Føringatíðindi - 20.09.1900, Side 1

Føringatíðindi - 20.09.1900, Side 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 18. 20. SEPTEMBER 1900. 11. Ár. Nøkur orð til at teinkja yvir. (Av S. Joensen.) Á okkara døgum hevur fólk nærum ræðslu fyri álvara. Tað er neyvan ov nógv sagt. Eitt blað við bara álvara-greinum verður neyvan hildið; ein alvorlig bók verður neyvan lisin við besta huga. Um kirhju- tíðin heiligdagarnar vardi meiri enn ein góðan tíma, høvdu nógv lagt av at gingið í kirkju. Kemur ein í eina mannarúgvu, so hoyrur hann skemt og tvætl, men neyvan uppbyggiligt tos. Á fundum inni og úti verður tosað um mangt og hvat, men sjáldan um tað, sum liggur beinast fyri at gagna. Fáar, ja eingin sak kann samla okkara fólk og birta reiðiligt lív í tað til tað sum gott er. Sýnist lív at koma i, dettur tað skjótt burtur. Lat okkum taka tey stóru almannagagnligu málini fyri. Avhaldssakin fær bara studning av einum lítlum parti av fólki. At drankarir ikki allir slutta seg til hennara, er ikki undarligt, men undarligt er, at hitt fólkið ikki ger tað. Ein hevur næstan rætt til at siga, at drankarir slutta seg eftir hondini meiri til málið enn tey, sum skuldu hjálpt til at leita teir upp og beina teir aftur á rættan veg til frama fyri seg sjálvan, fyri síni og fyri lanđið. Okkara tjóðskap eru vit langt frá øll samsint um at virða og fjálga um. Løgligt er tað, at tey, sum minst gott hava notið í okkara fosturlanđi, unna tí best og tey, sum hava hava haft alt gott av tí, tey vanvirða ofta bæði Førjaland, Føringar og føroyskar siðir og skikkir. — Meðan standurin er slíkur ella næstan slíkur, so siga vit, at framá gongur. Tað er sannheit, at tað gongur framá í aðrar mátar. Mál, sum ein hálvan manns- aldur frammanundan høvdu verið roknað ímillum tey, sum ikki kundu hugsast um í Førjum, tey verða ibirt á okkara døgum. Hetta má gleða ein og hvønn, og gott verði fyri teimum, sum leggja evnir síni til og seta peningar í framburðs verk. Slikir menn gagna sínum landi meðan teir gagna sær sjálvum, og slikum monnum hevur okkara lítla land æru av. Vóru teir bara nógvir. Men meðan strevið fyri tí, sum víð- kemur okkara kroppsliga útviklingi, førir okkum alt longur og longur fram á tann vegin, sum okkara grannalond langt siðani hava funnið og gingið á, so eydnast tað arbeiði, sum viðkemur okkara andligá út- viklingi, ikki so væl. Herum havi eg skrivað frammanundan í hesu grein. Tað er ikki frítt fyri, at fólk, sum vil vera við, at illa er vorðið á hendan hátt, heldur seg vita, hvar skyldin liggur. Summi seta skyld á skúlarnar, summi á prestarnar, summi á sálmabøkur, summi á uppfostran heima. Tað kann vera, at sannheit er í nógvum av hesum, men skyldin er neyvan hjá nøkrum parti aleina. Tað ræður um at finna feilin, fyri at kunna rætta hann. Men nú er okkara fólk so vorðið, at um ein tosar ella skrivar um slíkt, so verður tað sagt um hann, at tað er óndskapur, sum drívur hann. Sannheit at siga, so er tað kannske ikki sjáldsamt, at óndskapur er drívfjøður. Tá íð so er, so kemur einki gott burtur úr. Ein maður segði eina ferð: »Vil tú deila meg, so deil meg í blídni,* og sanniliga, hesin maður fataði tað sum tað eigir at fatast. (Niðurlagt.) Sygekassen for Thorshavn og Omegn. Tey, sum vilja melda seg inn í Sjúkakassan, biðjast at venda sær til nevndina. í nevndini eru Elieser Andreasen, J. Egholm (skó- makarin), P. Johannessen (á apotekinum), Poul Isaksen og A. Samuelsen. Lima- gjaldið er 20 oyrur um mánaðin. Tá ið limur er sjúkur fær hann goldið av sjúka- kassanum hálva doktarahjálp, helftina av tí medicini, hann brúkar, og 2 kr. um vikuna meðan hann er burtur frá arbeiði av sjáku. Greiniligari hjá nevndini. Ársbók Førja bókafelags fæst í bóka- handlinum í Havn fyri eina krónu. Tanu føroyska bibilsøgan kostar eina krónu og fæst í bókahandlinum i Havn. Løgtingið enđaði starv sítt mánadagin. Tað hevur verið saman í 50 đagar. Fyri hevur verið haft tídningamikil mál, sum t. d. um 1) lóg um at kongsgarðarnir skulu kunna fáast til keyps av bóndanum; 2) um at fáa landbúnaðarskúla i Førjum. Umframt hetta lóg um Værn i »Inđtnarken« og lóg um »Sprængstoffer«. Vit vilja seinri koma aftur til at tosa um hesi lóguppskot.

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.