Føringatíðindi - 06.09.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 06.09.1900, Blaðsíða 2
javnlíkast við Danmark, tað fora viður- skiftini fyri, men longu nú kunnu Dansk- arnir síggja við virðing til Førjafólk, hvat ymsum greinum av vinnuvegum okkara viðvíkir sum t. d. fiskiskapur og handil. Eg vildi ynskt, at studentarferðin til Førjar skuldi drigið nógvar slíkar aftaná sær, og eg vildi ynskt, at hendan, íð var, má hava virkað til, at Føringar ein sum allir lova sær sjálvum og sínum fosturlandi, at tá íð studentar frá Danmark eina tíð hereftir koma í flokki aftur til Førjar, teir tá skulu undrast y vir, at landið hevur fingið slíka framgongd. Væl er okkara land fátækt í ymsar mátar, men um Føringar við øllum sínum vilja og av allari megi í fosturlandskærleika vilja løna sínum fostur- landi sum góð børn móður síni, so er landið ikki fátækt. Eg komi her til at minnast eitt frálíka gott ørindi úr einum frálíka góðum eg sjalđsama vøkrum sangi, yrktur til studentargilđið, sum ljóðar so: »Vor Mođer! er du fattig? Dine Sønner om dig staar; de lønne vil de Gaver, du dem gav i Ungdomsaar. De slutter om đig Kreds, og de knytter den saa fast, at alđrig den skal briste før den sidste Natterast!« Andr. Sámalsson. Gloym ikki at keypa bíbilsøguna, sum lærarin J. Poul- sen hevur skrivað í føroyskum máli og sum fæst í bókahandlinum í Havn fyri eina krónu, væl innbundin. Eisini minnist fólkið á, at Førja bókafelags bøkur fáast í bóka- hanđlinum og um korta tíð eisini í ymsum støðum á bygđ. Tað er ósannheit, sum »Fuglaframi« sigir um, at Føringafelag hevur sett at blaðst. »Føringat.«s fyri mátan, blaðið er skrivað uppá. Einans ein limur hevði hetta uppá mál á seinasta felagsfundi og ein ella tveir góvu honum viðhald. Tríggjir limir kunnu neyvan einsamallir roknast fyri Føringafelag, íð hvussu góðir menn teir enn eru. Tað skal eisini havast í minni, at á seinasta felagsfunđi einans um iolimir vóru samankomnir. Ein limur. Føroysk forngripagoymsla. Løgtingið hevur íár givið 50 kr. av Førjakassanum til forngripagoymsluna. í tí »útvalgsbetonkningi«, sum skrivaður varð í sakini og meðan sakin kom fyri í tingi- num úttalaði løgtingið sum meining sína, at tað helt nógv av tankanum um at fáa eina slíka goymslu í lag í Førjum. Tær treytur legði løgtingið á nevnđina fyri forn- gripagoymsluni, at hon næsta ár mátti senda inn til tingið roknskap yvir, hvussu peningurin var brúktur, og senda inn eitt ivirlit yvir teir lutir, sum samlaðir vóru. Tó at løgtingið ikki kann sigast at hava tikið júst stórt til við at veita tilskot til hetta málið, so hevur tað tó gjørt nakað fyri at styðja tað. Her má ein ikki gloyma, at tingið hevur givið peningin, 50 kr., »fyri íár« og biðið nevndina komi aftur við frá- greiðing næsta ár frá tí, sum avrikað er, og hervið hevur tað jú givið vónir um, at vit eisini eitt annað ár kunnu vænta stud- ning, um vit hava brúk fyri peningi. íár kundi nevndin ikki koma við nøkrum yvir- slag yvir hvat væntanđi kundi vera at brúka av peningi i tí árinum, sum gongur, og løgtingið kunđi soleiðis ikki fáa upp- lýsning um, hvussu stórt peningatilskot vit høvdu brúk fyri. Tað er eyðvita, at eitt slíkt mál sum hetta má hava sin størsta studning hjá Førjafólki. Tað væntar nevndin eisini, at Førjafólk vil fata. Vit vænta okkum ikki so lítið av gomlum lutum nú aftur til summars, so at nevndin kann hava nakað nógv at vísa á, tá íð løgtingið kemur saman aftur. 011 mugu vita, at teir gomlu lutirnir fáa so góða viðfaring sum teir hava forskylt, einki misferst, og nevndin førur bók yvir, hvørjum hvør einstakur lutur er frá. Eisini skrivar nevndin alt sum søgnin sigir um teir gomlu lutirnar, og vit koma hervið eisini at fáa samlað nógv, sum hevur virði sum fornsøga. Eg skal seinri, tá íð stundir gevast, koma aftur til hetta málið. A. S. Ein røða um Førjar og føroyskar siðir. Hildin í P'oringafelag i Keypmannahavn av A. Jógvanson. .......Førjar eru eitt einstaka land. Einsligar og sjóbarđar liggja tær heilt uppi í norðanhavinum, langt burtur frá øllum øðrum londum. Havið hevur stongt tær úti bæði frá illum og góðum. Kunstur og snildi he'vur so at siga ikki nert við lanđið. Fjøran er allastaðnis sum hon var frá árilstíð. Hon er ikki sum aðrastaðnis um- kalfatrað og bygd til skýli hjá skipum óg

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.