Føringatíðindi - 06.09.1900, Qupperneq 1

Føringatíðindi - 06.09.1900, Qupperneq 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 17. 6. SEPTEMBER 1900. II. Ár. Føringar og teirra frændir. Nú hava studentarnir verið í Førjum og eru heimaftur komnir til Danmarkar, og við at lesa tey donsku bløðini fær ein bí- læti av, hvussu Danskarnir hava funnið Førjar og Føringar ta kortu stund, teir vóru her. Vit, sum vóru til steðar, tá íð hesir menn vóru í Havn, kunnu jú av øðrum enn av ávísunum minnast, hvussu stuttlig og góð samverðin var, og aldrin ella seint vilja vit gloyma hesa løtu. Tað er tó ikki bara stuttleikan við studentarsamverðini eg hugsi um, við at skriva hesar reglur, og tað var ikki bara fyri at fáa sær eina stuttliga ferð, at stu- dentarnir gjørdu ferð til Islanđs í flokki. Tað var jú fyri at binda sambandið fastari millum fólkið í danska ríkinum, og soleiðis má ferðin fatast. í ymsum donskum bløð- um er tosað um, sum ferðin bara galt ís- land, men tá íð orðførarnir fyri ferðamonn- unum her i landinum hava sagt, at ferðin galt Førjum so væl sum Islandi, so málið við ferðini varð tað sama til bæði tey nevndu londini, so er eingin grund til at hava annan uppfatning. At binda okkara fólk her á lanđi saman i bróðurbandi, eigir at vera málið, og at binda bandið fast saman millum fólkið í ríkinum eisini. Tað er ikki nógv fyri at fáa Føringar til at síggja eitt bróðurfólk í danska fólkinum, og eg vóni, at tær nógvu ferðirnar, sum Føringar í hópatali gera til íslands, hava tær fruktir, at vit eisini uppá ta síðuna veksa saman í sambandsfølilsi. Saman við ísland eiga vit eisini so nógv og góð gomul minnir, at vit lættliga kenna tað íslendska fólkið sum skyldfólk. Við Danmark og danska fólkið hevur Førjafólk fleiri iiundrað ár gomul minnir, og vit hava tolt bæði ilt og gott saman við Danskarnum í langa tíð. At Danskarnir ofta hava notið ilt og ilt við lít uttan at órógva Førjar og Føringar, eiga vit aldrin at gloyma, og tað ger tað so mikið lættari hjá okkum at síggja Danskarnar sum góðar brøður. Hvat Førjafólk følir og vil gera fyri at sambandið millum Førjafólk og danska fólkið kann verða betri og inniligari í framtíðini enn nú, er ikki gott at vita. Nógv av okkum halđa, at sambandið er gott sum er, og at einans saknast meiri samverð hjá fólkunum hvørt við annað og betri kennskapur ímillum okkara. Tað er sjálvsagt, at Føringar kenna eitt sindur meiri til danska fólkið, enn tað til Førja- fólk, tí vit hava brúkt og livað av tí danska litteraturinum og gera tað enn. Fleiri av Føringum meina, at eitt gott samband eínans kann koma í lag, um Føringar leggja allar árar út fyri at verða so nógv Danskarar í sinni og skinni sum møguligt. Hetta má eg halda vera skeivt. Fyrst og fremst halđi eg, at vit mugu halđa uppá at vera okkum sjálvi — vera Føringar í sinni, tí annars trúgvi eg ikki at tað kann løna seg fyri Danskarnar — danska fólkið — at arbeiða fyri einum betri og grundigari kenskapi tilFøringar, og ivaleyst vilja allir teir Danskarnir, sum her vóru, siga mær rættin til i hesum. Vit mugu royna at strevast fyri at koma alt longri og longri fram í andligum og kroppsligum sjálv- bjargni ’nvør einstakur og fólkið yvir høvur. Vit mugu halda fast og trúliga við okkara tjóðskap og okkara mál og ongantíð gloyma, av hvørjum runni vit eru sprotnir. fletta má og kann ikki missfatast sum strevan fyri at koma leysir frá Danmarki, ella strevan fyri at steingja seg inni frá øllum teimum nýggju rørslunum, sum fyrifarast uttanfyri okkum. Vit eru jú langt síðani komnir burtur frá slíkum ørvitistosi, sum ongantíð hevur verið meint av teimum, sum hava strevast fyri framgongd hjá Førjafólki og unt tí væl. Vit mugu strevast fyri at læra at kenna alt tað góða hjá øðrum fólki, sum vit kunnu hava nyttu av at taka eftir. Vit kunnu her í flest øllum bara fara til okkara frændar Danskarnar. Fá fólkasløg standa fremri enn tað danska í útviklingi. Tá íð vit nú føla, at Danskarnir seta prís uppá okkum og okkara land, so má ivaleyst harav vakna og treystna tann fosturlands- kærleiki, sum býr í okkum og sum er okkara besti fedraarvur, og mana okkum til at strevast so, at hesin lítli pletturin úti í atlantshavinum, sum vit kalla okkara fosturland og sum er okkara fosturland, má koma so langt fram, at vit ikki nýtast at skammast at hoyra til eitt framburðsland sum Danmark. Og fosturlandskærleikin vil mana okkum til at strevast so, at fólkið í útviklingi — kroppsligum og andligum — ikki skal ,standa aftanfyri okkara brøður. Okkara land vil aldrin á allan hátt kunna

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.