Føringatíðindi - 11.10.1900, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 11.10.1900, Blaðsíða 2
Gloymi ikki at keypa tað føroysku bíbilsøguna, skrivað av J. Poulsen. Kann hon ikki brúkast í skúlunum enn, so er hon góð at eiga og góð at lesa heima. Tey, sum unna okkara móðurmál frama, mugu keypa hana, bæði fyri at læra Guds orð á móðurmálinum og fyri at styðja fyritøkuna, sum hevur kostað væl av peningi. Keypi tí. Bókin fæst í bókhandlinum fyri eina krónu. Sálmasangur. Eina ferð enn má eg melđa >Færøsk Kirketiđende« ella C. P. Aftur í seinasta nr. finnist ein grein, sum ikki kann halda hógv, men noyðist til, meðan hon rósar teimum nýggju sálminum, at spilla teir gomlu út, og C. P. er enntá nú komin so vitt, at heldur ikki Th. Kingo hevur havt rættan sans fyri kirkjusangi. Eg leggi nú einki í at forsvara Kingo og sans hansara, men eg kann ikki fordraga, at ein maður, sum lítið kennur til Førjafólk og teirra andliga útvikling, setur seg á đómarasessin og heldur dóm yvir øllum Førjafólki og yvir teirra sangi. Veit C. P. ein gang, hvussu tey syngja alla staðnis í Førjum? Nei, tað veit hann ikki. Eg haldi, tað vera vágaverk av C. P. aftur og aftur í >Kirkjublaðnumc, sum Førjafólk halda, og sum ma vera hildi og lisi av Førjafólki, um tað skal virka fyri tí máli, tað hevur sett sær fyri, at forarga fólki ferð eftir ferð við greinum í slíkum tóna, sum fólki ikki vil hoyra. Um tað nú var fyri at fáa fólki at lagt eina last av, so kundi eg fata tað, og so skuldi eg prísa hensigtini; men hetta málið, sum nærmast er ein »smagssak«, eigir ikki at vera framborið soleiðis. S. Joensen. Vitleys røða. Tann røðan, sum A. Jógvanson sigir seg at hava hildið i Føringafelag í Keyp- mannahavn um >Førjar og føroyskar siðirc, og sum prentað verður í >Føringat.«, er so út av lagi samanvavd av ósannheitum, meiningsleysheitum og býtligheitum, at eg sum Føringur ikki kann lata hana sleppa halaleysa. At taka hvørja einstaku ósann- heit, býtligheit og vitleysheit fyri og sýna tær fram krevur tíð og stórt pláss. >Røðan« er eisini so út av lagi skitin, at eg ikki vil nerta við hana. Um røðarin er soleiðis vorðin, at hann kann tosa ella skriva nakað, sum meining er í, vildi eg fyrst og fremst biða hann um at greitt frá, hvaðani hann hevur fingið tey inntryk av Førjum, sum hann framber í røða síni. At hann hevur fingið tey heima hjá sær sjálvum, sum flest øll munnu halda, má eg halđa fmóti. Skjót- ari haldi eg, at hann hevur klækt tað alt saman í heila sínum. At røðarin í sínari tali snakkar um føroyskar siðir, er tó tað, sum eg mest má halda hann fæstan fyri, tí næstan alt tað, sum hann tosar um, er grov lygn, saman- hildið við yvirskriftina á taluni. Er røðan harímóti hildin um einstak fólk í Førjum, so biði eg røðarin greiða frá, hvørji tey einstaku eru, um hann yvirhøður er mentur til tess. Eg má ganga út frá, at hann v i 1 siga sannheit. Eg vænti mær eisini at hoyra, at røð- arin, um hann er limur av Føringafelag, má verða útkoyrdur av Felaginum. Annars vil eg fyri mín part rokna Felagið i parti við hann og Førjars argasti óvinur, sum landið einans kann hava skaða og skomm av, tí tað er okkum Føringum ikki líka gott, hvussu vit verða avmálaðir fyri dansk- arnum, og hvussu tað verður tosað uppá okkum. Havn, i. oktbr. 1900. Jógvan Hansen. Ein røða um Førjar og føroyskar siðir. Hildin í Foringafelag i Keypmannahavn av A. Jógvanson. (Endað.) Sovorðnir innanhúsis siðir kundi nokk brúkast og vera góðir nokk í tíð Gøtu- trøndar, og upp ímóti tí tíðuni, tá íð Jarn- heysur og Magnus Heinason livdu — men nú í tíðuni at bera seg soleiðis at! Tað høskar mín sann ikki. Vilja vit Føringar hava nakað meiri at siga yvir okkum sjálvum enn vit hegar til hava haft, so mugu vit eisini bera okkum hampuligari at og ikki fara so ófantaliga við matinum, at onnur fólk mugu spýggja, tá íð tey sfggja okkum eta. Fylgjunar av hesum ófantaligu siðunum finnast fleiri staðnis aftur. Onnur fólk vanvirða Føringar, áðr- enn tey kenna teir — bara gentunar halđa av.teimum, tf teir flestu ungu Føringar eru netupp so, sum gentunar vilja hava dreing- inar at vera: prúður, vakrir og væl dámdir — og tey ungu, sum koma út, skamma seg við at heita Føringar. Tað kann tá lætt ætlast, hvussu væl tey presentera sítt føðiland. Men skyldin liggur har heima.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.