Føringatíðindi - 23.08.1900, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 23.08.1900, Blaðsíða 4
FRÁ ÚTLONDUM. Italiakongurin Umberto er myrdur og sonurin Viktor Emanuel hevur tikið við krúnuni. í Armenialandi hava Turkarnir dripið alt fólkið í bygdini Spaghank, 200 í tali. Kinaófriðurin er enn hefvuligur. Neva- menninir (boksarnir) hava breitt seg út til allar landspartar og gera seg inn á bæði útlendingar og innlendingar, sum hava tikið við kristnari trúgv ella sum vilja innføra nýggjar siðir. 'Útlendingarnir — mest Russar og Japansmenn — hava nú 230,000. væl útgjørđar stríðsmenn í Kinalandi og hava nýliga haft yvirlutan í tveimum hørðum bardøgum á vegnum millum Tientsin og Pekin. Eftir seinastu tíðindin er út- lendingaliðið komið fram til høvuðsborgina Pekin; og vísir tað seg nú, at søgurnar um at allir útsendingar vóru dripnir, eru grundleysar; teir liva allir uttan hin týski, sum varð dripin í fólkaupplopi ein dagin um Jóansøkuna. Transválsbardagin stendur enn við, tó at Eingilskmenninir nú hava ruddað Oranje- ríkið. 4000 Boarir vardu seg væl har fyri eystan í fjøllunum og róku íðuliga aftur bólkar av tí yvirmenta fíggjandanum, sum royndi at sníkja seg gjøgnum skørðini. Ein dagin í tjúkkum mjørka høvđu nakrir kunnugir Eingilskmenn tó sloppið sær upp um fjøll eystanfrá og fingið so gott fótfesti, at Boarnir ikki visti onnur ráð, enn at yvir- geva seg. Framman undan hevði, sum áður nevnt, herhøvdingi DeWet við 1500 av teimum bestu monnunum og 50 kanónum sligið seg igjøgnum. Hann hevur síðan runnið dystaleik millum allar Eingilsk- menninar norð um markið til Transvaal og var, seinast ið frættist, komin til fjøllini vestanfyri Prætoria, har tað er hopandi, at hann hevur onga neyð fyri fyrst. Buller er komin væl ávegis til jarnbreytina, sum gongur eystanfrá Portugals nýlendinum við Delgoa og sigst ætlan at vera at stongja fyri Boarnum at fáa matvaru ella annað tilfar frá útlondunum. Roberts, sum var á veg eystur eftir, er sjálvur afturvendur til Prætoria og høvuðsliðið gongur ikki so skjótt fram, sum Eingilskmenninir væntaðu. Boaraflokkar stinga teimum ofta smá skørð har vesturi og tapið hjá Eingilskmonnunum hevur í síðstu tíðini verið stívliga 2000 um vikuna. Tíðindir úr Førjum. Hegartil hevur hoyterrin yvir høvur verið skikkiliga góður. Havnamenn hava, størstu parturin, bjargað so nær sum alt sítt hoyggj. — Grind doyði 17. avgust í Vestmanna. Til skifti komu 107 hvalir, sum varð 1 skinn til bátin. — Grind đoyði í Miðvági 19. avgust. Til skifti komu 275 hvalir, sum var mett 98 gl.; — 5 skinn til bátin. — Til prest í Suðuroy er útnevnđur J. Busch, f. v. kaplán har í oynni. — Triðjalærarembætið í Realskúlanum í Havn hevði ikki meir enn ein søkt, og hann varð vrakaður; tí er embætið lýst aftur til umsøking. LÝSINGAR. Fínasta skaiiaiiiavisk Eksportkafíi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. Bilar F. Hjorth & Co. København K. magin so drekk Egta Islanđsk Bitter. Túsund skoðsmál, mangar gullmedaljur og doktara-attestir. Hjálpir alt fyri eitt. Lýsingar upptakast í Føringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri“. Andsvarhavandi: R. Effersø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.