Føringatíðindi - 23.08.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 23.08.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 16. 23. AUGUST 1900. n. Ar. E. D. B æ r e n t s e n. Sunnudagin, íð var, doyði keypmaðurin E. D. Bærentsen, 69 ára gamal. Hann var løgtingsmaður fyri Norð- streymoy 1859—62 og fyri Suðurstreymoy 1863—66, 1873—80 og 1893 —1900. í mong ár var hann skatmeistari fyri Førja kirkjur; har fyri uttan var hann eina tíð i skúlanevnd og í skúlastýri. Limur af Havnar Kom- munustýri var hann fieiri ferðir og hevði har fyri uttan mong almanna umboð. Hann var ein íðin politikari, fúsir og ágrýtin fyri hvørjari sak, sum hann vildi fremja. Hann var evnagóður maður, í síni dagligu ferð tídligur og tíðindafróður og var tí væl kendur av ungum og gomlum víða um landið. Serskilt eiga Føringafelags limir at minnast hann fyri tann treystliga studning, hann veitti felagnum, ta tíð tað varð íbirt. Háskúlin. Imislig tíðindir eru á ferð um háskúlan, íð nú er í gerð vestantil á Borðoynni. Nógv finnast at plássinum, at tað er illa valt. — »Har er ikki komandi til um veturin og heldur ikki verandi fyri skalvi og skriðulopi, eingin jørð til at dyrka uttan um« — og mangar aðrar atfinningar eru í ljóði. Tað sanna er, at skúlin verður bygdur beint undir hálsinum vestanfyri Klaksvík, har sum væl kan fáast bøur til at bera 20 kúfóðir av grasi. Hálsurin er ikki mikið høgur og tveir breiðir hjallar eru omanfyri har sum búplássið er tilætlað; tí er eingin vandi fyri skalvi ella skriðulopi. Tann, íð gongur meðal bygdagongd kemur til skúlan úr Klakksvík í neyvan hálvtíma. Við bát varar ferðin u. % tíma. Lendingin er til kyrru sum meðal pláss í Norðoyggjum. Tá, íð vit minnast til, at Klaksvfk hevur eina fiest og høgligast postferðir av øllum plássum uttanfyri Havnina, kann tað ikki sigast, at háskúlin í tann máta liggur illa fyri. Einsligt er plássið, tað kann ikki noktast, men tað halda fyristandarnir vera høvuðsdygdina hjá einari háskúlabygging; óhugnaligt eigir tað tó ikki at vera, tí har er ivaleyst fruktbart og veðurgott og út- sigtin er ein tan fríðasta, íð ynskjast kann. Basarpeningurin. Av basarinum, íð hildin var á Ólavsøku, varð vinningurin u. 700 kr. Tað kom ikki í lag, sum ætlað var, at halda fund, um hvussu tann innkomni peningurin skuldi hagreiðast. Ein slíkur fundur verður væntu- liga hildin snarliga. Uppskot er framset um at flýggja allan peningin sum byggjulán til háskúlan »undir hálsi«, soleiðis, at lánið rindast aftur so hvørt sum ein hartil vald nevnd ynskir at lata harav styrk til minni múgvandi evnagóð ung fólk, íð hava hug at søkja til háskúlan. Studentarveitslan. Sum fyrr umtalað varð veitsla hildin fyri teimum donsku studentunum, sum komu higar 2. avgust um kvøldið á veg til ís- lands. Nevndin fyri veitsluni var soleiðis samansett: Amtmaðurin, fútin, fysikus Boeg, exam. jur. Miiller, Apoteker Finsen, land- brúkskonsulent Effersø, kongsbóndi Just Jacobsen, lærarin Bergh, pastor Rohde. Fleiri av hesum monnum vóru 1. avg. farnir til Suðuroyar fyri at taka ímóti studentunum, ella rættari fyri at vegleiða teimum á veg frá Trongisvági til Havnar. Tað var ætlað at vísa teimum fuglabjørg og fuglafangst við Dímun. Men >Botnia« bleiv sinkað nakað lítið og harfyri mátti nevndin aftur til Havnar áðrenn skipið kom til Suðuroyar og harav fingu studentarnir einki at síggja fuglafongi viðvíkjandi undir Dímun. Meiningin var eisini at fara til Kirkjubøar, men av somu grund kom tað ikki í lag. >Botnia« kom ikki til Havnar fyrr enn o. u. midnátt millum 2. og 3. avgust.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.