Føringatíðindi - 11.10.1900, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 11.10.1900, Blaðsíða 4
Hesu ferð hava vit ikki viljað nokta at upptikið grein móti »Fuglafr.«, men her- j eftir vil tað einans sjaldan verða gjørt. Blaðst. Mangt og hvat °g eitt og annað. Ein dagin sá eg eina gentu ganga og spæla við einu deyðari rotti, sum hon legði tvørt um hálsin á sær. Tey vaksni hilđu tað vera ræðuliga ólíkligt. Nakrar dagar aftaná bar eg eyga við tveir đreingir, sum bóru eina đeyða kettu ímillum sin, sum teir høvdu funnið. Tann eina helt í fram- partin og hin í afturpartin á henni, og vóru teir ógvuliga fegnir. Nakrar vaksnar gentir stóðu í skellilátri yvir hendan leikin. Liva vit nakað, so kemur væl aftur í móta at brúka deyðar fuglar í hattinum. Ja, tað er alt nú í brúki har suðuri, hvar mótarnir koma frá. Tað verða ta »dam- irnarc, sum blíva fegnar ístaðinfyri børnini. Hvat er matari! Ein skáladrongur stóð ein dagin úti á brúgv og fiskaði murtar. Ein útlendsk kvinna, dansktosandi, kom til hansara og spurdi: »Hvad fisker đu der, min Dreng?« Drongurin: »Jeg tør.........jeg tør ikke sige det.« Frúgvin: »Tør du ikkesigedet; hvor- for tør du ikke?« Drongurin: »Fordi jeg tør ikke . . . Jeg tør ikke sige det for Syndens Skyld.« V. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið nøkurlundi gott nú í næstum. í sein- asta mánaði um 20. var av frekasta ódnar- vegrið her um landi og eisini um íslands, hvar fólkaskaði og skipaskaði hevur verið; »Royndin fríða« hevur mist skipara og ein av mannskapinum, og skipið er sjálvt smildrað sundur. »Fearless« fór sama vegin, men til alt held hendi eingin fólka- skaði á ti skipinum. »Vinur« dreiv eisini í land, men hetta skipið fór ikki verri enn so at tað kundi sigla heim til Førjar aftur, og kom tað higar sunnudagin, ið var. »Energy« kappaði mastrarnar og slapp harvið frá at dríva í land. 011 hesi skip, sum skaða hevði, lou á Seyðisfirði. — Fiskiskapurin her í Havn hevur verið góður teir seinasti dagarnar, íð hevur verið veður at koma á sjógvin. Av smá- fiski er veitt reiðuliga nógv. — Livimátin er, so vítt vit vita, vána- ligur, helst liva fólk illa av krími. Eiskiskipið >Wm. Clowes« hevur mist tveir menn yvir borð á ferð frá íslanđi til Førjar. Annar var ógiftur og slektaður úr K valba, annar giftur og slektaður úr Elduvík. LÝSINGAR. Góðar bókir um dýraverjing, passandi fyri børn og vaksin, fáast til láns við at senda boð til blaðstýrarin. Fínasta skandinavisk Eksportkaffl Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. Bilar F. Hjorth & Co. København K. magin so drekkl Effta o Islandsk Bitter. Túsund skoðsmál, mangar . gullmedaljur og doktara-attestir. Hjálpir alt fyri eitt. Lýsingar upptakast í Føringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur fyri 1 tumma í hædd. Prentað hjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri11. — Andsvarhavandi: R. Effersø.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.