð so nógvir skaðar skaðar verið gjørdir sum júst nú hesansíðstu vikurnar. Boarnir tykjast at argast av slíkum órætti. Eisini argast teir av, at ófriðamaðurin Jameson, sum í 1894 ætlaði at inntaka Prætoria, hevur stillað seg til riksdagsmann fyri Kimberley. — 550 kríggsmenn era nýliga innskipaðir í Einglandi at fara til Trannsvaal, og siga

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.