Føringatíðindi - 11.10.1900, Side 1
FØRINGATÍÐINDI.
Nr. 19.
II. 0KTO BER 1900.
Hektors farvæl.
(Útsett av M. M.)
Anđromache:
Hektor — far ei frá mær til hitt stevni,
hvar Achill við lukku vígdu evni
til Patroklus ræðslu-offur ber!
Hvør skal sonin vár hereftir læra
spjót at stýra, gudarnar at æra,
tá tann svartu Orkus gloypur teg?
Hektor:
Vívið væna! grát nú ikki longur,
til hitt stevni hvør mín longsul gongur,
hesir armar verja Pergamus!
Stríðist eg til Zeus’ og Hellas’ æru,
tá mær heiður fylgir, um eg fari
troyttur heim til hvíld við strendur Styx.
Andromache:
Aldri vil eg sjá teg brandin bráa,
skerja hvørt títt vápn vil ellin gráa,
Priams ætt vil verða rótleys urt!
Har, tú kemur, aldri dagur glaðar,
tár Cocytus leska oydnar hagar —
kærleik tín vil Lethe skola burt!
He ktor:
Hvønn mín tanka, hvørja mína trá
søkki eg í Lethes stillu vág, —
men ei kærleikan til tín!
Hoyr! í øði ránsmenns herróp gjalla!
girð mær svørð um lend, lat tár ei falla
— aldri doyvur Lethe kærleik mín.
(Eftir Scliiller.)
Nøkur orð til at teinkja yvir.
(Av S. Joensen.)
(Uppafturtikið.)
Tað er ikki øllum givið at siga sína
meining og bera sínar atfinningar fram í
blíđni. Uppá prent mátti tað tó ikki
verið so nógv fyri. At brúka sømulig orð
og tóna sýnist heldur ikki at vera so vanda-
fult. Ein, sum framsetur sínar atfinningar
at einum øðrum av kærleika til tað mál,
hann vil fremja, og av bara sakligum
grundum, hann kann neyvan verða ófólka-
ligur, ti hugsar hann seg um, áðrenn hann
setur tankar sínar á papírið, so vil hann
finna hjá sær sjálvum, at einans ein góð
og fólkalig grein kann gera nytti. Les-
arin og tann, sum greinin helst er stílað
til, skal føla av greinini, at skrivarin í rama
álvara framsetur sínar tankar. Ein atfinn-
ing eigur at vera klár; tað má síggjast
klárt, tað, íð skrivarin vil; óklár sigtilsir
og briks eiga ikki at finnast. — Eg havi
bara gingið hendan skákvegin, nú er at
venda aftur til málið. Tó skal eg leggja
afturat, at ein lesari ella tann, sum oman-
fyri umtalaðu atfinningar kunnu nerta við,
so vítt hann kann, má taka tað, sum
skrivað verður, upp í bestu meining.
Umframt tað, at feilir kann vera hjá
heimið, hjá skúla og øðrum, íð framman
undan er nevnt, kann eisini feilir liggja í
skipanum. Eg skal sipa til tað freka rús-
drekkarí, sum alt meiri og meiri tekur
yvirhand her á landi. Er tað moralsk rætt,
at lógin gevur loyvi til at selja slíkt drekka,
sum loypur allan devilskap í eitt menniskja.
Er tað ikki merkiligt, at lógin gevur mær
loyvi til at skeinkja ein mann deyðadruknan,
meðan maðurin ikki hevur loyvi til at vera
drukkin úti á gatuni? Eg haldi, tað er
rætt at forbjóða fólki at ganga drukki úti
á gatuni, men tað átti eisini at verið skipað
so, at tað var ólógligt at selt manni so
nógv rúsđrekka, at hann varð fullur.*) Ein
drankari má halda sum so, at hevur hann
loyvi til at sita inni hjá Peri og drekka
seg fullan, so má hann eisini hava loyvi
til at ganga heim til sín sjálvs fullur. Men
slíkt gongur ikki an, tí ein skal ikki ganga
fullur úti í Havnargong. í líka máta kann
ein >IÓgNga< hava drukkið alt vit sítt burtur
í einum drekkihúsi. Tá íð so vitið er
burtur, kemur 'nann sjálvsagt heim sum
eitt ómelandi dýr. Berð hann seg so at
sum eitt ómelandi dýr heima, meinslar
konu ella ger annað ilt, so skal hann
straffast. Eg veit væl, at hettar kann for-
tolkast soleiðis, at tað fæst ein meining í
tað; men saman við boð harrans passar
tað neyvan. »Fríheit undir andsvar« ljóðar
vakurt; men eg fái tað ikki reiðiliga at
passa til viðurskiftini í hesum máli.
(Niðurlagt.)
*) Best varð tað sjálvsagt, at einki rúsdrekka varð selt
í landinum.