Føringatíðindi - 11.10.1900, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 11.10.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI. Nr. 19. II. 0KTO BER 1900. Hektors farvæl. (Útsett av M. M.) Anđromache: Hektor — far ei frá mær til hitt stevni, hvar Achill við lukku vígdu evni til Patroklus ræðslu-offur ber! Hvør skal sonin vár hereftir læra spjót at stýra, gudarnar at æra, tá tann svartu Orkus gloypur teg? Hektor: Vívið væna! grát nú ikki longur, til hitt stevni hvør mín longsul gongur, hesir armar verja Pergamus! Stríðist eg til Zeus’ og Hellas’ æru, tá mær heiður fylgir, um eg fari troyttur heim til hvíld við strendur Styx. Andromache: Aldri vil eg sjá teg brandin bráa, skerja hvørt títt vápn vil ellin gráa, Priams ætt vil verða rótleys urt! Har, tú kemur, aldri dagur glaðar, tár Cocytus leska oydnar hagar — kærleik tín vil Lethe skola burt! He ktor: Hvønn mín tanka, hvørja mína trá søkki eg í Lethes stillu vág, — men ei kærleikan til tín! Hoyr! í øði ránsmenns herróp gjalla! girð mær svørð um lend, lat tár ei falla — aldri doyvur Lethe kærleik mín. (Eftir Scliiller.) Nøkur orð til at teinkja yvir. (Av S. Joensen.) (Uppafturtikið.) Tað er ikki øllum givið at siga sína meining og bera sínar atfinningar fram í blíđni. Uppá prent mátti tað tó ikki verið so nógv fyri. At brúka sømulig orð og tóna sýnist heldur ikki at vera so vanda- fult. Ein, sum framsetur sínar atfinningar at einum øðrum av kærleika til tað mál, hann vil fremja, og av bara sakligum grundum, hann kann neyvan verða ófólka- ligur, ti hugsar hann seg um, áðrenn hann setur tankar sínar á papírið, so vil hann finna hjá sær sjálvum, at einans ein góð og fólkalig grein kann gera nytti. Les- arin og tann, sum greinin helst er stílað til, skal føla av greinini, at skrivarin í rama álvara framsetur sínar tankar. Ein atfinn- ing eigur at vera klár; tað má síggjast klárt, tað, íð skrivarin vil; óklár sigtilsir og briks eiga ikki at finnast. — Eg havi bara gingið hendan skákvegin, nú er at venda aftur til málið. Tó skal eg leggja afturat, at ein lesari ella tann, sum oman- fyri umtalaðu atfinningar kunnu nerta við, so vítt hann kann, má taka tað, sum skrivað verður, upp í bestu meining. Umframt tað, at feilir kann vera hjá heimið, hjá skúla og øðrum, íð framman undan er nevnt, kann eisini feilir liggja í skipanum. Eg skal sipa til tað freka rús- drekkarí, sum alt meiri og meiri tekur yvirhand her á landi. Er tað moralsk rætt, at lógin gevur loyvi til at selja slíkt drekka, sum loypur allan devilskap í eitt menniskja. Er tað ikki merkiligt, at lógin gevur mær loyvi til at skeinkja ein mann deyðadruknan, meðan maðurin ikki hevur loyvi til at vera drukkin úti á gatuni? Eg haldi, tað er rætt at forbjóða fólki at ganga drukki úti á gatuni, men tað átti eisini at verið skipað so, at tað var ólógligt at selt manni so nógv rúsđrekka, at hann varð fullur.*) Ein drankari má halda sum so, at hevur hann loyvi til at sita inni hjá Peri og drekka seg fullan, so má hann eisini hava loyvi til at ganga heim til sín sjálvs fullur. Men slíkt gongur ikki an, tí ein skal ikki ganga fullur úti í Havnargong. í líka máta kann ein >IÓgNga< hava drukkið alt vit sítt burtur í einum drekkihúsi. Tá íð so vitið er burtur, kemur 'nann sjálvsagt heim sum eitt ómelandi dýr. Berð hann seg so at sum eitt ómelandi dýr heima, meinslar konu ella ger annað ilt, so skal hann straffast. Eg veit væl, at hettar kann for- tolkast soleiðis, at tað fæst ein meining í tað; men saman við boð harrans passar tað neyvan. »Fríheit undir andsvar« ljóðar vakurt; men eg fái tað ikki reiðiliga at passa til viðurskiftini í hesum máli. (Niðurlagt.) *) Best varð tað sjálvsagt, at einki rúsdrekka varð selt í landinum.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.